Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at brandskipanin fór í gongd klokkan 05:45, og bummarnir fóru niður, so tunnilin stongdi.
Løgreglan fór á staðið og skundi skjótt staðfesta, at eingin eldur var, men at talan helst var um tekniskt brek í onkrum av teimum mongu skápunum, sum eru í tunlinum. Hetta verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin.
Tunnilin lat upp aftur klokkan 06:10.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.











