Tunlarnir eru ikki tunlar longur

Tingmenn sóu fegnir fleiri nýggjar tunlar í Norðoyggjum. - Eg haldi ikki at ein kann kalla tunlarnar á Borðoynni fyri tunlar. Í míni verð eru teir meiri at meta sum eitt hol inn í eitt fjall – og fullkomuliga óegnaðir til ferðsluna í dag, segði Kaj Leo Johannesen undir viðgerðini av einum uppskotið um nýggjar tunlar millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil.

Borðoy: Mikudagin hevði tingið 1. viðgerð av einum uppskoti frá fýra tingmonnum um at gera tveir tunlar úr Klaksvík til Depils, umvegis Árnafjørð.

Fýra tingmenn úr samgonguni løgdu uppskotið fram við tí í hyggju at betra um farleiðina hjá fólkinum eystan Múla. Hesir fýra vóru norðoyatingmenninir, Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu og Vilhelm Johannesen, umframt Alfred Olsen av Toftum.

Fleiri tingmenn høvdu orðið og vístu á, at hetta var ein sera neyðug íløga at fáa framda: Verandi tunlar eru bæði ótíðarhóskandi, óhugaligir og ótryggir at koyra gjøgnum.

- Tunlarnir eru als ikki nøktandi til ta nógvu ferðsluna, og lúka yvirhøvur ikki trygdarkrøvini sum verða sett slíkum tunlum í dag.

- Tí kann ein ikki skáka sær undan hesum veruleika við at siga, at vit hava ikki ráð at gera hesar tunlarnar. Peningin til eina so týðandi og neyðuga íløgu, eigur ein at kunna finna onkustaðni, varð sagt undir viðgerðini.

Eftir eitt rættiliga drúgt orðaskifti varð málið beint víðari í vinnunevndina.


Passa sær løgir

Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum segði í síni framløgu, at ferðslutrygdin gjøgnum tunlarnar er ikki nøktandi til dagsins samfelag, ferðslu og krøv.

Hann ivaðist tó í, um rætt varð at brúka so nógvan pening til hetta økið, tá hugsað verður um tann avmarkaða íløgukarmin á fíggjarlógini uppá 194 mió krónur um árið.

- Í samferðsluætlanini til 2020 er peningur játtaður til henda tunnilin. Men um ein hyggur eftir upphæddini, so er hon so mikið lítil, at hon bert røkkur til ein kolatunnil í Hvalba, helt Kaj Leo fyri.

Eingin ivi var um, at tørvur var á betri tunlum á Borðoynni, tí, sum hann tók til: - Tað er ikki serliga behagiligt at koma inn í hesar tunlarnar, sum uttan iva vóru góðir tá teir vórðu gjørdir fyri 40 árum síðani.

- Í dag skal ein nærum passa sær løgir at koma inn í teir. Og kennir ein ikki møtiplássini, er skjótt at ein kann koma rættiliga tvørt fyri, segði Kaj Leo og vísti á, at tørvurin á tunlunum á Borðoynni er eyðsýndur.


Atgongd til góða havn

Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldinum, helt fyri, at er nøkur farleið sum treingir til ábøtur í samskiftinum, so er tað júst henda leiðin.

Øll tey 800 fólkini, sum noyðast gjøgnum tunlarnar hvønn einasta dag, vita alt um, hvussu trupult tað kann vera at koyra gjøgnum tunlarnar.

- Tað trupla í hesum er eisini, at øll akførini ikki sleppa ígjøgnum, meðan onnur ikki hætta sær at fara norðurum.

- Onkur vil kalla hetta fyri eina deyðsfellu, men tað er kanska í so nógv sagt. Men eg skilji væl, at fólk eru desperat, tá tey hava livað við so vánaligum sambandi í so nógv ár, segði Tobbi.

Hann tók undir við uppskotinum um at gera tunlar frá Klaksvík umvegis Árnafjørð til Depil, men helt at um tunnilin kom út á Norðtoftum, so legði hetta upp til eina heilt aðra verkætlan, nevniliga hugsanina um eina ferjulegu ella undirsjóvartunnil til Svínoyar.

Hann dugdi at síggja fleiri fyrimunir við nýggju tunlunum, millum annað kundi ein veruliga gera nýtslu av havnarlagnum í Hvannasundi, sum sambært tingmanninum var millum allarfrægastu havnir í landinum.

- Hóast uppskotið kostar pening, so ivist eg onga løtu í, at hesir tunlarnir eru av avgerandi fyritreyt fyri fólkið norðanfyri, segði Tobbi.


Krevja dagføring

Jenis av Rana úr Miðflokkinum vísti til ein fyrispurning, sum hann hevði havt í august um viðurskiftini við tunlunum til Hvalbiar og aðrar ikki-dagførdar tunlar.

- Meðan vit í dag viðgera eitt uppskot um at gera nýggjar tunlar, rapar úr teimum gomlu tunlunum til Hvalbiar. Vit áttu heldur at gjørt teir verandi tunlarnar tíðarhóskandi fyrst, áðrenn ein fór at tosa um teir nýggju.

- Hvussu neyðugt hetta er, hava vit beint í hesi løtu fingið fullgott prógv fyri í hesi løtu, nú tað frættist at ein lastbilur hevur skorað seg fastan í tann norðara tunnilin á Borðoynni, vísti Jenis á.

At teir gomlu tunlarnir veruliga hava brúk fyri dagføringum, finnast nógv prógv um: Har er hvørki ljós, merking, ventilasjón, mátitól til gassútlát, neyðsamband, mobilsamband ella vendipláss í teimum.

- Kemur eldur í ein av hesum gomlu tunlunum, so er eingin útgerð at sløkkja við ella boða frá eldinum. Og tað er heldur eingin møguleiki at forða øðrum bilum í at koyra inn í tunlarnar.

- Hetta eru alt viðurskifti sum fólk kring oyggjarnar mugu liva við, og sum vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri. Vit eru tí fyri uppskotinum, men ein eigur at gera tað í eini raðfesting, segði Jenis av Rana.


Darvandi tunlar

Eingin tinglimur úr Javnaðarflokkinum hevði orðið undir viðgerðini, heldur ikki Vilhelm Johannesen sum var ein av uppskotsstillaranum. Tað var bert ein av fýra uppskotsstillarum, sum tók orðið undir viðgerðini – Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum.

Hann vísti á, at peningur er játtaður fyri víðari arbeiði við einum tunli norður um Fjall og víðari til Viðareiðis. Hetta var alt gjørt eftir eini ætlan um at gera tunnilin millum Hov og Øravík lidnan, og síðani fara undir tunlarnar á Borðoynni.

- Eg havi sjálvur stuðlað ætlanunum um at gera aðrar tunlar kring landið, millum annað til Gásadals og millum Hov og Øravík. Og eg veit, hvønn týdning hetta hevur havt fyri økini.

- Tey sum dag og dagliga koyra gjøgnum tunlarnar á Borðoynni, vita hvussu darvandi henda farleiðin er fyri fólkið norðanfyri.

Hann vísti á, at bussar úr høvuðsstaðnum sleppa ikki norður um, og er hetta darvandi fyri ferðavinnuna. bingjur kunnu ikki verða fluttar á vanligan hátt, og er alt hetta við til at forða eini menning av økinum.

Í tunlunum er heldur ikki ljós. Skal ljós setast í, fer hetta bara at gera tað enn truplari at koyra í gjøgnum, tí ein so má avskriva lastbilar, bussar og helst eisini vøruvognar.

- Í fleiri ár hevur verið ætlanin at fáa bilverjurnar norðanfyri dagførdar, men hetta ber heldur ikki til. Orsøkin er hin einfalda, at amboðini hjá Landsverki sleppa ikki norður gjøgnum tunlarnar, vísti Anfinn á.