Vinnunevndin hevur gjørt. Tó hevði løgmaður, sum umsitur oljumál, nakrar betonkiligheitir. Hann ber ótta fyri, at lokalpolitikkur longu nú er komin uppí oljumálið. Tulkar løgmaður málið rætt, so er greitt, at [...] til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni [...] at tey gjørdu av, hvat øki er best at brúka, men hinvegin fara tey ikki at mótmæla, um vit siga teimum, hvar útgerðarhavnin skal vera. Enn eru vit bert komin stutt í útviklinginum, so tað kann tykjast
skuldi verið til gagns fyri bæði arbeiðara, arbeiðsgevara og okkum øll. Í seinasta enda skuldi hon spart okkum fyri syrgiligar vanlukkur, eins og tað skuldi verið sparandi fyri sjúkrahúsverkið, um hugburðurin [...] TÓNARNIR hjá teimum ungu framherjandi heykunum vóru nærum afturljóð frá uttasta høgra. Óla Breckmann, tá hann var upp á tað »besta« í stríði sínum móti øllum tiltøkum til frama fyri føroyska arbeiðaran [...] uppskotið fyri einum 7-8 árum síðani, men Løgtingiðh evur verið so lítið at sær komið, at tvær ferðir er málið fallið burtur. Nú er líkt til at uppskotið vinnur frama. FÓLKAFLOKKURIN var bangin fyri, at nýggja
ÍSTAÐIN fyri at brúka 40 mill. kr. til íløgustuðul er ætlanin at brúka henda pening til at endurnýggja flotan fyri. Hetta er meira framtíðarætað, og tann rætta gongdin, men hvør fer at smíða skip fyri 30-40 [...] TALSMENN fyri djúpvatnstrolararnar hava víst á, at fellur íløgustuðulin burtur, fer meginparturin av teimum 14 djúpvatnstrolarunum á heysin. HETTA fer fyrst og fremst at raka Suðuroynna, har teir flestu [...] kanning, hvussu raksturin sær út í tølum og talvum, og hvussu nógv skal til fyri at halda lív í flotanum, sum hevur verið fyri minkandi fiskiskapi seinastu árini. KANNINGIN hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen
almenna skal hava meirilutan. Ein kundi spurt, um tað nú er rætt, at peningaognirnar hjá teimum fyritøkum og teimum persónum, sum Palleba og Marsanna bjargaðu við bankabjargingunum, nú eisini skulu fevna [...] tosa vit nú um trý føroysk oljufeløg. Sambart SvF hava stóru vinnulívsfyritøkurnar tikið seg saman fyri at savnapening í eitt privat føroyskt oljufelag. Hetta hendir um somu tíð, sum aðrir føroyingar saman [...] draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann peningasterki, sum stýra
fólk, ið ikki hóvaðu teimum sokallaðu rætttrúgvandi og stýrandi - nú er oftani talan um fólk, sum systemið ikki hevur pláss fyri. SJÁLVANDI skulu tey, ið fremja brotsverk bøta fyri hetta. Men okkara samfelag [...] hava sagt hetta áður og fara at endurtaka tað her: at tað er einki minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri amerikanarar, at teir framhaldandi - nú vit nærkast ár 2000 - við statsins góðkenning, drepa [...] eiga vit heldur ikki at gloyma, hvussu mong ósek mugu lata lív ella fáa lívlangt fongsul fyri órættvísar dómar - fyri dómar, sum eru feldir, tí teir harvið skuldu gera tað lættari hjá løgregluni og systeminum
og løgting - uttan at føroysku politikararnir høvdu somu fyritreytir fyri at kenna avleiðingarnar - tí stjórnin ikki segði teimum allan sannleikan! Slíkt er ikki álitisvekjandi - slíkt er álitisniðurbrótandi [...] ði, men tað megnaði hann ikki. Nú stríðist stjórnin av øllum alvi at vinna atkvøðuna hjá Jóannesi fyri Hvítusunnupakkanum. Men í avtalu við leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum í mars varð gjørt greitt
ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av fortreytunum fyri gransking av ymsum [...] nakrar av mest týðandi fiskastovnunum og heimsins reinasta sjógv eru Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil fyri einum heilt náttúrligum granskingarumhvørvi. AT vit í dag hava eitt granskingarumhvørvi á fleiri á [...] týdning. EFTIR okkara tykki eigur granskingin eisini at verða løgd til rættis við eini komandi oljuvinnu fyri eygað. Hvussu sær okkara samfelag út undan oljuinnrásina og hvussu fer tað at síggja út, tá vit eru
stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum. STEVNURNAR líkasum loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki, tí samanhaldi og tí fjølbroytni, sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur [...] fara vit í ár at skipa fyri serstøkum stevnubløðum í sambandi við allar stevnurnar. Vit fara at umrøða tiltøk á stevnunum og annars seta kikaran á stevnuplássini. Vit leggja fyri í dag við einum ?Norðo [...] eiga stevnurnar eisini sín part av hesum dámi. Tær líkasum boða frá nøkrum góðum og livandi. Við teimum fer bráddliga alt upp at liva, sum hevði stórur partur av samfelagnum og fólkinum her ligið í dvala
dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið niðri í Spania 11. oktober í fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð [...] dagin, og við forminum, sum okkara fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni, skuldu fortreytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar. HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. [...] størsta áhugan millum fólk, sær út til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin fer eisini at fylgja við teimum eins og øllum hinum bátsmanningunum. HÓAST Sosialurin sum oftast ger vart við seg sum »blaðið við
hevur nógv at síggja til. Síggja vit í fyrstu atløgu burtur frá teimum heimligu viðurskiftunum, sum tó ikki eru minni týðandi og álvarssom fyri tað, so skal landsstýrið í næstum upp til sína fyrstu sveinaroynd [...] og fyri tað eisini danska forsætisráðharranum mugu finna út av. Vit mugu meta um støðuna og vita, hvat tænir Føroya søk best. Vit mugu viga fyrimunir og vansar við at loysa málið sum skjótast fyri harvið [...] av flokkunum á tingi til at átaka sær hesa stóru uppgávu kunnu vit bert vóna, at hann verður førur fyri at verja søk okkara men samtíðis eisini vera við til at skapa góð viðurskifti millum báðar ríkispartarnar