Ert tú komin at kenna fleiri á leguni? ? Tey, sum búgva á sama kamari, sum eg. Tey eru frá Havn, Fuglafirði og onkra aðrastaðni frá eisini. Hvat er tað, sum er so stuttligt á leguni? ? At sigla, rógva [...] rógva kano ... og at spæla fótbólt, sigur Anna Maria, sum næstan beinavegin hevur hug at renna avstað, tí nú skal hennara lið spæla. Fert tú á legu aftur? ? Ja, tað ætli eg mær.
og Ásla Poulsen tannlækni. Niðurstøða nevndarinnar var, at tvey av innkomnu handritunum vóru rættiliga jøvn til dygdar og í vavi, og mælti til, at ein virðisløn varð býtt javnt millum hesi bæði handritini [...] sum Fróðskaparsetur Føroya skrivaði út í 1997, er nú lokin. Vegna vantandi undirtøku varð freistin at senda inn tilfar longd seks mánaðir til 1. februar í ár. Trý handrit komu inn, og ein dómsnevnd mannað [...] Tórshavn og Axel Mortensen í Tórshavn. Í virðisløn fáa tey 2500 kr. í part. Fróðskaparsetrið fer í næstum at skriva út nýggja ritgerðarkapping. Nærri verður greitt frá hesum í fjølmiðlunum.
fti og miðja ímóti at leggja fasta arbeiðsætlan. Tað verður m.a. at fáa tilfar til vega, og seta í verk búskaparmodell, har roynt verður at lýsa t.d. hvørjar avleiðingar tað fær, at blokstuðulin verður
vøkur á at líta. Gul á liti og sniðið er næstan sjarmerandi. Um einum dámar bøllutu sniðini á bilum og øðrum lutum frá fimtiárunum, so er henda vøkur á at líta, hvørki meira ella minni. Sigast má, at filmsliðið [...] Ein eldri bensinpumpa hevur staðið í Sumba og stóð eisini, tá filmsfólk vóru og valdu hóskandi støð at taka filmin hjá Katrin Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird, upp í. Tann pumpan er síðan tikin burtur og
fyri skeiði fyri dagrøktarmammur, har mammurnar fingu hugskot til ymiskt at stimbra børnini við. Eisini kundi verið farið undir at skipa fyri tiltøkum sum fyri nøkrum árum síðani á Barnabókasavninum. [...] dagrøktarmammum er týdningarmikil og má takast fram. Arbeiðsstøðan hjá einari dagrøktarmammu er soleiðis, at hon er rættiliga »einsamøll« í arbeiðsdegnum. Dagurin er langur og mangan strævin. Eitt ávíst úrskifti [...] kundi verið broyttur til tað betra um kommunan saman við foreldrum og dagrøktarmammum settu seg niður at tosa um hesi viðurskiftini. Sharon Weiss, ið í fleiri ár hevur arbeitt við børnum undir skúlaaldri
sokallaðu karensdagarnir - at fastlønt verða trekt í løn teir fyrstu tveir sjúkradagarnar. Í hesum uppskotið verður eisini viðmerkt, at flokkurin í øðrum uppskoti skjýtur upp, at tímalønt samstundis fáa dagpening [...] fastlønt á hesum øki. Fimta málið hjá Javnaðarflokkinum er uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 1998 at rinda meirútreiðslur, ið standast av omanfyri nevndu uppskotum.
Javnaðarfloksins, so er væl hugsandi, at hann seinni í summar verður Føroya Løgmaður - um so er, verður tað Marita Petersen sum restina av hesum valskeiði fer at sita á Christiansborg. [...] Verður tað aktuelt, at eg skal í landsstyrið aftan á næsta løgtingsval, so lati eg fólkatingssessin til næsta mann á listanum. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum í gjár varð valdur á Fólkating við fleiri [...] atkøvður. Næstur eftir henni á listanum er Atli Dam, sum fekk góðar 600 atkvøður. Tey eru fleiri, ið spáa, at Javnaðarflokkurin kann koma í eini lyklastøðu í løgtingini eisini aftan á komandi løgtingsval sum verður
í Reykjavík. Skipað varð fyri at skúlabørn úr Grandaskúlanum í Reykjavík í samráð við garðyrkjustjóran skóru stiklingarnar, sum síðani eru sendir til Føroyar við skipi, at fjølga um viðavøksturin í Tórshavn [...] Tórshavn. Farið verður nú, komandi tveir mikudagarnar, undir at gróðurseta stiklingarnar á viðalundarøkinum í Havnardali, og vera tað børn av Venjingarskúlanum, ið skula seta niður saman við lærarum og fólki [...] fólki frá Skógrøktini og býargartnaranum. Hugskotið er eisini at menna samstarv millum skúlar og næmingar í báðum londunum.
vælkomin at luttaka, og luttakararnir skulu møta niðan fyri Runavíkar Sjómansheim hálvan tíma áðrenn renningin byrjar. Skipað hevur verið fyri hesi motiónsrenning í nøkur ár, og ætlanin er at hetta skal [...] tiltak á hvørjum ári. Hini árini hava verið uml. 20-25 luttakarar, men fyrireikararnir vóna at nógv fleiri fara at luttaka hesaferð. Luttøkugjald fyri vaksin er 20 kr., meðan børn ikki skulu gjalda.
Johannus Olsen sigur, at einasta broytingin í sambandi við at nýggju eigararnir hava yvirtikið skipið er, at tað framyvir verður skrásett á Toftum. Manningin er tann sama, og tað merkir, at teir 14 menninir