Jóannis hevur onga trygd

Turið Jacobsen, systir Jóannis, sum hevur down syndrom og býr á Mýruni í Havn, hevur mist álitið á tí skipan, sum skal tryggja at beiggi hennara mennist og hevur tað gott. Hetta hendir eftir, at beiggi hennara varð útsettur fyri harðskapi, uttan at tað fekk nakra avleiðing fekk fyri harðskapsmannin

Javni hevur í fleiri ár eftirlýst, at tey menningartarnaðu í Føroyum fáa betri rættartrygd, og í tí sambandið hava tey víst á, at tey menningartarnaðu hava brúk fyri einum talsmanni ella umboðsmanni, sum ikki er partur av sjálvari skipanini.

47 ára gamli Jóannis býr í sambýlinum á Mýruni í Havn. Har hevur hann búð í umleið 23 ár. Systir hansara, Turið Jacobsen, býr eisini í Havn, har hon arbeiðir sum ergoterapeut. Tey eru bæði úr Svínoy, har 84 ára gamla mamma teirra framvegis býr. - Javni hevur heitt á meg at vera við til at lýsa, hvussu rættarstøðan hjá fólki við menningartarni í Føroyum er. Eg játtaði at vera við, tí beiggi mín hevur verið fyri álvarsligum harðskapi, sum ongar fylgir fekk fyri tann, sum útinti harðskapin. Aftaná hevur Nærverkið eisini stuðlað viðkomandi í ómsemju á sambýlinum. Tað hevur m.a. havt við sær, at nógv góð og dugnalig starvsfólk eru farin úr starvi. Taparin eru tey menningartarnaðu, staðfestir Turið.

Turið hevur annars verið glað fyri, at beiggi hennara hevur búð á Mýruni. Men hendingarnar seinastu árini hava skakað tað álit, sum hon hevði á almennu føroysku skipanini.

Søgan hjá Turið og beiggja hennara vísir, hvussu veikt brúkarin og tey avvarðandi standa, tá trupulleikar stinga seg upp. Í Danmark hava tey menningartarnaðu orðað rættindi, bæði tá tað snýr seg um menningarætlanir og mannagongdir. Og tá harðskapur kemur fyri, eru greiðar reglur fyri, hvørjar avleiðingar tað fær. Men í Føroyum eru eingi yvirskipað krøv.

Javni hevur í fleiri ár eftirlýst, at tey menningartarnaðu í Føroyum fáa betri trygd, og í hesum sambandið hava tey víst á, at tey menningartarnaðu hava brúk fyri einum talsmanni ella umboðsmanni, sum ikki er partur av sjálvari skipanini. Hesum er Turið samd í.


Avvarðandi ikki tikin við

Tá fólk ikki duga at seta orð á egnan tørv, hevur tað serligan týdning, at tey, sum eru um tey, kenna tey nóg væl. Og her kunnu tey avvarðandi vera ein góð hjálp, heldur Turið.

Tá ongar yvirskipaðar reglugerðir eru, eru bæði tey menningartarnaðu og teirra avvarðandi bundin at tí einstaka stovninum og tí einstaka starvsfólkinum, og hesi eru ikki øll líka. Turið sigur, at summi duga at síggja virði í at inndraga tey avvarðandi, meðan onnur bara halda, at tað er best, at tey ikki blanda seg.

- Nøkur starvsfólk halda, at tey eru so professionel, og tey vita so nógv, at tey hava ikki brúk fyri teim avvarðandi, sigur hon.

- Starvsfólk hava ymiskar hugburðir, og hetta sást aftur í teirra samskifti við okkum avvarðandi. Men tað er frustrerandi, at hetta skal vera bundið at hugburðinum hjá tí einstaka starvsfólkinum. Øll skipanin átti at havt ein felags – orðaðan – hugburð, leggur Turið Jacobsen herðslu á.



Beiggin var øðrvísi

Turið greiðir frá, at Jóannis er tvey ár eldri enn hon; tey vuksu upp í Svínoy. Men tá  Jóannis var 10 ár, fór hann fyrst tvey ár til Danmarkar og síðani á stovn í Havn.

 - Hann hevur stóran týdning fyri meg, og vit fyri hann. Men initiativið til okkara samband er mítt. Hann dugir ikki at uppsøkja meg ella spyrja eftir mær, sigur Turið.

Hon minnist, at beiggi hennara var rokaligur og óstýriligur sum barn, men hann var eisini fitti beiggi hennara. Hann gekk eitt sindur í skúla og spældi eitt sindur við hini børnini, men hann var sjálvandi eisini øðrvísi og passaði ikki altíð inn.

- Jóannis er Jóannis. Hann líkist sær sjálvum enn, sigur systirin og heldur fram:

- Hann er væl fyri og fatar nógv, men hann dugir ræðuliga illa at gera vart við nakað á vanligan hátt. Um hann fær frið, so finnur hann seg í tí. Men tað er ikki tað, hann vil og ikki tað, sum hann hevur brúk fyri.

Turið greiðir frá, at um hann ikki verður aktiveraður, kann hann verða aggressivur, tí hann dugir ikki at gera vart við sína frustratión ella ónøgd á annan hátt.

- Tá verður hann ordiliga keddur, tí hann veit, at hann hevur gjørt nakað skeivt. Og í slíkum støðum hevur hann brúk fyri umsorgan og forstáilsi.


Sín egna talsmann

- Tað snýr seg als ikki um, at starvsfólk skulu vísa mær virðing, men at tey vísa beiggja mínum virðing við at viðurkenna, at hann hevur familju, sum er góð við hann.

- Vit kenna hann eisini á ein annan hátt enn starvsfólkini. Fyri okkum er hann ikki eitt búfólk, men eitt heilt menniskja, sigur Turið.

- Eg veit væl, at summi menningartarnað ikki hava familju, ella at familjan í onkrum føri ikki orkar at vera innblandað. Men tað merkir ikki, at familjan einki virði hevur, sigur Turið.

Hon heldur eisini, at har eingin familja er, hevur tann menningartarnaði brúk fyri einum talsmanni, sum ikki er knýttur at almenni skipanini.

- Tey hava brúk fyri onkrum, sum bara tosar teirra sak, og hetta kundi til dømis verið felagið, Javni.

Tá fólk verða dømd fyri brotsverk og enda í fongsli, fáa tey ein fangatalsmann, hvørs uppgáva tað er at umboðað fangan mótvegis fongsulsskipanini. Men ein slíkan talsmann hava tey menningartarnaðu ikki.


Verja bara borg

Tvístøðan á sambýlinum, har Jóannis býr, endaði við, at leiðarin, sum starvsfólkini klagaðu um, fekk annað leiðandi starv  í skipanini, meðan fleiri góð og dugnalig fólk søgdu upp.

Turið valdi í fyrstu syftu at hava álit á tí kunning, sum hon fekk frá leiðsluni. Men eftir at hon hevur fingið alment innlit í sakina, hevur hon ikki longur álit á skipanini.

- Eg havi tað ringt við, at eg ikki gjørdi nakað fyri at verja bæði beiggja mín og tey dugnaligu starvsfólkini, sum vóru um hann, tá. Men eg helt veruliga, at skipanin hevði brúkaran í sentrum. Nú veit eg betur, sigur hon álvarsom.

- Høvuðsuppgávan hjá skipanini tykist at vera at verja borg. Og um tørvurin hjá tí einstaka menniskjanum kemur upp á tvørs av tørvinum hjá skipanini, so hevur skipanin størri týdning, meðan tann einstaki kann verða ofraður, heldur Turið.

Hon metir, at um brúkarin var í sentrum í skipanini, og dygdin hjá starvsfólkunum varð mett eftir hesum og ikki - sum tað hevur víst seg – í hvønn mun tey megna at geva seg undir ivasama leiðslu, so hevði konfliktin á Mýruni nokk ongantíð komið so langt, tí mannagondir høvdu verið greiðar og ábyrgd løtt at staðfesta.


Maktarloysi

Saman við øðrum avvarðandi hjá búfólki á Mýruni hevur hon roynt at fingið eina frágreiðing, um hvat er hent seinastu tíðina, og hvørja ætlan stovnurin hevur fyri framtíðina, men tey fáa ikki nøktandi svar.

- Tað er, sum siga tey við okkum, at tað rakar ikki okkum, tí tað er ikki okkara skipan.

Kenslan av maktarloysi verður ikki betri av, at tey avvarðandi eru fullkomiliga bundin at almennu stovnunum.

- Um eg eri ónøgd við ein handil, keypi eg bara onkra aðrastaðni, men í almennu skipanini mást tú bara laga teg til. Sum avvarðandi hava vit einki alternativ, og vit kunnu lættliga gerast so bangin fyri ikki at fornerma nakran, at vit finna okkum í øllum.

Turið heldur ikki, at starvsfólkini altíð skilja tað vald, sum tey hava. Tey kunnu bara siga upp, um tey ikki eru nøgd, men tað kann tann menningartarnaði og tey avvarðandi ikki gera.

Turið er hørm um støðuna á Mýruni, og hon er stúrin um føroysku skipanina, men hon leggur aftur og aftur dent á, at hon ikki ynskir at fortelja eina grátisøgu.

- Eg vil bara so gjarna, at føroyska skipanin tryggjaði, at stovnar og starvsfólk høvdu ábyrgd av at skapa ein mennandi gerandisdag fyri tey, sum ikki makta tað sjálvi, sigur hon.