kommunan aftur út at lána pening, nú inntøkan er hægri enn nakratíð. Í niðanfyri standandi yvirliti sæst, hvussu skjótt og hvussu nógv meirilutin hevur økt rakstrarútreiðslurnar. Serliga er vert at leggja merki [...] uppskot bleiv tíverri felt. 100 mió. í lán Tað er harmuligt at síggja, hvussu lætt verður farið um skattaborgaran pening. Rakstrarútreiðslurnar økjast við fullari ferð, og í reinari desperatión skal kommunan [...] rakstrarútreiðslurnar hækka alt ov nógv og metti, at rætt er at tálma hendan vøkstur nakað. Eisini helt minnilutin, at tað er óforsvarligt og órealistiskt at seta so nógv av til íløgur, serliga tá ætlanin
ferðir. Tjóðhild hevur eisini verið nevndarlimur í Unga Tjóðveldi, og er í løtuni bæði forkvinna í Føroya Ungdómsráð og í næmingaráðnum í Hoydølum. - Í ungdómspolitikki havi eg arbeitt fyri øllum møguligum [...] er bara ein uppgáva í samfelagsfrøði, sigur Tjóðhild Patursson, sum er ein rættiliga kendur ungdómspolitikari. Liggur í blóðinum Hóast Tjóðhild sigur seg fegnast um, at næmingarnir í samfelagsflokkinum [...] kenni nógv fólk, og fleiri hava boðað frá, at tey vilja stuðla mær á ymsan hátt, sigur unga valevnið, sum nú fer undir at fyrireika seg til valstríðið. – Nú fari eg at fundast við forkvinnuna í Unga Tjóðveldi
hetta fyri eina deyðsfellu, men tað er kanska í so nógv sagt. Men eg skilji væl, at fólk eru desperat, tá tey hava livað við so vánaligum sambandi í so nógv ár, segði Tobbi. Hann tók undir við uppskotinum [...] at tosa um teir nýggju. - Hvussu neyðugt hetta er, hava vit beint í hesi løtu fingið fullgott prógv fyri í hesi løtu, nú tað frættist at ein lastbilur hevur skorað seg fastan í tann norðara tunnilin á Borðoynni [...] økinum. Í tunlunum er heldur ikki ljós. Skal ljós setast í, fer hetta bara at gera tað enn truplari at koyra í gjøgnum, tí ein so má avskriva lastbilar, bussar og helst eisini vøruvognar. - Í fleiri ár
tað var neyvan dagur at vit ikki vóru inni og vitjaðu. Omman og abbin búðu í einum parti av húsinum, so har í húsinum vóru altíð nógv børn. Vit føldu okkum altíð vælkomin. Salli hevur verið og er ein sera [...] fyltur 80 ár. Í '69 keypti hann »Haraberg« sum var 30 tons, saman við beiggja sínum Ásmund Lognberg, Tórolv Poulsen, Eyðun Poulsen, Herman Winther og Ádvald Juul. Teir drivu tann bátin í nógv ár og fiskaðu [...] øll árini. Tá teir seldu »Haraberg« mitt í 80'unum, keypti Salli glastrevjabátin »Hemarin«, sum hann róði nógv út við línu um vetrarnar. Smádreingir engdu í skúrinum. Sum onkur hevur sagt so beinrakið
sjálvari skipanini. 47 ára gamli Jóannis býr í sambýlinum á Mýruni í Havn. Har hevur hann búð í umleið 23 ár. Systir hansara, Turið Jacobsen, býr eisini í Havn, har hon arbeiðir sum ergoterapeut. Tey eru [...] fyri, hvørjar avleiðingar tað fær. Men í Føroyum eru eingi yvirskipað krøv. Javni hevur í fleiri ár eftirlýst, at tey menningartarnaðu í Føroyum fáa betri trygd, og í hesum sambandið hava tey víst á, at tey [...] leiðandi starv í skipanini, meðan fleiri góð og dugnalig fólk søgdu upp. Turið valdi í fyrstu syftu at hava álit á tí kunning, sum hon fekk frá leiðsluni. Men eftir at hon hevur fingið alment innlit í sakina,
høvuðsrøddunum í føroyska barnafilminum – Benjamini og vinmanni hansara Kaleb. Í veruleikanum og í gerandisdegnum hava teir báðir havnardreingirnir kunnleika til tað sum filmurin snýr seg um, men í filminum [...] Havn: - Hesin filmurin fortelur sera væl, hvussu lívið hjá Jesusi var, siga vinmenninir báðir, Kristin og Edvin. Í filminum leggja teir rødd til og geva lív til dreingirnar Benjamin og Káleb, og hvussu [...] fingu handritið heim við at lesa, og síðani tóku vit alt upp í Studio 1 í Útvarpi Føroya. Tað var sera áhugavert og stuttligt at vera við í hesum, greiða teir frá. Teirra fatan er, at Jesus-filmurin er
Føroyar í 1943. Var fyrst í Sørvági og síðan 9 mánaðir í Havn. Vanliga vóru vit sendir 18 mánaðir í sama stað, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum. Men eg var í Frankaríki tíðliga undir krígnum í 1940 [...] giftir við tveimum systrum. Tað vóru annars nógv giftarmál millum bretskar hermenn og gentur úr Vágum. Kom at kenna nógv fólk Eg kom eisini at kenna nógv fólk í Sørvági. Ein tann fyrsti føroyingur, sum [...] sjálvur. Sjálvur var eg við í einum verkfrøðingaliði, sum hevði byggiuppgávur um hendi. Eg var so í Vágum í 20 mánaðar. Tað vóru aðrir, sum høvdu verið í hálvt fjórða ár. Fólk vóru sera vinarlig, og eitt
meðan hon er í Føroyum. Benjamin og Mortan njóta at vera í Danmark, teir spæla úti í góðveðrinum við børnini hjá Onnu. Maria, harafturímóti, hugsar nógv um framtíðina, sum hon ber ótta fyri. Men í samráð við [...] Maria er moyr í øllum kroppinum, og hennara frøknutu kinnar eru reyðir, og bláu eyguni bloytt í gráti. Hon er máttleys, men glað fyri at vera í tryggum hondum hjá vinkonuni langt burtur frá Kim. Í nakrar vikur [...] Mariu, Jens, er í Danmark, so hann hjálpir teimum at koma uppá pláss. Hjá Mariu, sum plagar at gera nógv burturúr í heiminum við nipstingum sum hugna um, er tað torført at fella til í hálvtómu íbúðini
tvey Í starvslýsingini hjá biskupi verður sagt, at biskupurin er geistliga háyvirvaldið í stiftinum. Hann hevur eftirlitið við prestunum og kirkjuráðunum í stiftinum. Jógvan ætlar tí at gera nógv burtur [...] r verða framdar. Ein munur er at finna í talinum av sálmum og í tekstlesingini við hesar deknagudstænasturnar. Í aðrari kirkjuni syngja tey ein sálm minni enn í hinari. Um ein yvirførir hesa myndina til [...] vissan mun biskupinum upp í hendur at taka avgerðir í ávísum málum. Tað er litið biskupinum til at skipa alla prestatænastuna í stiftinum. Í ávísum førum gevur lóggávan biskupinum myndugleika at geva unda
Joensen er føddur í Havn í 1953. Í 1977 nam hann sær útbúgving á deildini fyri tekning og grafikk á Danmarks Designskole í Keypmannahavn eftir fýra ára skúlagongd. Hann hevur verið á námsferð í londum sum Spania [...] sjóvarmálan, eitt gróthús í haganum, hús mest sum frágingin í kava ella skýming, okkurt kortini við ljósi í onkrum vindeyga til at standa ímóti illveðrinum, ið tekur seg upp. Nógv einsemi er í myndunum, eisini [...] foto- og videoframsýning upp í Listaskálanum. Tað er Ingi Joensen, sum vísir fram myndir hann hevur tikið í Føroyum og í útlondum seinastu árini. Tað var Helgi Fossadal, stjóri í Listaskálanum, sum beyð