Video: Hallur og Horsens taptu greitt

(Video) Síggj hæddarpunktini frá fyrru niðurflytingarhálvfinaluni millum Viborg og AC Horsens, sum Viborg vann 3-0

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens upplivdu í kvøld eitt stórt afturstig í royndunum at yvirliva í donsku superliguni.

 

AC Horsens tapti 0-3 ímóti Viborg á útivølli í tí fyrru niðurflytingarhálvfinaluni. Um AC Horsens ikki vinnur við fýra málum í tí seinnu niðurflytingarhálvfinaluni týskvøldið, so mugu Hallur Hansson gera klárt til fyrst at spæla ein dyst ímóti taparanum av hinari niðurflytingarhálvfinaluni, sum er millum AGF og Esbjerg um at sleppa undan at flyta beinleiðis niður í 1. deild.

 

Hallur Hansson kom á vøllin tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Viborg F.F. – AC Horsens 3-0 (1-0)


1-0 Sjálvmál (21.)
2-0 Jung-Bin Park (78.)
3-0 Osama Akharraz (87.)

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum.