Ymiskt er, hvussu nógv verður gjørt burturúr ymsum døgum og høgtíðum á teimum ymsu plássunum í landinum. Hjá sumbingum er ongin ivi, tí Sumba er føstulávintsbygd burturav.
Tað var longu fyrst í hesi øldini, at sumbingar fóru at halda føstulávint við tunnuslátri og dansi og hesi seinnu árini er eisini ein stór veitsla løgst afturat.
Tunnusláttur, veitsla og dansur til tann ljósa morgun er síðani blivin fastur siður í bygdini og tað er ein siður, sum tað ongantíð hevur verið upp á tal at sleppa aftur. Tvørturímóti er hetta blivin ein siður, har ymiskt nýtt er lagt afturat nú og tá, sum tíðin er farin.
Óvist er akkurát, nær hesin siður at sláa tunnu tók seg upp í Sumba. Men tað hevur í hvussu so er verið heilt tíðliga í farnu øld, at teir fóru at sláa tunnu í Sumba, tí sjálvt heilt gomul fólk siga, at tað hevur verið alla teirra tíð.
? Tey fyrstu árini varð sligið uppi á Keldteigum, sum er beint omanfyri húsini á Høgugeil, greiðir frásøgumaður okkara, Gunnar Poulsen í Myllugarðinum í Sumba frá.
Brennivínið lá eftir
Tey fyrstu árini varð sligið sjálvan føstulávintsmánadag, men við tíðini broyttust mangt og hesi seinastu nógvu árini hevur tunnuslátturin verið leygardagin fyri føstulávintsmánadag.
? Tað kemst helst av, at arbeiðsmynstrið broyttist. Fyrr vóru flestu sumbingar til skips og vóru heima um tað mundið. Men nú hevði tað neyvan borið til at sligið mánadag, tí flest fólk eru til arbeiðis- og skulu til arbeiðis aftur týsmorgunin.
? Men kortini er tað ikki altíð, at tað hevur eydnast at sláa tunnuna á sjálvum føstulávint, ella leygardagin frammanundan. Onkuntíð er tað komið fyri, at tunnan er sligin nakað aftaná føstulávint. Tað kundi verið um onkur var deyður í døgunum uppundir føstulávint, tá varð tunnuslátturin útsettur í virðing fyri tí, sum farin var. Tað er eisini komið fyri, at veðrið hevur verið so ringt, at tað ikki hevur borið til at sligið á føstulávint.
Men tað er eisini hent einaferð í fýratiárunum, at tunnuslátturin mátti útsetast, tí Tjaldrið lá innifryst í Danmark við øllum brennivínium, og turrir bar sjálvsagt ikki til at sláa tunnu...
Gunnar Poulsen sigur, at tey fyrstu árini var ikki gjørt so nógv burturúr. Tunnan varð sligin, aftaná var húsagongd og um kvøldið var so dansur í dansistovuni.
? Men síðani er hetta tiltak ment so líðandi. Fyrst í fimtiárinum, so vítt vit vita var tað í 1953, vóru menn fyrstu ferð at síggja í serstakum búna, tá ið teir slóu tunnu.
Hesin siður er varðveittur, tí enn í dag eru menn í búna, tá ið teir sláa tunnu. Teir eru allir í hvítari skjúrtu og kasjett og flagglittum silkibandið um bringuna og teir flestu eru eisini í myrkum buksum.
? Tað var ikki sørt hátíðarligt, tá ið teir fóru at sláa tunnu. Hvør maður hevði sín kepp, sum eisini var málaður í flagglitunum, men við ymsum mystrum. Menninir, sum skuldu sláa, hittust í einum húsi beint eftir døgverða og síðani fóru teir í skrúðgongu niðan til tunnununa, meðan teir sungu. Eg minnist, at tey árini, eg slóð, plagdu vit at syngja ?Á leikvøllum funnust í forðum?, men aðrir sangir vórðu eisini bornir fram í skrúðgonguni.
Sláttur og dansur
Seinni, onkuntíð í sjeytiárunum, varð tunnuslátturin fluttur oman í bygdina, men mannagongdin er enn tann sama, men nú hittast menninir í samkomuhúsinum.
? Áðrenn farið verður at sláa, skulu allir menn draga eitt nummar, og so sláa teir eftir tørni. Men tann sum fær nummar eitt, fær eisini tað álitisstarv av vera skeinkjari og tann, sum er nummar tvey, og kanska nummar trý eisini, verða hjálparmenn hansara. Tá ið tunnusláttur er í Sumba, verður ikki bara skonkt til teir sum sláa, tí øll, sum eru hjástødd, fáa eisini upp í munnin.
Gunnar Poulsen sigur, at tá ið teir hava sligið eina løtu kann tað koma upp á tal at sláa ring rundanum tunnuna og nøkur ørindi kvøðin.
? Men í øllum førum er tað fast, at tá ið teir hava sligið eina góða løtu, verður tunnan bundin upp, so at hon ikki ger fortreð - og ongin óviðkomandi sleppur at henni- og so verður farið niðan í dansistovuna at kvøða eina løtu. Tá ið menn hava kvøðið seg heitar, verður farið omanaftur at sláa. Soleiðis verður hildið á, til tunnan er niðurkomin. Einar tríggjar ferðir verður tunnuslátturin niðurlagdur, meðan farið verður í dansistovuna at dansa.
Heimildarmaður okkara sigur, at tunnuslátturin skal helst vara allan dagin og tí verður tunnan styrkt av einslystum fyri at hon skal vara so leingi sum møguligt. Hon verður væl og virðiliga bandað, fleiri løg av tunnufjalum verða lagdir innaní tunnuni og stáltráður drigin ígjøgnum og neglt og ymiskt annað, so at hon skuldi halda so væl sum yvirhøvur gjørligt.
? Tá ið kattakongurin er funnin, var hann borin ígjøgnum bygdina, niðan í Dansistovuna. Hesi seinastu árini hevur hann eisini fingið steyp. Men kunsturin var, at tann, sum varð kattakongur, skuldi halda til beins og so allur riðilin aftaná at taka hendur á hann at bera hann ígjøgnum bygdina, inn í dansistovuna.
? Tá ið tunnan var niðurkomin, varð gingið húsagongd, til dansurin var um kvøldið. Nú verður ikki so nógv gjørt burturúr húsagongdini, tí nú er veitsla í samkomuhúsinum um kvøldið, áðrenn dansurin byrjar og flestir menn fara heim at skifta.
Veitsla hevur verið í eini 30 ár og atgongumerkini til hana kostar einar 150 krónur og peningurin, sum kemur inn, verður so brúktur til at fíggja næsta føstulávintshald fyri.
? Áðrenn veitslan eisini kom upp í leikin, vóru tað menninir í bygdini, sum sjálvur syrgdi fyri brennivíninum.
? Vit vóru kanska einir 20 mans, sum so bestiltu 60 fløskur tilsamans, ella tríggjar fløskur í part, sum vit so betaltu sjálvir. Men síðani lótu vit tær tvær fløskurnar til tunnuna og høvdu eina eftir sjálvir, sigur Gunnar Poulsen.
Hann sigur, at vanliga eru tað ímillum 17-18 mans til 23-24 mans, ið sláa.
Yvirhøvur eru tað menn í góðum árum, sum sláa, men tað er als ikki óvanligt, at eisini eldri menn sláa nøkur sløg. Børnini sláa fyri seg.
Sum sagt, hevur hvør maður sín kepp og onkrir av teimum heilt gomlu keppunum, ið vórðu gjørdir fyrst í fimtiárunum, eru til enn, so tað hevur sanniliga verið gott tilfar í teimum.
? Í 1953 var ein ódn, sum breyt nógvar telefonpelar í Akrabergi. Tann parturin av pelunum, ið vóru niðri í jørðini, var grivin leysur og keppar evnaðir burturúr. Tað var óføra treyst tilfar og, sum sagt, eru onkrir av teimum til enn.
Keppar vórðu eisini gjørdur burturúr rekaviði.
Men Gunnar Poulsen minnist eisini eina tunnusláing uppi á Keldajørð, har so nógvir keppar brotnaðu, at abbabeiggi hansara, Dánjal í Geilini, mátti standa og høgga keppar til so hvørt burtúrúr spírum, sum vóru fyri hond, so at teir skuldi fáa sligið.
? Antin hevur tunnan verið ov sterk, ella tilfarið í keppunum ov vánaligt.
Eisini konufólk
Upprunaliga vóru tað bara mannfólk, sum slóu tunnu, men í 1959 fóru konufólkini eisini at sláa. Í fyrstu syftu var tað bara hesa einu ferðina, at konufólkið slóg, tí tað datt niðurfyri aftur. Men síðst í sjeytiárunum var hesin táttur tikin uppaftur og síðani hava konufólkini eisini sligið at kalla hvørt ár. Tær plaga at vera eini 15 í tali og mannagongdin er tann sama, sum hjá monnunum og eisini tær eru í serstakum búna.
Tunnan hjá konufólkunum er eisini bandað, men verri enn so so sterkt sum tann hjá monnunum og tað kemur eisini fyri, at menninir mugu geva tunnuni hjá konufólkunum nøkur sløg fyri at fáa gongd á.
Eisini í ár hava sumbingar gjørt seg út til at halda føstulávint, sum tað sømir seg har í bygdini. Føstulávintsmánadagur er í ovurmorgin, og tað merkir so eisini, at tað er í dag, at sumbingar fara at sláa tunnu og í kvøld verður veitsla fyri teimum, sum hava teknað seg, og eftir veitsluna verður dansur og helst fer at lýsa fyri degi, áðrenn hon er liðug.