eisini tíð til at práta um effodeildina. Nomið var við spælaraflytingar, og nomið var eisini við teir venjararnar feløgini hava sett í starv til komandi kappingarár. Enn er nakað tíðliga at rópa um favo [...] favorittstøður, men Tróndur Arge heldur, at tað sær ógvuliga gott út hjá NSÍ nú FM-venjarin yvir øllum, Sámal Erik Hentze og verjuskansin, Jóhan Troest Davidsen eru komnir til NSÍ. Jónas Tór Næs styrkir tó [...] í júst verjuni farna kappingarár. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Tróndur Arge hevði at siga um effoliðini í sendingini SportBoxin.
málinum. Tí skriva fleiri álítandi enskir journalistar, ið fylgja Liverpool neyvt, at Jurgen Klopp hevur í huganum, at styrkja liði við nýggjum málverja. Og ensku journalistarnir halda seg eisini, hvørjar [...] Tað tykist eingin ivi vera um, at Jurgen Klopp og Liverpool, í summar ætla sær nýggjan málverja. Simon Mignolet, ið leingi hevur verið fyrsti málverji í Liverpool, hevur í løtuni tapt dystin um málmansplássið [...] Oblak úr Atletico Madrid. Av teimum báðum fæst Allison Becker fyri ein bíligari prís. Hann væntast at kosta 370 milliónir krónur, meðan Jan Oblak helst skal keypast leysur fyri góðar 750 milliónir krónur
Felagsliðið í Suðuroynni, sum komandi ár fer at hava navnið Suðringar, boða í kvøld frá, at felagið hevur styrkt um verjupartin til komandi kappingarár. Leikarin, ið skal styrkja um liðið hjá Suðringum [...] verjuleikarin frá felagnum, ið Maurice Ross vandi, áðrenn hann til seinasta kappingarár kom til Føroyar at vera venjari. Dennis Nielsen, ið er dani, hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Esbjerg. Men eisini hevur [...] danski verjuleikarin roynt seg í danska felagnum Varde IF. Á Facebook síðuni hjá Suðringum stendur, at danski verjuleikarin kemur til landið fyrst í januar 2018.
a og visuella popptónleiki. – Tá ið eg flutti niður at lesa, sat eg ofta um kvøldarnar og arbeiddi við sangum og tónleiki, og tá fór eg at hugsa, at eg skuldi gjørt meira við tað. Tað var líkasum byrjanin [...] skjótt. Frum hevur givið fleiri sangir út, og hon hevur verið á konsertferð í Kina. Omanfyri ber til at sígga video-samrøðu við Jenný Kragesteen um Frum.
verjumálaráðharrin, Jim Mattis, heldur, at kjarnorkuhóttanin úr Norðurkorea veður alsamt størri. USA fer at svara hart aftur, um Norðurkorea skuldi funnið upp á at nýtt kjarnorkuvápn. Tað leggur amerikanski [...] Seoul, har Mattis hitti suðurkoreanska verjumálaráðharran, Song Young-moo. Her sigur Mattis annars, at hóttanin frá Norðurkorea verður alsamnt størri. – Norðurkorea økir framvegis hóttanirnar ímóti grannum
hevur ein GPS í, soleiðis at til ber at fylgja á leiðini, og síðani fáa kunning um millum annað streymviðurskifti. Finnur tú fløskupostin á sjónum, so verður tú biðin um at kasta hann út aftur á sjógv [...] Nú er líkt til, at fløskuposturin, sum íslendskir granskarar sleptu á sjógv fyri góðum ári síðani, er rikin til Húsavíkar, og møguliga er hann komin á land á sandoynni. Í januar mánaði í fjør sleptu íslandskir
mugu Hallur Hansson gera klárt til fyrst at spæla ein dyst ímóti taparanum av hinari niðurflytingarhálvfinaluni, sum er millum AGF og Esbjerg um at sleppa undan at flyta beinleiðis niður í 1. deild. Hallur [...] Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens upplivdu í kvøld eitt stórt afturstig í royndunum at yvirliva í donsku superliguni. AC Horsens tapti 0-3 ímóti Viborg á útivølli í tí fyrru niðurflytingarh
HB endaðir við javnleiki, og fólk í Havn eru so von við, at grannarnir spæla javnleik, at tað er blivið upplagt. Tí heldur Róaldur Jakobsen, at um B36 skal vinna seg í finaluna so má tað verða við einum [...] einum 2-2 ella einum 3-3 javnleiki. Um vakra lobbmálið hjá sær viðgongur Róaldur Jakobsen, at tað var ikki heilt tilætlað, men fegin var hann tá hann sá bóltin fara í málið til 1-1.
myndini fyri at síggja samandráttin Ikki færri enn tvær ferðir fór dómarin, Rúni Gaardbo, í lumman eftir reyða kortinum. Fyrst fekk miðvallarin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, beinleiðis reytt kort fyri at sláa Pætur [...] Jacobsen, eftir at hesir fóru umkoll á miðjum vølli. Les eisini: (Video) Her eru málini í Sarpugerði Stutt fyri tíð fekk áleyparin hjá Skála, Brian Jacobsen, sítt annað gula kort, eftir at hann elti verjuspælara
Alt bendir á, at samgongan ætlaði, at ein semja skuldi verið komin undir land um fiskivinnunýskipanina nú, tí bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum eru ella fara uttanlands í hesi vikuni [...] vikuna. Hann fer til London har hann skal hitta ovastan fyri russisku fiskivinnufyristingini, umframt at hann eisini skal hitta ES-kommiserin, sum hevur fiskivinnu undir sær. Meðan Høgni Hoydal er í London [...] halda røðu á flaggdagshaldinum í London í morgin. Sum skilst fer landsstýrismaðurin eisini til Brússel at halda ein fund afturat við ES um fiskivinnu.