Herfyri lat sera forvitnislig foto- og videoframsýning upp í Listaskálanum. Tað er Ingi Joensen, sum vísir fram myndir hann hevur tikið í Føroyum og í útlondum seinastu árini. Tað var Helgi Fossadal, stjóri í Listaskálanum, sum beyð teimum 200 fólkunum vælkomin til listaframsýningina hjá Inga Joensen, hansara fyrsta sjálvstøðugu listaframsýning í Listaskálanum. Í 1992 hevði Ingi Joensen eina sjálvstøðuga framsýning í Gallerí LIST, og til ta framsýningina gav hann út listabókina REFLEKTIÓN.
Helgi Fossadal vísti á, at samstarvið við Inga Joensen hevur verið sera áhugavert. Serstakt fyri framsýningina er, at Ingi Joensen bæði sýnir fram fotolist og videomyndarøðir, sum er forkunnugt í Føroyum.
-Ingi Joensen fekk stuðul/løn til listafólk frá Mentanargrunni Landsins í 6 mánaðir, og hann nýtti stuðulin til at fara úttanlands - út í stóru verð - at fáa sær hugskot og íblástur til sína list. Framsýningin er prógv um, at Ingi Joensen hevur fingið væl burturúr hesum tíðarskeiði, og liggur tað honum frammaliga í huganum at vísa í verki, at í einumhvørjum stuðli liggur ein ávís ábyrgd.
Í sambandi við hesa framsýning hevur Listasavnið givið eina bók út um Inga Joensen, og høvundurin Gunnar Hoydal hevur skrivað tekstin. Samstundis hevur Jette Hoydal týtt bókina til enskt og danskt, meðan Ingi Joensen sjálvur hevur staðið fyri tí grafiska arbeiðnum. Tað er gott og týdningarmikið at hava hjálpsom fólk á tí mentanarliga økinum at heita á, og tað vilja vit takka teimum fyri segði Helgi Fossadal og helt fram:
-Listasavnið hevur avgjørt, so vítt gjørligt, at dokumentera framsýningarnar, sum eru í Listasavninum við bókaútgávu, sum er ein týdningarmikil og neyðugur partur av virkseminum hjá savninum til listasøgu okkara og gransking.
Stjórin í Listasavninum vísti á, at tey hava fingið eitt sera áhugavert samstarv við eitt stórt og týdningarmikið listasavn í Wien um eina framsýning av føroyskari nútíðarlist. Henda framsýning verður komandi vár og uml. 100 listaverk vera við. Tað er ein kuratorur frá listasavninum í Wien, sum velur listaverkini til framsýningina.
-Tað verður spennandi at síggja, hvussu ein útlendingur velur út. Arbeitt verður eisini við at fáa framsýningina aðrastaðni m.a. til Firenze. Tað er týdningarmikið, at føroysk list fær høvi at verða sýnd uttanfyri norðanlond.
Set hetta fyri set í kassa
Faktaboks
Tað er Listasavn Føroya, sum skipar fyri framsýningini Støð - Støður við Inga Joensen listafotografi. Á framsýningini eru 42 ljósmyndir og 3 myndrøðir at síggja. Harumframt er ein bók gjørd, ið Gunnar Hoydal rithøvundur og arkitektur hevur skrivað. Bókin er 56 síður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við 37 myndum. Bókin kostar kr. 200.
Ingi Joensen er føddur í Havn í 1953. Í 1977 nam hann sær útbúgving á deildini fyri tekning og grafikk á Danmarks Designskole í Keypmannahavn eftir fýra ára skúlagongd. Hann hevur verið á námsferð í londum sum Spania, Italia, Fraklandi, Íslandi, Grønlandi og USA. Hann hevur luttikið á mongum framsýningum í Føroyum og Danmark umframt í Fraklandi, Italia, Íslandi og Grønlandi. Síðan 1980 hevur Ingi Joensen rikið egna fyritøku, sum sniðgevur bøkur, heimasíður, pakkitilfar og aðrar prentlutir, og ger sjónvarpslýsingar og multimedia tilfar. Hann hevur gjørt myndil av havbotninum kring Føroyar, stuttfilmin Taxi og barnabókina Trøllið hjá pápaleysa. Eisini hevur hann gjørt prýðingar í Hotel Føroyum, Føroya Handilsskúla og Strandferðslupakkhúsinum. Í 1992 kom út bókin Reflektión, ið snýr seg um listina hjá Inga Joensen. Við í bókini eru einar hálvthundrað viðgjørdar myndir.
Í nýggju bókini, Støð – Støður, sigur Gunnar Hoydal m.a.:
Í fyrstani ta strongu svørt-hvítu leiðina, har myndin er ein listarlig skipan av linjum og flatum í ljósi og myrkri. Hjá honum er seinni tað gátuføra komið aftrat, lutir og landsløg hava fingið litir, tøgn valdar, men aftan fyri tøgnina eru tekin, sum gera vart við seg og fáa mál fyri seg. Eitt øðrvísi mál, sum bara eygað og sinnalagið varnast. Tað sjónliga goymir í sær ein ósjónligan heim, sum hevur aðrar týdningar enn teir vanligu, og listamaðurin kann sum sansandi vera, samantvunnin við henda orðleysa heimin, lokka fram týdningar á markinum millum tøgn og mynd.
Myndirnar standa navnleysar og orðleysar. Ein hjallur við sjóvarmálan, eitt gróthús í haganum, hús mest sum frágingin í kava ella skýming, okkurt kortini við ljósi í onkrum vindeyga til at standa ímóti illveðrinum, ið tekur seg upp. Nógv einsemi er í myndunum, eisini teimum, har fólk síggjast ganga ella standa, sum hava tey einki at siga hvørt við annað. Einsemið á kirkjugarðinum, har grøs og blómur royna at vinna á gravsteinunum. Myndir eisini innandura við leivdum av onkrum, sum einaferð hevur verið, hurðar tiknar av leikindum, farvegir og slóðir í lutum, sum bíða eftir, at myndin verður tikin. Sjálvt í royndunum við ljósi og skugga eftir naknum kroppi tykist tíðin at vera steðgað. Her eru støðini, sum samstundis gerast støður í huganum á tí, sum sær myndirnar. Tær eru sum grafiskar tekningar, ofta hækkaðar við litum, soleiðis sum teir gomlu meistararnir kundu hækka onkran part av tekningini til at gera vart við eitthvørt serstakt og fáa javnvág í heildina.
Framsýningin er opin til 16. desembur 2007.
Listasavn Føroya er opið:
Týsdag – sunnudag, kl. 14.00 – 16.00.
Mánadag er stongt.