Anna Maria hevur búð nøkur ár í Danmark, men áðrenn hon fór niður, búði hon á Velbastað.
Hví komst tú á legu?
? Eg var einaferð sum heilt lítil á eini familjulegu í Zarepta. Eg minnist næstan einki frá tí, men vildi nú sleppa aftur til Zarepta. Nakrar vinkonur hjá mær eru eisini við.
Ert tú komin at kenna fleiri á leguni?
? Tey, sum búgva á sama kamari, sum eg. Tey eru frá Havn, Fuglafirði og onkra aðrastaðni frá eisini.
Hvat er tað, sum er so stuttligt á leguni?
? At sigla, rógva kano ... og at spæla fótbólt, sigur Anna Maria, sum næstan beinavegin hevur hug at renna avstað, tí nú skal hennara lið spæla.
Fert tú á legu aftur?
? Ja, tað ætli eg mær.