Ritgerðarkappingin um tenn, tannasjúkur og tannarøkt, sum Fróðskaparsetur Føroya skrivaði út í 1997, er nú lokin. Vegna vantandi undirtøku varð freistin at senda inn tilfar longd seks mánaðir til 1. februar í ár. Trý handrit komu inn, og ein dómsnevnd mannað við trimum fólkum hevur mett um tilfarið. Í nevndini sótu Eyðun Andreassen fólkaminnisfrøðingur, Jóan Pauli Joensen fólkalívsfrøðingur og Ásla Poulsen tannlækni.
Niðurstøða nevndarinnar var, at tvey av innkomnu handritunum vóru rættiliga jøvn til dygdar og í vavi, og mælti til, at ein virðisløn varð býtt javnt millum hesi bæði handritini.
Vinnandi handritini áttu Nancy Vesturbú í Tórshavn og Axel Mortensen í Tórshavn. Í virðisløn fáa tey 2500 kr. í part.
Fróðskaparsetrið fer í næstum at skriva út nýggja ritgerðarkapping. Nærri verður greitt frá hesum í fjølmiðlunum.