Ein ræðuligur illgruni verður til veruleika og endavendir lívinum hjá eini mammu. Og spakuliga syndrast dreymurin um eina fullkomna familju
Maria rótar ígjøgnum ta grønu taskuna, sum liggur á gólvinum í gongini. Hon leitar. Skjótt og konsentrerað leita fingrarnir millum skúlabøkur, smyrsl-pung, pennahús og lektiubók. Hon veit ikki, hvørjum hon leitar eftir. Men hon hevur varhugan av, at tað er okkurt, hon ikki finnur. Hon ger tað ofta. Njósnast í privatu tingunum hjá dóttrini. Rótar í taskum, hyggur runt inni á kamarinum, og hon hevur fleiri ferðir lisið í dagbókini hjá dóttrini, Lisu, sum plagar at liggja á náttborðinum.
Hon veit, at tað er skeivt, men hon kennir á sær, at tað eru ov nógvir ósvaraðir spurningar. Og hon megnar ikki at stýra síni tráan eftir svari. Hon leitar eftir ábendingum, sum kunnu fortelja, hvat hendir í lívinum hjá Lisu.
Familjudreymurin følnar
Seint á sumri 2003 flutti familjan í dreymahúsini, sum liggja í einum býlingi í Havn. Her er friðarligt, og ferðslan er avmarkað, so børnini kunnu spæla í friði og náðum úti á vegnum til seint út á kvøldarnar.
Familjan, sum telur fimm, hevði leingi leitað eftir einum nýggjum húsum. Og nú høvdu tey gjørt av at byggja teirra egna.
Tey ráhvítu sethúsini við sprossavindeygum uppfyltu øll ynskini. Lisa hevur fingið sítt egna kamar á loftinum, har báðir teir yngru beiggjarnir eisini hava fingið hvør sítt. Tann stóri ljósi køkurin skal verða staðið, har tey savnast til nátturðan um tað ljósa træborðið. Køldu vetrarkvøldini, tá mykrið sýgur seg um landið, longu áðrenn arbeiðsdagurin er liðugur, kunnu tey sita í bleytu sofuni og njóta hitan frá brenniovninum.
Nýggja dreymahúsið er fullkomið, men tá hálvtannnað ár er farið aftur um bak, er gerandisdagurin vorðin minni friðsælur og fullkomin.
Familjan savnast sjáldan kring ljósa træborðið, tí Lisa kemur nærum ongantíð heim fyrr enn seint um kvøldið. Um morgnarnar, tá tey skulu avstað, renna tey næstan um kapp, so morgunmat eta tey heldur ikki saman. Pápin, Kim, skal á skrivstovuna, og Maria í skúla. 35 ára gomul er hon við at gera HF liðugt.
Tað er serliga tannáringadótturin Lisa, sum er strævin. Hon hevur skift klædnastíl. Hon er farin frá at vera ein popptøs við glitri og nógvum frískum litum til teir meira døpru litirnir. Svart neglalakk, holutar sokkabuksur og lárkort. Eisini hevur hon rakað partar av hárinum av. Hon er mestsum altíð saman við nýggja sjeikinum og saman við vinunum, sum hon spælir tónleik við í skúlanum. Og tá tað sjáldsama hendir, at hon er heima, situr hon á kamarinum og lurtar eftir tónleiki, ístaðin fyri at vera saman við restini av familjuni.
Tær fáu ferðirnar øll familjan er savnað, er hugnin ikki í hásæti. Lisa vil ikki tosa við pápa sín, og meginparturin av samtalunum við mammuna enda við skeldi.
12 ára gamli Benjamin og níggju ára gamli Mortan passa skúlan, men Lisa harafturímóti ger ikki skúlating. Ikki so frægt, at hon skrivar í lektiubókina, sjálvt um Maria hevur givið henni greið boð um at gera tað. Hon hevur millum annað eisini roynt at tosa við flokslæraran hjá Lisu, men onki hjálpir. Harafturat hevur hon tosað við onnur umboð frá skúlamyndugleikunum um trivnaðin hjá dóttrini, men hóast tað fær dóttirin ikki ta hjálp, sum Maria ynskir.
Maria leitar eftir troyst í Bíbliuni og á møtum í samkomuni saman við Kim.
Hon stríðist. Meira enn nakað annað ynskir hon at halda saman uppá familjuna, men møðandi atferðin hjá dóttrini ger tað trupult.
Umframt trupulleikarnar við Lisu kennir hon tað, sum hon glíðir frá manni sínum.
Hjúnarlagið haltar. Hon leitar eftir hjálp og megi í sterku trúnni. Saman við Kim gongur hon til ráðgeving hjá einum øðrum pari í samkomuni. Hon er sannførd um, at Gud kann hjálpa teimum gjøgnum hesa hørðu tíð.
Møtini geva Mariu orku til at vísa yvirskot, men tað er bara omaná. Innaní er alt við at detta sundur.
***
Fartelefonin ringir. Hon lýsir, og “Prinsessan” blinkar á skýggjanum. Maria tekur telefonina. Í hinum endanum hoyrir hon 15 ára gomlu dóttrina, Lisu, gráta. Dóttirin stamar, at hon er kedd. Sum so ofta fyrr, tá Lisa hevur ringt heim frá kalda wc’inum í skúlanum, uggar Maria hana við síni mildu rødd og móðurligu umsorgan. Tað plagar at hjálpa.
“Tú skalt ikki vera kedd. Tú skalt ikki leggja í, hvat øll hini halda,” sigur Maria.
Hon veit, at dóttirin ikki hevur tað lætt. At hon kennir seg uttanfyri og øðrvísi.
Tað er hart, og Maria verður eisini kedd, tá Lisa ringir og er kedd. Men hon noyðist at skúgva sínar egnu kenslur til viks og ugga dóttrina. Og á ein hátt nýtur hon møguleikan at hjálpa dóttrini, tí tað er sjáldan, at Lisa yvirhøvur vil hava nakað við mammu sína at gera.
Grøna taskan
Hon hevur onki ítøkiligt funnið allar tær ferðirnar, hon hevur leitað í taskuni, njósnast á kamarinum ella lisið í dagbókini hjá Lisu. Í øllum førum ikki nakað, ið hevur fingið hana at stúra meira enn vanligt.
Men í dag liggur nakað í síðulummanum á grønu taskuni. Ein samanlagdur bóklingur um kynsligan ágang. Á forsíðuni stendur “Mín kroppur er mín”.
Hon kennir ein sting fyri hjartað.
“Hvat skal Lisa brúka hetta til?” hugsar hon.
Maria er ørkymlað, og hon er illa fyri. Samvitskan nívir hana. Hvat skal hon gera? Um hon spyr Lisu um bóklingin, avdúkar hon sína desperatión og býttleika, sum hon kennir tað er at hava rótað í tingunum hjá dóttrini. Men hon vil hava eitt svar. Hvar kemur bóklingurin frá og hví? Hon noyðist at spyrja.
Ein seinnapart, tá Lisa og Maria eru einsamallar heima, ger Maria av at spyrja dóttrina um bóklingin.
Lisa svarar, at tað er bert ein bóklingur, hon hevur fingið í skúlanum, og tað er ikki meira í tí, vissar hon mammuna um. Maria vísir dóttrini, at hon trýr henni. Men hon heldur kortini áfram við at róta í taskuni. Og bóklingurin verður liggjandi í lummanum.
***
Árið er nú 2006. Eitt várkvøld spákar Maria ein langan túr. Hon er í døpurhuga og kedd av støðuni í heiminum og familjulívinum, sum er í upploysn.
Hon hevur brúk fyri at tosa við ein góðan vin. Ein, sum ikki er í samkomuni, har hon annars kennir flest fólk. Í kvøld vil hon tosa við ein, sum kennir hana væl; eisini frá tíðini áðrenn hon hitti Kim.
Maria kemur bert í tankar um barndómsvinkonuna Onnu, sum býr í eini lítlari bygd á Sælandi í Danmark. Tann ljóshærda Maria og myrkhærda Anna vóru bestu vinkonur í fólkaskúlanum. Men tá Maria fann stóra kærleikan, gliðu tær spakuliga frá hvør aðrari.
Anna flutti til Danmarkar, meðan Maria varð búgvandi í Føroyum. Og vinarlagið stóð stilt í nógv ár, men fyri nøkrum fáum árum síðani hittust tær aftur. Tað var, tá Maria og familjan fóru til Fraklands. Tá vitjaðu tey Onnu og familju hennara, og síðani ta vitjanina hevur vinarlagið fingið nýtt lív.
Hetta vársins kvøld tá Maria spákar ein túr, er hon til reiðar at avdúka tað loyndarmálið, sum hon leingi hevur viljað fortalt gomlu vinkonuni.
Í telefonsamrøðuni sum varar meira enn ein tíma, fortelur Maria opinskárað um ruðuleikan í familjuni. Og fyri fyrstu ferð fortelur hon vinkonuni, at hon í fleiri ár hevur følt, at Kim ger seg inn á hana. Hon fortelur um tær mongu ferðirnar, hon er vaknað, meðan hann hevur kynsliga samlegu við sær.
Hann tvíheldur um, at hann svevur og veit tí ikki, hvat hann ger. Og sjálvt um Maria ikki altíð hevur trúð honum, so hevur hansara frágreiðing gjørt tað lættari hjá henni at lata hjúnarlagið halda fram. Tað týdningarmesta er at varðveita familjuna, sum hon altíð hevur droymt um at hava.
Anna er skelkað. Men Maria hevur meira at fortelja vinkonuni, tí Kim hevur ein dóm, sum bert fá kenna. Tá hann var 16 ára gamal, varð hann dømdur fyri at hava gjørt seg inn á fýra gentur. Hann hevði følt tríggjar í skrevið uttaná klæðunum og roynt at tikið buksurnar av tí fjórðu.
Vinkonan ógvast og roynir at fortelja Mariu, at tað, Kim hevur gjørt, er skeivt. Og Anna kemur til eina niðurstøðu: “Tað býr ein krenkari í honum.”
Maria kennir seg lættari aftaná prátið við vinkonuna, men hon er framvegis stúrin, tí tey seks orðini hava brent seg føst í minni hennara.
Onkuntíð er tað ringt hjá Mariu at skilja, hvussu hon bara hevur latið standa til í so nógv ár. Men hvørja ferð verjir hon tað við, at Kim er maður hennara, sum hon skal liva eitt eydnuríkt lív saman við. Hann er pápi at børnum teirra, og Maria heldur, at hon svíkir Gud, um hon brýtur hjúnarbandslyftið.
Men nú skal Maria ikki leita eftir svarum. Í fleiri mánaðir hevur hon fingið frið um náttina, tí hon hevur sagt við hann, at um hann rørir hana aftur, so rýmir hon. Og tað hevur hjálpt. Men aftaná telefonsamrøðuna við Onnu er hon vorðin illgrunasom. Hví er hann steðgaður nú, um tað býr ein krenkari í honum?
Ósvitalig tekin
Maria melur í einum meldri av tonkum. Hon hugsar nógv um tað, Anna segði í telefonini, men hon trýr ikki, at Kim er ein krenkari. Og um hann er, hvat merkir tað?
Tankin um, at Kim krenkar eina aðra, hevur streyfað hana. Men tað megnar hon skjótt at skúgva til viks.
Uttan at hon sjálv vil, endar hon aftur í sama leiklutinum sum kona og mamma í eini familju í upploysn, har allar stúranir verða riknar á dyr.
Men Lisa er framvegis ikki til at hava við at gera, og hon hevur tað ikki betri. Heldur tvørturímóti. Maria veit, at dóttirin skrivar “Brekaði babba, eg hati teg!” inni á heimasíðuni, Arto. Tað ger aftur Mariu illgrunasama, men eisini tað fortreingir hon, inntil hon ein dag aftur verður mint á undarligu atferðina hjá dóttrini, tá telefonin ringir.
Tað er Mia. Hon er mamma Sáru, ein floksfelag og vinkonu hjá Lisu.
“Eg veit ikki, hvussu eg skal siga hetta. Men ert tú greið yvir, at Lisa hevur ein trupulleika? Dóttir mín hevur fortalt, at Lisa sker seg í armin, og at hon hevur tosað um at gera sjálvmorð.”
Maria verður forargað. Sjálvt um hon gerst skøkk, berjist hon fyri at varðveita fasaduna. Hon er fáorðað og avvísandi. Lisa hevur ikki nakran trupulleika, sannførir hon seg sjálva um.
“Eg helt bara, at tú skuldi vita tað,” sigur Mia, og rørið verður lagt á.
Seinni tann dagin spyr Maria dóttrina um tað, Mia fortaldi, er satt. Lisa noktar. Hennara frágreiðing ljóðar, at hon hevur gjørt tað fyri at gera vart við seg sjálva. Maria trýr henni. Og hennara støðuga stremban eftir tí fullkomu familjuni heldur fram.
At síggja sannleikan
Trupulleikarnir í familjuni rúgva seg upp. Og líkamikið, hvussu Maria roynir at lata sum einki er hent, ber ikki til at nokta støðuna, familjan er í. Tað skilir hon eftir enn eina samrøðu við vinkonuna Onnu.
Hon fær Mariu at skilja, at Lisa ikki bara hevur vanligar tannáringa-trupulleikar. Hennara atburður fær allar klokkurnar hjá Onnu at ringja. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og arbeiðir sum familjuráðgevi í kommununi. Í sínum arbeiði hevur hon fleiri ferðir upplivað børn við somu atferðartrupulleikum.
“Tú noyðist at finna útav, um nakar hevur gjørt nakað við Lisu. Tað er tín ábyrgd sum mamma.”
Maria drálar.
“Jamen, hvussu kann eg spyrja um tað?” spyr hon.
“Tú skalt spyrja hana, um nakar hevur nortið hana nakrastaðni, sum hon ikki brýggjaði seg um.”
Maria tekur orðini hjá vinkonuni til eftirtektar. Fyri fyrstu ferð ásannar hon, at trupulleikarnir hjá Lisu botna í nøkrum meira álvarsomum, enn hon av fyrstan tíð helt.
***
Lisa situr í bleytu kremlittu sofuni í stovuni. Tað er enn vár. Beinini hvíla á hvíta sofaborðinum, og Dr. Phil er í sjónvarpinum; hennara yndis talkshow.
Maria kemur inn í stovuna og setir seg á borðið frammanfyri Lisu. Hon hevur tað ikki gott við at skula spyrja dóttrina. Hon kennir seg illa við. Men á besta móðurliga hátt sigur hon við síni eymu rødd:
“Lisa, kann eg spyrja teg um nakað?”
Dóttirin játtar, tó uttan at svara.
“Hevur nakar nortið teg undir trussukantinum?”
Lisa er friðarlig. Hon gerst ikki súr ella ill, sum hon annars ofta verður, tá Maria tosar við hana. Hon er rólig og svarar stillisliga:
“Nei, hvør skuldi tað verið?”
Maria umhugsar, hvat hon skal siga, men velur skjótt at koma við boðum uppá, hvør tað kundi verið. Hon ramsar fleiri nøvn í familjuni upp.
Svarið hjá Lisu er eintýtt.
“Nei,” sigur hon uttan at útdjúpa nærri.
Tað er ein, ið Maria ikki nevnir. Hon noyðist at viðganga, at navnið hjá Kim hevur verið í tonkum hennara. Men hon heldur tað er ov langt úti, at tað kann vera pápin hjá dóttrini og skumpar tí tankan til viks.
Samrøðan endar. Lisa hevur ikki hug at tosa meira við mammuna.
Maria er nú meira stúrin enn áðrenn. Svarið hjá dóttrini var tvítýtt. Hon hvørki noktaði ella játtaði. Maria er í døpurhuga.
Framførslan heldur áfram
Maria er skjótt aftur í sínum vanliga leikluti. Alt er við tað gamla. Álvarsama prátið við dóttrina hevur ikki fingið nakra avleiðing. Og Maria hevur ikki roynt at fingið svar uppá teir spurningarnar, hon sat eftir við, tá hon fór úr stovuni hin dagin.
Tað er sum, er hon við í einum sjónleiki. Eini framførslu, sum ikki er bygd á veruleikan.
Maria kann ikki flýggja frá stúranunum, men skjótt drukna tær í gerandisdegnum. Og lívið á yvirflatuni gongur sína vanligu gongd.
Maria gongur í skúla. Hon er nú byrjað við víðari lesnaði og hevur tí nóg mikið at takast við. Lisa, harafturímóti, heldur, at skúlin er ein súr skylda, men hóast alt møtir hon upp hvønn dag.
Benjamin og Mortan brúka frítíðina í fimleikahøllini og uppá at spæla trummur. Tá teir eru heima, er teldan tað mest áhugaverda. Minni áhugaverd er stórasysturin, sum serliga Benjamin skeldast nógv við. Men báðir finna væl útav tí við foreldrunum.
Frítíðin hjá Mariu fer við at halda skil á heiminum. Hon brúkar nógva orku uppá, at tað skal vera hugnaligt inni. Og tað fellur henni lætt. Men at halda skroypiligu familjuni saman er verri. Hon roynir áhaldandi at fáa ein skipaðan gerandisdag í heiminum, men Kim hjálpir henni ikki, og sær ofta út til at vera líkaglaður.
Tá tey endiliga øll eru saman, eru tey ofta á møti í samkomuni. Har leitar serliga Maria sær skjól í trúnni, har hon fær styrki at standa ímóti mótstøðuni í gerandisdegnum.
Men dag fyri dag viðurkennir hon, at hennara sterka trúgv helst ikki er nóg mikið til at halda lív í dreyminum.
Hennara glansbílæt av eini fullkomnari familju syndrast spakuliga.
Ein riva í glansbílætinum
Maria vónar og vónar, at støðan verður betri, men Lisa broytir ikki atburð. Tvørturímóti. Hon verður meira tunglynt og ómøgulig.
Lisa gongur til samtalur hjá einari sjúkrasystir í samkomuni, og tað hjálpir henni. Sjúkrasysturin heldur, at Lisa átti at leita sær hjálp hjá einum lækna ella sálarfrøðingini, og tí sendir Maria hana til lækna.
Læknin metir, at talan ikki er um tunglyndi. Men trupulleikarnir hjá Lisu stava frá familjuni, skrivar hann í journalina. Tí fær hon ikki resept til eydnubollar ella annan heiluvág heim við. Ístaðin setir læknin seg í samband við foreldrini, sjálvt um Lisa ikki ynskir tað.
***
Maria kemur inn í kamarið hjá Lisu. Hon er sorgarbundin. Kennir seg máttleysa.
Lisa stendur við hurðina, sum hon roynir at lata aftur. Hon vil hvørki síggja, hoyra ella tosa við pápa sín, sum roynir at rópa um umbering.
Kim og Maria hava júst verið hjá læknanum, og har hevur Maria fingið sín ringasta illgruna staðfestan. Lisa er vorðin krenkað av pápa sínum.
Maria sær nú glansbílætið følna.
Lisa hevur millum annað fortalt læknanum, at hon hatar vaksnar menn og hevur í tí sambandinum nevnt pápa sín. Hon hevur eisini fortalt, at hann hevur nortið hana í skrevinum og uttaná trussunum.
Hýrurin í kamarinum er tungur. Lisa liggur í songini og grætur. Maria fer yvir til hana og setir seg á seingjarstokkin og hyggur blítt at henni. Sjáldan hevur Maria kent seg so hjálparsleysa. Men hon kann ikki flýggja frá løtuni. Dóttirin hevur meira enn nakrantíð áður brúk fyri hennara stuðli og forstáilsi.
Maria verður noydd at spyrja. Hon roynir varliga.
“Hvat hevur babba gjørt tær?”
Lisa er mótfallin.
Maria noyðist at vísa dóttrini, at hon trýr henni. Og hon kennir tað sum sína skyldu at fortelja, hvat hon sjálv hevur verið ígjøgnum.
“Tað pápi tín hevur gjørt ímóti tær, hevur hann eisini gjørt móti mær í fleiri ár.”
Tær hálsfevnast, og Maria sleppur kenslunum leysum.
Í kjallaranum hoyra tær Kim gera løgin ljóð. Tær halda, hann spýr.
--------------
Eftirskrift
Fyri at verja familjuna eru persónarnir dulnevndir, men redaktiónin kennir rætta samleika teirra.
Greinin byggir á neyvar samrøður við høvuðspersónin Mariu og dóttir hennara. Harumframt eru samrøður gjørdar við fleiri familjulimir og aðrar persónar, sum á ein hvønn hátt hava verið innblandaðir, har ímillum vinkonuna Onnu. Kim hevur fingið møguleika at vera við, men hevði ikki hug.
Lýsingar av tankum og kenslum hjá Mariu á ávísum støðum, har hon er einsamøll, byggja á eina kritiska endurforteljing av minni hennara.
Kim, sum varð skuldsettur fyri brot á §232 í revsilógini, varð um miðjan septembur dømdur fyri at hava krenkað blúgskapin hjá dóttrini.
Hetta málið við Lisu hevur elvt til nógv kjak um, hvørs læknin bar seg rætt at ella ikki. Mynduleikarnir kanna nú málið.