Bústaðarneyðin í Havnini er stór. Fólk hava ilt við at finna bústað, tí nógv onnur eru um boðið, og onkuntíð koma fólk illa fyri vegna bústaðartrot. Hetta hevur Eyðbjørg Hentzte í Havn veruliga kent sviðan av.
Fyri einari viku síðani skuldi Eyðbjørg flyta úr íbúðini, har hon hevði búð í tvey ár. Eigarin av íbúðini vildi hava tey út hiðani beinanvegin, tí annar leigari skuldi inn at búgva.
Hóast hon hevur verið hjá øllum avvarðandi myndugleikum, havt lýsingar í bløðunum og annars roynt av øllum alvi at fáa eina íbúð tilvega við at ringja runt í Havnini, hevur tað ikki eydnast henni. Hon og sonurin eru nú at kalla heimleys. Orsøkin er, at ongar íbúðir fáast fyri sámiligan prís í miðstaðarøkinum.
? Eg havi tosað við býráðið í Havn um trupulleikan, men har var eingin hjálp at fáa. Síðani havi eg tosað við Almannastovuna, men av tí at eg eigi nakað av peningi, so kann Almannastovan ikki veita mær ein bústað, sigur ein vónsvikin kvinna.
Hon hevur eisini vent sær til fleiri politikarar, sum nú undan valinum dyrgja óført eftir atkvøðum við at lova bæði eitt og annað, men eingin teirra hevði møguleika at loysa henda ítøkiliga trupulleikan.
Heldur eingin politikari hevði nakra haldgóða loysn, og nú stendur hon á gøtuni saman við soni hennara.
Hon hevur einki at missa, og tí fer Eyðbjørg nú til fjølmiðlarar at kæra sína neyð.
Í trongstøðu
Inntil fyri tveimum árum síðani arbeiddi Eyðbjørg sum dagrøktarmamma í egnum húsum. Vegna hjúnaskilnað flutti hon úr húsunum og niður í íbúðina í kjallaranum. Tá bar ikki til at vera dagrøktarmamma longur, og síðani tá hevur hon einki arbeiði havt. Áðrenn tað arbeiddi hon sum hjálparfólk í Mjørkadali.
? Eg vil fegin út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða, men tað er torført at finna eitt arbeiði, tá eg ikki havi nakran fastan bústað, og eg tori ikki at søkja uttan bústað.
Nú hon einki heim hevur, liggja ognir og lutir hennara spjaddir runt í Havnini. Nakað liggur í posum hjá grannanum, meðan innbúgvið stendur á loftinum á Tórshavnar Skipasmiðju.
? Nú gangi eg við matinum í ryggsekkinum. Hetta kann samfelagið ikki bjóða einum fólki, tí eingin eigur at koma í eina slíka støðu, sigur Eyðbjørg, eftir at hon rættiliga er komin í trongstøðu.
Hon og sonurin hildu til á Sjómansheiminum í Havn í nakrar dagar, men hetta er eingin haldgóð loysn í longdini, og tað var alt ov kostnaðarmikið at gista har í fleiri dagar.
Nú er hon givin við at lýsa í bløðunum, tí einki kom burturúr, men hon roynir framvegis at ringja til ymisk fólk, ið hava íbúðir til leigu.
Eingin hjálp at heinta hjá tí almenna
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at kommunan og býráðið einki kunnu gera fyri at hjálpa, tá fólk koma í slíka trongstøðu.
? Vit fáa slíkar áheitanir at kalla hvønn dag, men vit kunnu bara bera tey tungu boð, at her er tíverri eingin hjálp at heinta, sigur Jan Christiansen. Býráðið hevur nakrar heilt fáar íbúðir til leigu, men hesar eru fyri langari tíð síðani upptiknar.
Hann heitir í hesum sambandi á landsins lóggevandi myndugleika um at smíða lógirnar soleiðis, at hesin trupulleikin verður loystur.
Tað skal gerast við at broyta MVG-lóggávuna, skattalógina og lógina um rentustuðul. Í dag er tað soleiðis, um ein privatur fer undir íbúðabygging, fær hann MVG av lønini til arbeiðsfólk afturgoldið. Hetta skal eisini vera galdandi, tá almennir grunnar fara undir slíka bygging.
Harumframt fær eigur skattalógin at verða broytt, so at ein almennur ella privatur grunnur ikki skal rinda skatt av yvirskotinum, sum tað hevur av at byggja og leiga íbúðir út. At enda skulu slíkar byggingar eisini fáa rentustuðul. Um hesi tiltøk verða sett í verk, hevði tað elvt til, at fleiri leiguíbúðir høvdu verið bygdar.
Hann vísir á, at ein grunnur, sum Húsalánsgrunnurin og kommunan hava latið hálvaaðru millión hvør í, hevur í hyggju at byggja 60 leiguíbúðir á Berjabrekku. Trupulleikin er tó, at tað verður ringt at fáa eina slíka verkætlan at bera seg við verandi lóggávu.
Borgarstjórin er nú spentur at síggja, um nýggja tingmanningin fer at gera nakað ítøkiligt við trupulleikan, tí øll valevni hava lovað at gera nakað við støðuna. Trupulleikin er stórur, ásanna øll, men enn er einki munagott gjørt við støðuna.