Seinastu nógvu árini hava víst, at verandi kommunulæknaskipan er avoldað. Ein kommunulækni fyri og annar eftir hevur sagt, at tað ber ikki til longur at fáa læknar at hava vakt alt samdøgrið og sita einasamallir hvør í sínum hølum.
Tey ósettu kommunulæknastørvini eru blivin fleiri og fleiri, og hesi størv hava verið røkt av skiftandi avloysarum.
Í gjár kom út eitt nýtt álit, og her verður mælt til kollveltandi broytingar.
Fyri tað fyrsta skulu tey ellivu læknadømini gerast um til fimm heilsuøki, Vágar, Norðstreymoy og bygdirnar í Sunda kommunu, hin parturin av Eysturoynni, Norðoyggjar, Suðurstreymoy og Sandoyggin og so Suðuroyggin.
Tvørfaklig toymi
Í staðin fyri at hava viðtøluhøli til læknan skulu gerast heilsumiðstøðir, har læknarnir skulu arbeiða saman við sjúkrasystrum, ljósmøðrum, heilsurøktarum og øðrum. Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu yvirtaka ein part av arbeiðinum hjá læknunum, men tað krevur eyka útbúgving.
Álitið um nýggja kommunulæknaskipan hevur ein verkætlanarbólkur við umboðum fyri Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya gjørt. Álitið varð handað Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni týsdagin á stórari samkomuí Heilsumálaráðnum.
Stórt læknatrot
Jaspur Petersen, formaður í Kommunulæknafelag Føroya greiddi tá frá, hvussu illa fyri landið er við kommunulæknum. Ringast stendur til í Norðoyggjum og í Eysturoynni, har bara trý av níggju størvum eru sett. Til tey 28 kommunulæknastørvunum eru bara 18 og ein hálvur lækni. Helvtin av núverandi kommunulæknum eru yvir 60 ár.
Fyri at fáa eina nýggja skipan at rigga er neyðugt at laga seg eftir ynskjunum frá teimum yngru læknunum.
- Tað skal gerast áhugavert og dragandi at vera kommunulækni, umstøðurnar mugu lagast eftir krøvunum frá teirmum ungu læknunum, hvussu teir vilja arbeiða. Skipanin má vera einintegreraður partur av heilsuverkinum, segði Jaspur Petersen.
Øll hoyrd
Katrin Gaard, forkvinna í verkætlanarbólkinum segði, at allir partar eru hoyrdir í arbeiðinum.
- Teir yngru læknarnir hava sagt, at teir hava ikki hug at arbeiða í einstaklingaviðtalum, og teir vilja hava heilsufakligt samstarv, segði Katrin Gaard.
Hon nevndi, at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu fáa nógv størri leiklut bæði í tí fyribyrgjandi arbeiðinum og í viðgerðini av fólki við varandi sjúkum, men tað krevur meira útbúgving.
Núverandi kommunuskipan er 100 ára gomul, og hon er fløkt. Sjúkrakassarnir eru avloystir av Heilsutrygd, men ábyrgdin er framvegis býtt millum land, kommunur og heilsutrygd. Álitið leggur upp til, at landið, Heiluálaráðið skal standa við allari ábyrgdini við at samskipa.
Katrin Gaard segði, at summi av teimum 22 tilmælunum í álitinum, væntandi vera hersknir bitar at svølgja hjá summum. Her sipaði hon til, at tað verður longri at koyra hjá summum fólkum til lækna. Hinvegin verður frástøðan ikki størri enn so, at hon skuldi verið til at liva við, og fólk fara framvegis at hava sín lækna.
Orka verður ikki beinanvegin til at gera allar broytingarnar. Tær mugu gerast stigvíst segði Katrin Gaard.
Fleiri kommunulæknar á veg
Hóast stóra trotið á kommunulæknum eru glottar at hóma. Tað nevndi Aksel J. Johannesen,landsstýrismaður.
Hann segði, at 10 læknar eru ávegis. Í ár eru fimm læknar farnir at útbúgva seg til kommunulækna, og næsta ár fara fýra í útbúgving aftrat.