Amerikanski verjumálaráðharrin, Jim Mattis, heldur, at kjarnorkuhóttanin úr Norðurkorea veður alsamt størri.
USA fer at svara hart aftur, um Norðurkorea skuldi funnið upp á at nýtt kjarnorkuvápn.
Tað leggur amerikanski verjumálaráðharrin, Jim Mattis dent á í morgun.
– Takið ikki feil. Vit vinna á einumhvørjum álopi ímóti USA og okkara sameindu, segði Jim Mattis á tíðindfundi.
– Um Norðurkorea nýtur kjarnorkuvápn, verður svarað aftur við sterkum hernaðarligum tiltøkum, sum verða effektiv og sannførandi, sigur amerikanski verjumálaráðharrin.
Hetta segði hann á einum tíðindafundi í Seoul, har Mattis hitti suðurkoreanska verjumálaráðharran, Song Young-moo.
Her sigur Mattis annars, at hóttanin frá Norðurkorea verður alsamnt størri.
– Norðurkorea økir framvegis hóttanirnar ímóti grannum sínum og restina av heiminum við sínum ólógligu og óneyðugu missil- og kjarnorkuvápnum, sigur hann.
/ritzau/AP