Línuskipið Eysturoyingur, sum Kongshavnar Trolarafelag við Bjarta Mohr og øðrum átti, hevur fingið nýggjar eigarar.
Eitt nýtt partafelag, kallað P/F Eysturoyingur, hevur keypt gamla Sundaenni, ella Vágbing.
Nýggjur reiðari á Eysturoyingi er Johannus Olsen, sum saman við P/F Snodd eigur nýggja partafelagið.
Johannus Olsen sigur, at einasta broytingin í sambandi við at nýggju eigararnir hava yvirtikið skipið er, at tað framyvir verður skrásett á Toftum.
Manningin er tann sama, og tað merkir, at teir 14 menninir, sum vóru við Eysturoyingi, framhaldandi verða við skipinum.
Hvørki nýggi ella gamli eigarin vilja siga nakað um hvat teir hava latið ella fingið fyri skipið.
Eystuoyingur er bygdur í 72/73 á Vestmanna Skipasmiðju, men er upppussaður fyri ikki so langari tíð síðan.