hetta fyrr, tølini eru rong, tí tey, ið eru dottin út úr arbeiðsloysisskipanini, er ikki við í nøkrum hagtølum, bert tey fáu, ið eru komin undir forsorg, tað eru fleiri hundr-að, ið ikki eru tald við í talið [...] egnu orð, skulu nýtast til bjálvingarstuðul og dement senil fólk, hesi skulu hava eitt heim her í Tórshavn. At tað mangla 12 mill. kr. til hesi nevndu endamál er ein trupulleiki hjá landsstýrinum, hví hevur [...] Skipafelagið at yvirtaka, so strandfaraskipini, ið eru við at verða kaput, eru tey nakað at bjóða ferðafólki, ið skal koma til landið, royn heldur fyrst at fáa hesi viðurskifti í rættlag og tosa so um at menna
einfaldur lutur. Fólk kenna hana aftur, og øll vita, hvussu man fær hana upp, sigur Bjarni og leggur afturat, at enntá framleiðslan av dósini kundi neyvan vera einfaldari. Frælsi-dósirnar eru nevnliga tær [...] átak var passaliga provokerandi til at savna fleiri hundrað fólk í Listasavninum tann dagin í novembur 2002. Og ikki minst nóg øðrvísi til at fólk ongantíð kundu vera heilt vís í, hvar Frælsi-lýsingarnar [...] har fólk millum annað kundu luttaka í eini spurnarkapping, har James so handaði vinningarnir á torginum í SMS dagin eftir, greiðir Henny frá. Seinni skipaði Kall fyri enn eini kapping, har fólk sendu
er varðveittur, tí enn í dag eru menn í búna, tá ið teir sláa tunnu. Teir eru allir í hvítari skjúrtu og kasjett og flagglittum silkibandið um bringuna og teir flestu eru eisini í myrkum buksum. ? Tað [...] Sumba er føstulávintsbygd burturav. Tað var longu fyrst í hesi øldini, at sumbingar fóru at halda føstulávint við tunnuslátri og dansi og hesi seinnu árini er eisini ein stór veitsla løgst afturat. Tu [...] skips og vóru heima um tað mundið. Men nú hevði tað neyvan borið til at sligið mánadag, tí flest fólk eru til arbeiðis- og skulu til arbeiðis aftur týsmorgunin. ? Men kortini er tað ikki altíð, at tað hevur
Tales og Decameron eru eisini flættaði inn í tann mun, at søgurnar savnast um eitt felags tema ella eru leysliga knýttar at onkrari hending. Í Decameron er tað pestin, sum savnar fólk, sum so siga søgur [...] okkurt serligt er í umbúna, eru á góðari leið. Óræddur tvinnar høvundurin heimsins stóru spurningar og skaldaverk saman við føroyskum trongskygni fyri síðani at flætta hesi saman í dalinum, har óndskapur [...] um persónar, hvørs ættarbond breiða seg í allar ættir. Soleiðis hevur bókin fingið eitt skap, men hetta kann eisini skiljast sum ein áminning um, at føroyingar sum tjóðskaparlig eind eru munandi meir
fáa læknar at hava vakt alt samdøgrið og sita einasamallir hvør í sínum hølum. Tey ósettu kommunulæknastørvini eru blivin fleiri og fleiri, og hesi størv hava verið røkt av skiftandi avloysarum. Í gjár kom [...] Eysturoynni, har bara trý av níggju størvum eru sett. Til tey 28 kommunulæknastørvunum eru bara 18 og ein hálvur lækni. Helvtin av núverandi kommunulæknum eru yvir 60 ár. Fyri at fáa eina nýggja skipan [...] á veg Hóast stóra trotið á kommunulæknum eru glottar at hóma. Tað nevndi Aksel J. Johannesen,landsstýrismaður. Hann segði, at 10 læknar eru ávegis. Í ár eru fimm læknar farnir at útbúgva seg til kommunulækna
Føroya Løgting vegna Føroya fólk sleppur at ráða yvir fiskiríkidøminum í havinum, okkara felags ogn. Ymiskar fortreytir Úrslitið av verandi praksis er, at manningarnar eru við til at bera kostnaðin av [...] seg bara eitt lítið sindur um. Tí skal Løgtingið vegna alt Føroya fólk ikki hava evsta lóggávuvald í hesum landinum? Hevur Føroya fólk ikki valt Føroya Løgting til millum annað at umsita okkara felags [...] fiskivinnu og ætlanirnar við tí, ja so má sterkari lútur til. Løgtingið má skera ígjøgnum í stríðnum um, hvør skal rinda fyri fiskirættindi, nú ein fiskivinnunýskipan er farin av bakkastokki. At mala sum hundur
persóni, ið manglar armar ella bein, rættin at liva, tí eftir omanfyrinevndu viðtøku eru tað bert heil menniskju, sum eru verulig menniskju við rætti til lív. So er tað bert ein spurningur um "ynski" hjá [...] fosturtøku royna fólk ofta at koma burtur frá tilvitanini um hetta ólidna menniskjabarn, við at umtala tað sum eitt fostur og føtus - og embryo sum fremmandaorð. Fostur, føtus ella embryo eru medisinsk hugtøk/orð [...] Um ein lóg skal gerast um fosturtøku, kunnu fólk ikki hugsa seg ov væl um. Tað er eingin orsøk til, at vit - fólkið - sita tigandi, meðan okkara politikarar einsamallir skulu taka støðu til eitt sovorið
Bústaðarneyðin í Havnini er stór. Fólk hava ilt við at finna bústað, tí nógv onnur eru um boðið, og onkuntíð koma fólk illa fyri vegna bústaðartrot. Hetta hevur Eyðbjørg Hentzte í Havn veruliga kent sviðan [...] til ymisk fólk, ið hava íbúðir til leigu. Eingin hjálp at heinta hjá tí almenna Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at kommunan og býráðið einki kunnu gera fyri at hjálpa, tá fólk koma í slíka [...] . Um hesi tiltøk verða sett í verk, hevði tað elvt til, at fleiri leiguíbúðir høvdu verið bygdar. Hann vísir á, at ein grunnur, sum Húsalánsgrunnurin og kommunan hava latið hálvaaðru millión hvør í, hevur
mótmælir og krevur, at tað skal stavast Kili. Meira fólk kjakast, kensluligari verða tey, og tá orðadrátturin er liðugur, er ongin semja funnin, og fólk reisast við gron frá borðinum. Kili og Chile standa [...] navnið Føroyingahavnin sigur jú eisini alt um, hvør tók land har. Eisini danskarar hava verið grammir at festa donsk nøvn á Grønland. Í Norðurgrønlandi eru landøki uppkallað eftir monnum sum I.C. Christensen [...] flógvar, víkir, firðir, sund, fjøll, nes, høvdar, vøtn, áir og oyðimerkur eru týdd, eins og landanøvn og nøkur heilt fá býarnøvn eru føroyskað. Í týðingunum hevur støðið verið føroyskur navnagávusiður. Og
uppbygging, eina laðing, sum eru húsini laðað uppi eitt og eitt, onkuntíð sum í einum setikassa, húsini í hvør sínum lítla kassa formaðir av gøtunum sum eru rundan um tey. Gøturnar eru sæddar úr luftini og á [...] oyggjarnar og fólkið sum býr her. Hugtakandi eru eisini hesar basaltborgirnar, fjøllini klødd við klorofyl, og at mitt í hesi dominerandi náttúruni glitra her og har hesi stjørnureiðrini innast í dølunum, - bygdirnar [...] smærru og lættaru trækonstruktiónirnar eru. Í øðrum býum, har náttúran hevur mist valdið, vantar ofta hesin hugnin. - Litirnir í myndunum eru bjartir og kortini eru teir oftast teir veruligu litirnir, sum