Vakra lobbmálið var ikki tilætlað

(Frá Rás2) Hoyr málskjúttan hjá B36, Róald Jakobsen taka samanum enn ein javnleik ímóti HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Róald Jakobsen, sum javnaði til 1-1 fyri B36, sum gjørdist endaliga úrslitið ímóti HB í tí fyrru hálvfinaluni.

 

Í landskappingini eru teir seinastu 9 av 13 dystunum millum B36 og HB endaðir við javnleiki, og fólk í Havn eru so von við, at grannarnir spæla javnleik, at tað er blivið upplagt. Tí heldur Róaldur Jakobsen, at um B36 skal vinna seg í finaluna so má tað verða við einum 2-2 ella einum 3-3 javnleiki.

 

Um vakra lobbmálið hjá sær viðgongur Róaldur Jakobsen, at tað var ikki heilt tilætlað, men fegin var hann tá hann sá bóltin fara í málið til 1-1.