Gomul og gul bensinpumpa

Tað dámdi filmsfólkunum so illa at ein gomul bensinpumpa var flutt í Sumba, at tey útvegaðu sær eina ístaðin

Ein eldri bensinpumpa hevur staðið í Sumba og stóð eisini, tá filmsfólk vóru og valdu hóskandi støð at taka filmin hjá Katrin Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird, upp í.

Tann pumpan er síðan tikin burtur og so vóru góð ráð dýr hjá filmsfólkunum, tí hon skuldi vera við.

Tey settu seg í samband við oljufelagið Shell, sum útvegaði eina rættiliga gamla bensinpumpu. Henda er vøkur á at líta. Gul á liti og sniðið er næstan sjarmerandi. Um einum dámar bøllutu sniðini á bilum og øðrum lutum frá fimtiárunum, so er henda vøkur á at líta, hvørki meira ella minni. Sigast má, at filmsliðið misti nakað, men fekk okkurt minst líka gott ístaðin við hesi serstøku, gulu pumpuni, sum í løtuni setir dám á bygdarmyndina í Sumba.