Heimurin á føroyskum skal endurskoðast

Fáar bøkur hava verið so nógv umrøddar sum Heimsatlasið, ið Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993. Nøvn sum Kili, Sikiloy og Borgundarhólmur fullu mongum fyri bróstið, men Heimsatlasið er selt í 11.000 eintøkum síðan tá. Nú ger Føroya Skúlabókagrunnur nýtt atlas og vil hava fólk at siga sína hugsan um málið. - Eini 6-8 nøvn hava verið nevnd sum óheppin í Heimsatlasinum. Men tað mesta í tí var gott, og nú endurskoða vit tað, sigur Niels Petersen, stjóri á Skúlabókagrunninum

Spyr við kaffiborðið, hvussu landið, har Salvador Allende varð rikin frá valdinum í 1973, skal stavast, og tú skalt hoyra málageipan. Onkur langar nevan í borðið og sigur, at tað skal stavast Chile, og onkur annar mótmælir og krevur, at tað skal stavast Kili. Meira fólk kjakast, kensluligari verða tey, og tá orðadrátturin er liðugur, er ongin semja funnin, og fólk reisast við gron frá borðinum. Kili og Chile standa framvegis steyrrøtt hvørt upp ímóti øðrum.

 

Eins og við so mongum øðrum spurningum, ið snúgva seg um mál og tjóðskap, hevur verið sera trupult at fáa føroyingar at semjast, síðan Heimsatlasið hjá Føroya Skúlabókagrunni kom út fyri 17 árum síðan. Heimsatlasið var søguligt, tá tað kom, tí ongantíð áður var atlas við heimsins landanøvnum og plássum givið út á føroyskum. Frammanundan høvdu føroyingar sitið og terpað landafrøði við donskum og enskum bókum. Chile var Chile, Litauen var Litauen, og Bulgarien æt Bulgarien.

 

Føroya Skúlabókagrunni var greitt í 1993, at Heimsatlasið kundi fara at elva til orðadrátt, ikki minst tí fólk vóru so von at síggja flestu av heimsins landanøvnum við danskari og enskari stavseting. Tá so eitt nú Chile var vorðið Kili, kendu fleiri tað sum, at kenda orðamyndin var skeiklað. Nólsoyggin líktist brádliga Stóru Dímun, og soleiðis átti tað ikki at vera. Fleiri avsøgdu Kili og kravdu at fáa Chile aftur, og síðan hava andstøðingar til almenna atlasið mangan speirikið tað í lesarabrøvum.

 

Tey ungu nøgd

Um ørindini hjá andstøðingunum vóru, at Heimsatlasið skuldi endurskoðast, fáa teir loksins sín vilja, tí Føroya Skúlabókagrunnur er nú í ferð við at gera nýtt føroyskt atlas. Atlasið verður ætlandi liðugt um tvey ár, sigur Niels Petersen, stjóri á Føroya Skúlabókagrunni. Arbeiðið er liður í eini ætlan at gera umfatandi undirvísingartilfar í landafrøði. Royndirnar síðan 1993 hava víst, at fólk hava greiðar meiningar um spurningin, og tí hevur Skúlabókagrunnurin í seinastuni eggjað fólki til at siga sína hugsan um arbeiðið, m.a. á fundi í Miðlahúsinumn mikukvøldið.

 

- Tá vit gjørdu Heimsatlasið í 1993, var ongin stovnur at gera landafrøðiliga fakmálið. Tí var neyðugt, at grunnurin sjálvur, málfólk uttanífrá og Málnevndin gingu saman um at gera atlasið. Sjálvur hevði eg sum ritstjóri endaligu ábyrgdina av arbeiðinum, og hóast nógv hevur verið funnist at eini 6-8 orðum í atlasinum, haldi eg, at tað var sera væl eydnað, og unga ættarliðið í skúlunum hevur tikið væl ímóti tí. Eldra ættarliðið hevur havt eitt sindur verri við at góðtaka summi orð í atlasinum, sigur Niels Petersen, stjóri á Føroya Skúlabókagrunni.

 

Tá hann verður spurdur, um atfinningarnar, ið hava verið frammi ímóti Heimsatlasinum, verða tiknar til eftirtektar, nú nýtt atlas verður gjørt, svarar hann ikki greitt, og tað ger Birgir Kruse, ritstjóri, heldur ikki. Teir vilja fyrst og fremst hava almenningin at siga sína hugsan. Men spyrt tú teir nærri um orð sum Sikiloy, Borgundarhólm, Høvdastað, Grønhøvdaoyggjar og Fjón, hómast ein møguleiki fyri, at hesi orð kunnu verða endurskoðað og broytt.

 

- Nógv hevur verið gjørt burtur úr orðum sum hesum, og tónin hevur ofta verið rættiliga happandi. Eitt nú er Heimsatlasið lagt undir at hava doypt London til Lundunarborg og hava gjørt Cape Cod til Toskarhøvda. Eisini hevur Heimsatlasið fingið skyldina fyri at kalla Roskilde fyri Róarkeldu. Men hetta hevur bara verið speiskt skemt og er ongantíð hent. Nú verður nýtt atlas gjørt, og í tí sambandi endurskoða vit so verandi atlas, sigur Birgir Kruse og minnir eins og Niels Petersen á tað góða, sum kom burtur úr Heimsatlasinum.

 

Málsligur hevdsrættur

Í hesum sambandi vísa teir á, at tilsamans 7.000 orð eru í Heimsatlasinum, men at orðadráttur hevur verið í 17 ár um tey somu 6-8 orðini.

 

Eisini vísa teir á kortið á síðu 14 og 15 í Heimsatlasinum, sum avmyndar havleiðirnar kring Føroyar. Lúsabanki hevur har fingið navnið Ytstibanki, Bill Baileybanki eitur Ytribanki, og Rockall eitur Rokkurin. Eisini verða nøvn sum Íslandsryggur og Hetlandsrenna nevnd.. Hesi nøvn vóru ikki skrivað í nakað atlas, áðrenn Heimsatlasið kom, og tá føroyska samráðingarnevndin, ið samráddist um landgrunsmarkið við bretar í nítiárunum, sá kortið, ognaði hon sær tað og brúkti føroysku heitini ímóti bretum í samráðingunum.

 

- Samráðingarevndin vísti á, at føroyingar høvdu føroysk heiti fyri hesi støð, og at vit á tann hátt høvdu hevdsrætt yvir teimum. Hetta vísir, at nakað so týdningarmikið sum hevdsrættur eisini hongur uppi í tí at gera kort og geva plássum nøvn. Ein upptekning á sama korti í Heimsatlasinum vísir, at føroyska sjómarkið er 276.000 ferkilometrar. Til samanberingar er danska sjómarkið 166.000 ferkilometrar, sigur Niels Petersen, ið seinni frætti frá føroysku samráðingarfólkunum, at Heimsatlasið ávirkaði samráðingarnar við bretar.

 

Navnagáva á landøkjum er eitt gamalt politiskt amboð til tess at kunna krevja rættin til økini, og tí ber hetta amboðið við sær ikki sørt av imperialistiskum undirtónum. Eitt nú heldur Japan uppá, at havið vestan fyri Japan skal eita Japanshav, meðan Suðurkorea og Norðurkorea vilja kalla tað Eysturhav. Tá føroyingar róðu út í Grønlandi, góvu teir fleiri av víkunum føroysk nøvn og skrivaðu tey eisini í klettar. Sjálvt navnið Føroyingahavnin sigur jú eisini alt um, hvør tók land har.

 

Eisini danskarar hava verið grammir at festa donsk nøvn á Grønland. Í Norðurgrønlandi eru landøki uppkallað eftir monnum sum I.C. Christensen og Johannes V. Jensen, og støð eita enn á kortum bæði Kaffeklubben, Dagmars Ø og Danmarksstrædet. Høvdu danskarar hevdsrættin í huga, tá teir settu nøvn á hesi plássini? Soleiðis hevur navnagáva ið hvussu er søguliga verið brúkt, eisini tá til dømis hálendingar doyptu ein amerikanskan bý New Amsterdam, ið tó seinni fekk navnið New York.

 

Ongi regluføst atlas

Nú verður so nýtt føroyskt atlas gjørt, og spurningurin er, hvussu langt farast skal at geva heimsins londum, býum og plássum týdd heiti og nøvn, ið eru lagað til føroyska stavseting. Summi ynskja sær, at mátin, hetta verður gjørt uppá, er púra reglufastur. Men tann uppgávan er vónleys at loysa, siga Niels Petersen og Birgir Kruse, tí í ongum atlasi yvirhøvur ber til at finna ein reglufastan hátt at seta orð á heimin. Gjørt varð eisini vart við hetta í Heimsatlasinum longu í 1993.

 

Í fororðunum til atlasið stendur, at navnagávan er gjørd soleiðis, sum hon plagar at verða gjørd í øðrum londum. Høv, flógvar, víkir, firðir, sund, fjøll, nes, høvdar, vøtn, áir og oyðimerkur eru týdd, eins og landanøvn og nøkur heilt fá býarnøvn eru føroyskað. Í týðingunum hevur støðið verið føroyskur navnagávusiður. Og síðan stendur: "Í øðrum lagi hava vit hildið okkum til norðurlendskan sið, síðan evropeiskan, í summum førum eisini staðbundnan navnasið."

 

Hetta vísir, at navnagávan er als ikki konsekvent. Í útgangsstøðinum er hon føroysk, men síðan otar hon seg út í norðurlendskan sið og haðani longur út í heim. Teir báðir vísa á, at í norðurlendskum atlasum verður fyrst og fremst brúkt stavseting, sum hevur norðurlendskt snið, og har hendan stavsetingin ikki røkkur, verður stavsetingin ofta ensk ella týsk. Við øðrum orðum sært tú donsk atlas á donskum, norsk atlas á norskum og svensk atlas á svenskum, áðrenn tey flyta seg út í enskt, týskt ella staðbundin mál.

 

- Meira tú blaðar í ymsum atlasum, týðiligari sært tú, at ongin konsekvensur er í navnagávuni á nøkrum máli. ST fundast javnan um at finna meginreglur fyri navnagávu, men finnur ikki fram til semju, og tað vísir, at spurningurin er rættiliga torgreiddur. Spurningurin nú er, hvar tolmarkið fyri føroyskari stavseting og týðing man vera eftir 17 ár við fyrsta føroyska atlasinum. Skulu summi heiti, sum funnist hevur verið at, broytast, ella er stundin komin at fara longur í arbeiðinum at føroyska heimin, spyrja Niels Petersen og Birgir Kruse.