Annað uppskot er lóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Hetta snýr seg um 30 milliónir, sum í krepputíðini í 1993 vórðu læntar úr grunninum, tá Arbeiðsloysisskipanin var í vanda. Triðja uppskotið er um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð. Hetta málið snýr seg um teir sokallaðu karensdagarnir - at fastlønt verða trekt í løn teir fyrstu tveir sjúkradagarnar. Í hesum uppskotið verður eisini viðmerkt, at flokkurin í øðrum uppskoti skjýtur upp, at tímalønt samstundis fáa dagpening frá fyrsta sjúkradeg í staðin fyri sum nú, frá triðja sjúkradagi. Við hesum vil flokkurin javnseta tímalønt og fastlønt á hesum øki.
Fimta málið hjá Javnaðarflokkinum er uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 1998 at rinda meirútreiðslur, ið standast av omanfyri nevndu uppskotum.