Frum er eitt av teimum nýggju og spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum. Høvuðspersónur í Frum er Jenný Kragesteen, og hon hevur eftir stuttari tíð vunnið út um landoddarnar við sínum elektroniska og visuella popptónleiki.
– Tá ið eg flutti niður at lesa, sat eg ofta um kvøldarnar og arbeiddi við sangum og tónleiki, og tá fór eg at hugsa, at eg skuldi gjørt meira við tað. Tað var líkasum byrjanin til Frum, sigur Jenný Kragesteen.
Fyri umleið einum ári síðani kom fyrsti sangurin hjá Frum út, og fyrr í ár hevði Frum sína fyrstu live-framførslu. Síðani hevur tað gingið skjótt. Frum hevur givið fleiri sangir út, og hon hevur verið á konsertferð í Kina.
Omanfyri ber til at sígga video-samrøðu við Jenný Kragesteen um Frum.










