Jóannes Eidesgaard: Setur landsstýrissess hægri enn fólkatingssessin

- Vit seta føroyska politikkin hægri enn fólkatingsarbeiðið, sigur Jóannes Eidesgaard

­ Verður tað aktuelt, at eg skal í landsstyrið aftan á næsta løgtingsval, so lati eg fólkatingssessin til næsta mann á listanum.


Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum í gjár varð valdur á Fólkating við fleiri enn 1800 persónligum atkøvðum. Næst á listanum er Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður. Hon fekk góðar 1.000 persónligar atkøvður. Næstur eftir henni á listanum er Atli Dam, sum fekk góðar 600 atkvøður.


Tey eru fleiri, ið spáa, at Javnaðarflokkurin kann koma í eini lyklastøðu í løgtingini eisini aftan á komandi løgtingsval sum verður um stutta tíð. Tá Jóannes Eidesgaard er løgmansvalevni Javnaðarfloksins, so er væl hugsandi, at hann seinni í summar verður Føroya Løgmaður - um so er, verður tað Marita Petersen sum restina av hesum valskeiði fer at sita á Christiansborg.