Tróndur: Sær sera spennandi út hjá NSÍ

(Rás2) Hoyr Trónd Arge, ítróttarredaktør taka samanum spælaraflytingar og venjarastarvssetanir í effodeildini

Í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 seinnapartin ígjár góvu Heri Simonsen og Tróndur Arge sær eisini tíð til at práta um effodeildina.

 

Nomið var við spælaraflytingar, og nomið var eisini við teir venjararnar feløgini hava sett í starv til komandi kappingarár.

 

Enn er nakað tíðliga at rópa um favorittstøður, men Tróndur Arge heldur, at tað sær ógvuliga gott út hjá NSÍ nú FM-venjarin yvir øllum, Sámal Erik Hentze og verjuskansin, Jóhan Troest Davidsen eru komnir til NSÍ. 

 

Jónas Tór Næs styrkir tó væl um verjuna hjá B36, sum hevði ein trupuleika í júst verjuni farna kappingarár.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Tróndur Arge hevði at siga um effoliðini í sendingini SportBoxin.