29 boðsendar til landsliðsvenjing

Komandi uppgávan verður Baltic Cup, sum verður í oktober.

FSF skrivar: 

 

- Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 29 leikarar til landsliðsvenjing á Tórsvølli týsdagin 19. august

 

Fyrireikingarnar til landsliðsavbjóðingarnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum eru á skránni í heyst, eru so smátt farnar í gongd.

 

Eftir at Føroyar fyrr í ár endaðu á einum flottum 2. plássið í bólki C1 í UEFA Nations League, gjørdust okkara kvinnur akkurát ov stuttar at spæla seg víðari sum ein av bestu 2’arunum, eitur næsta uppgávan Baltic Cup, sum verður í oktober.

 

Í fyrsta umfari hevur venjarin, Pætur Smith Clementsen úttikið ein bruttohóp við 29 spælarum úr heimligu kappingini, ið eru boðsendar til venjing á Tórsvølli týsdagin 19. august.

 

Hópurin

Sissal Haraldsen, 07 Vestur

Valborg Østerø, B36

Súsanna Godtfred, HB

Sunniva Willemoes, HB

Teresa Jacobsen, HB

Gunnvá Lutzen, HB

Rúna Jacobsen, HB

Fridrikka Maria Klementsen, HB

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Birita Ryan, KÍ

Durita Hummeland, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Malena Olsen, KÍ

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Jancy Mohr, KÍ

Maria Johansen, KÍ

Vár Johannesen, KÍ

Tóra Mohr, KÍ

Sólja Ernstdóttir, KÍ

Julia Naomi Mortensen, NSÍ

Sara Samson Lamhauge, NSÍ

Heidi Sevdal, NSÍ

Brá Zakariasardóttir, NSÍ

Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

Eyðgerð Berg, Víkingur

Rakul Sørensen, Víkingur

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 105 av teimum 196 londunum, ið eru á listanum. Spania er nummar 1, USA nummar 2, meðan Svøríki er á 3. plássi.