Stórfingin gáva úr Reykjavík

.

Býargartnarin í Reykjavík, Jóhann Pálsson, hevur í samstarvi við Skógrøkt landsins og Tórshavnar býráð skipað fyri stórfingnari gávu til býin. Gávan er 30.000-40.000 stiklingar av alaskapíli.

Hugskotið til gávuna er sprottið av tí góða samstarvi, ið Skógrøkt landsins og býargartnarin hava við garðyrkjustjóran í Reykjavík. Skipað varð fyri at skúlabørn úr Grandaskúlanum í Reykjavík í samráð við garðyrkjustjóran skóru stiklingarnar, sum síðani eru sendir til Føroyar við skipi, at fjølga um viðavøksturin í Tórshavn.

Farið verður nú, komandi tveir mikudagarnar, undir at gróðurseta stiklingarnar á viðalundarøkinum í Havnardali, og vera tað børn av Venjingarskúlanum, ið skula seta niður saman við lærarum og fólki frá Skógrøktini og býargartnaranum.

Hugskotið er eisini at menna samstarv millum skúlar og næmingar í báðum londunum.