Tjóðhild á Tjóðveldislistan

Tjóðhild Patursson fekk ikki bara navnið, men helst eisini lagnuna í dópsgávu, nú hon einans 18 ára gomul bjóðar seg fram sum valevni til løgtingsvalið í januar

Dagin eftir, at ein samfelagsflokkur í Hoydølum boðaði frá, at tey eru farin undir fyrireikingarnar at stilla nýggjan politiskan flokk upp til løgtingsvalið, stillar Tjóðveldið eisini upp ein studentaskúlanæming: 18 ára gomlu Tjóðhild Patursson úr Havn.

Yngsta valevnið á Tjóðveldislistanum sigur við Sosialin, at hon fleiri ferðir er spurd um hon vil stilla upp og at hon leingi hevur umhugsað tað. Men endaliga avgerðin varð tikin hóskvøldið, eftir at nýggi Miðnámsflokkurin hevði boðað frá uppstilling sínari.

- Eg haldi tað er býtt, at stilla ein nýggjan flokk upp, bara við einum endamáli, tí møguleikarnir fyri at fáa unga umboðan versna á hendan hátt. Tey skulu kanska hava einar 1000 atkvøður fyri at fáa eitt umboð, meðan eg, sum partur av einum flokki, bara skal hava kanska 250 atkvøður. Og so skulu vit ikki gloyma, at hatta er bara ein uppgáva í samfelagsfrøði, sigur Tjóðhild Patursson, sum er ein rættiliga kendur ungdómspolitikari.


Liggur í blóðinum

Hóast Tjóðhild sigur seg fegnast um, at næmingarnir í samfelagsflokkinum á hendan hátt gera vart við vánaligu umstøðurnar hjá miðnámsskúlunum, heldur hon tað vera ein veikleika, at nýggi flokkurin bert ætlar at stríðast fyri einum máli – umstøðunum í miðnámsskúlunum. Sjálv hevur hon nøkur hjartamál, sum hon ætlar at arbeiða fyri: ungdómsviðurskifti, mentan og Studentaskúlan.

- Eg føli, at eg kann gera nógv fyri samfelagið, tí eg standi fyri so nógvum øðrum enn bara miðnásskúlanum. Lestrarviðurskifti eru bara ein lítil partur av øllum øðrum. Og tá eg velji at stilla upp fyri Tjóðveldi, hevur loysingin og tolsemi sjálvandi eisini stóran týdning, sigur Tjóðhild Patursson, ið næstan má sigast at vera sjálvskrivað á lista E, sum langabbadóttir Jóannes bónda og abbadóttir Erlend Patursson. Mamman, Hildur Patursson, hevur eisini havt sæti á tingi, og pápin, Pauli Nielsen, hevur verið uppstillaður fyri flokkin fleiri ferðir.

Tjóðhild hevur eisini verið nevndarlimur í Unga Tjóðveldi, og er í løtuni bæði forkvinna í Føroya Ungdómsráð og í næmingaráðnum í Hoydølum.

- Í ungdómspolitikki havi eg arbeitt fyri øllum møguligum málum, og mær dámar væl at stríðast fyri ymiskum, sigur Tjóðhild, sum er óvanliga væl skorin fyri tungubandið, samanborið við onnur 18 ára gomul.


Stovnar stuðulsbólk

Spurd, hvussu fólk hava tikið ímóti fráboðan hennara um at stilla upp, sigur Tjóðhild, at tey, sum hon hevur tosað við, hava verið sera positiv.

- Tey vita, at hetta er nakað, sum eg brenni fyri. Eg kenni nógv fólk, og fleiri hava boðað frá, at tey vilja stuðla mær á ymsan hátt, sigur unga valevnið, sum nú fer undir at fyrireika seg til valstríðið.

– Nú fari eg at fundast við forkvinnuna í Unga Tjóðveldi, Barbaru Holm, og fari at royna at samla nøkur fólk, sum kunnu vera stuðulsbólkur undir valstríðnum.

Endaligi uppstillingarlistin hjá Tjóðveldi er ikki liðugur enn. Men uppstillingin hjá Tjóðhild er farin fram í tøttum samstarvi við Høgna Hoydal og Annitu á Fríriksmørk.


Valstríð í Hoydølum

Ein samfelagsbólkur í Hoydølum boðaði fyrradagin frá, at tey eru farin undir at seta á stovn ein nýggjan politiskan flokk. Tey høvdu tá fingið til vega nærum 500 av teimum kravdu 800 undirskriftunum, ið skulu til. Flokkurin, ið ber navnið Miðnámsflokkurin, fer sjálvandi eftir ungum atkvøðum, og má tí sigast at vera ein reel hóttan móti Tjóðveldi, sum hevur staðið seg væl millum ungu veljararnar seinastu árini.

Spurd, hvat tey í Miðnámsflokkinum søgdu, at tað gjørdist greitt, at hon eisini er valevni, sigur Tjóðhild, at hon hevur prátað við tey, og at tað tóktist ikki vera nakar trupulleiki.

- Eg tosaði við tey í gjár, og fyri teirra viðkomandi var tað onki problem, at eg stilli upp eisini. Um Bergur Johannesen kemur inn á ting, so skal hann eisini til at taka støðu til alt møguligt annað eisini, og tað kann eisini virka negativt á ungdómin. Men eg haldi sum sagt, at tað er feitt, at tey á hendan hátt seta fokus á økið, sigur Tjóðhiild Patursson.

Í stuttari viðmerking frá Bergi Johannesen:

- Vit gleðast hennara vegna og eru til reiðar at taka dystin upp. Fleiri atkvøður eru leysar til báðar partar, so nú mugu vit bara gera hvat vit kunnu, fyri at fáa so nógvar í okkara part sum til ber.

- Kann ikki vera rætt at løgtingið bara er menn í ávísum aldursbólki, Tjóðhild Patursson.