Rodríguez: - Nú er nóg mikið úr Washington

- Nú er nóg mikið av boðum úr Washington til politikarar í Venesuela, sigur virkandi forsetin í landinum

Í røðu til oljuarbeiðarar sigur virkandi forsetin í Venesuela, Delcy Rodríguez, at hon hevur fingið nokk av boðum úr Washington.

 

- Nóg mikið av boðum úr Washington til politikarar í Venesuela. Lat venesuelska politikkin loysa okkara innanhýsis ósemjur. Nú er nóg mikið av útlendskum valdi, segði hon í røðuni fyri oljuarbeiðarum.

 

Delcy Rodríguez var varaforseti í Venesuela og varð sett sum virkandi forseti, eftir at amerikanskar serdeildir tóku forseta landsins, Nicolás Maduro og konu hansara, Cilia Flores.

 

Hetta hendi í høvuðsstaðnum í Venesuela, Caracas, hin 3. januar. Nicolás Maduro hevur noktað seg sekan í skuldsetingunum, sum USA hevur ímóti honum.

 

USA hevur síðan havt samband við Delcy Rodríguez og Donald Trump, forseti í USA, hevur sagt, at hann nú hevur tamarhald á oljuøkinum í Venesuela.

 

Nú er so líkt til, at virkandi forsetin í Venezuela er farin at troyttast av amerikanska áganginum.