Salli Lognberg 80 ár

Sunnudagin 25. november fylti ein vælkendur skopuningur 80 ár. Salli Lognberg er sonur Sommer og Sannu, sum var úr Havn, fødd Justinussen. Salli er giftur við Juttu, sum er ættað úr Húsavík.

 

Serliga minnist eg tíðina tá vit vóru børn, hvussu gott tað var at koma inn til Juttu og Salli, har var altíð borðreitt fyri okkum børnum. Vit føldu okkum altíð væl at koma inn til Juttu og Salli, tí tey vóru sera góð við børn, so tað var neyvan dagur at vit ikki vóru inni og vitjaðu. Omman og abbin búðu í einum parti av húsinum, so har í húsinum vóru altíð nógv børn. Vit føldu okkum altíð vælkomin.

 

Salli hevur verið og er ein sera virkin maður, Salli hevur verið av raskastu monnum bæði á sjógvi og landi.

Ikki eru havhesta byrðarnar fáar, ið hann hevur borið úr bakkanum. Jú Salli var hvørja løtu, sum hann kundi, við stongini. So um kvøldið bleiv skoldað, tá kundi vera nógv fólk, sum skoldaðu við. Stuttligt er at hoyra Salli siga frá bakkaferðum.

Sum frásøgumaður er hann av teimum bestu, hann hevur tað ikki frá fremmandum. Tær løtur tá okkurt serligt var, til dømis føðingardagar, sat man antin við spílaðum oyrum ella í skellilátri, tá Salli og ikki minst abbin søgdu frá ymiskum til gaman og álvara. Tað hevði verið dýrgripur at átt, um hetta var fest á band.

 

Salli hevur verið virkin á sjónum síðan hann sum 15 ára gamal, fór við »Borglyn« sín fyrsta túr. Salli sigldi eisini við »Borgini«, sum Torvald Hjelm átti og førdi. Salli var av bestu fiskimonnum við snøru, tá var tað sjálvdráttur og var hann altíð ímillum teir bestu og best at fiska.

 

Ùtróðurin í Ravn Stóroy royndi hann eisini við »Fiskakletti«, sum systursonur hansara, Sommer Winther var formaður á. Tað tíðina tá skopuningar róðu út í Ravnsoynni var nakað serligt, tá hesir vøkru bátarnir fóru siglandi út úr havnini flaggskrýddir á veg til Grønlands. Og komu so aftur um heystið, so vakrir sum svanar siglandi inn í havnina. Jú, hesir føroyskt bygdu bátar, sum nú fækkast í tali, eru eitt sera føroyskt handverk, sum vit politikarar eiga at vísa virðing og stuðla, soleiðis at hetta handverk ikki fær mønustingin. Salli er enn virkin á sjónum, við bátinum hjá sær »Hemarin«, nú hann er fyltur 80 ár.

Í '69 keypti hann »Haraberg« sum var 30 tons, saman við beiggja sínum Ásmund Lognberg, Tórolv Poulsen, Eyðun Poulsen, Herman Winther og Ádvald Juul. Teir drivu tann bátin í nógv ár og fiskaðu væl. Salli var motorpassari á »Haraberg« øll árini. Tá teir seldu »Haraberg« mitt í 80'unum, keypti Salli glastrevjabátin »Hemarin«, sum hann róði nógv út við línu um vetrarnar. Smádreingir engdu í skúrinum. Sum onkur hevur sagt so beinrakið, at egningarskúrarnir vóru universitetini úti á bygdunum. Um so er, ja so hava verið og eru nógv av slíkum her í bygdini. Jú satt er tað at hesir menn, sum hava haft sín arbeiðsdag í bátunum, hava alt mangan ungling til mans.

 

Jú vit minnast virksemi á keiini fyri nøkrum árum síðani, allir skúrarnir vóru fullir av smádreingjum og eldri monnum, sum engdu. Dreingirnir komu úr skúlanum, taskan kom sum eitt lyn inn í gangin og síðan var kósin sett oman á keiina. Ofta var ilska inn á hesar dreingir, tí skúlating vóru forsømd, men atlíkavæl tá man hugsar um hesar dreingir, so eru teir komnir væl framm, vælskúlaðir við góðum úrslitum, so universitetini á keiini, ímillum sild og høgguslokk og fløktar stampar, hava givið nakað har hesir tilkomnu menn terpaðu sína vitan í hesar dreingir, sum vóru partvís grundarlag undir útróðrinum.

 

Nú er Salli farin um tey áttati, men sigast má, at hesin aldur sæst ikki á honum, sum rør út tá líkindi eru, og annars luttekur í øllum viðurskiftum her á landi, poltiskt hevur hann sína sannføring og í missiónshúsinum er hann virkin.

 

Góðu tit, Jutta, Hendrik, Karina og abbabørnini hjartaliga tillukku við pápanum, verpápanum og abbanum. Og enn einaferð hjartaliga tillukkku og Guds signing í komandi døgum.