Havn: - Hesin filmurin fortelur sera væl, hvussu lívið hjá Jesusi var, siga vinmenninir báðir, Kristin og Edvin.
Í filminum leggja teir rødd til og geva lív til dreingirnar Benjamin og Káleb, og hvussu børnini upplivdu hendingarnar sum tá fóru fram.
Báðir hava teir fingist við leiklutir áður – Edvin hevur verið við í onkrum barnasendingum og Kristin sang við á fløguni “Eg eri ein K”, sum ofta er at hoyra í útvørpunum.
Tá teir vórðu spurdir um at vera við at leggja rødd til ein Jesus-film fyri børn, játtaðu teir beinanvegin.
- Vit fingu handritið heim við at lesa, og síðani tóku vit alt upp í Studio 1 í Útvarpi Føroya. Tað var sera áhugavert og stuttligt at vera við í hesum, greiða teir frá.
Teirra fatan er, at Jesus-filmurin er gjørdur á ein barnavinarligan hátt, soleiðis at børnini kunnu fata, hvussu lív hansara var.
- Vit hava sjálvir fingið nógv burtur úr, millum annað fleiri detaljur í lívi hansara. Tað vóna vit eisini, at onnur fara at fáa, siga altso Kristin R. Mouritsen og Edvin Niclasen.
1011 tungumál
Hesin nýggi filmurin er munandi styttri enn tann kendi og nógv útbreiddi Jesus-filmurin sum í upprunaligu longd er samfullar tveir tímar.
Ístaðin er nú gjørdur ein filmur við brotum úr hesum filminum, men soleiðis sum ein ímyndar sær at nøkur børn sóu og upplivdu alt tað, sum hendi fyri 2000 árum síðani.
Tann fyrri filmurin er higartil týddur til 1011 ymisk tungumál, meðan henda barnaútgávan er týdd til 126 mál. Tann føroyska útgávan er sostatt tann 127. í røðini.
Gjøgnum frásagnir og samrøður millum fleiri børn fylgja vit lívinum hjá Jesusi, soleiðis sum tað er frásagt í Lukas evangeli’inum.
Filmurin er serliga áhugaverdur við tað, at børnini koma úr familjum sum trúðu gleðiboðskapinum og úr familjum, har alt hetta var mett sum tvætl.
- Filmurin vísti okkum, at Jesus hann var tann størsti av øllum, siga teir báðir.
Góður filmur
Kristin og Edvin eiga tvær av høvuðsrøddunum í føroyska barnafilminum – Benjamini og vinmanni hansara Kaleb.
Í veruleikanum og í gerandisdegnum hava teir báðir havnardreingirnir kunnleika til tað sum filmurin snýr seg um, men í filminum vaksa teir upp undir ymiskum umstøðum og hugsanum um, hvør Jesus veruliga er.
- Jú, tað var sera stuttligt at vera við at leggja rødd til filmin. Tað er jú ikki ein og hvør, sum fær ein slíkan møguleika, siga teir báðir við ein munn, stutt eftir at filmurin varð lagdur fram á fyrsta sinni.
Hetta hendi á eini samkomu í Norðurlandahúsinum mánakvøldið, har fólk fingu høvið at síggja brot burtur úr filminum og at hitta nøkur av teimum, sum hava lagt rødd til filmin.
- Vit vóna, at filmurin fer at verða nógv brúktur. Hann vísir sera væl, hvussu lívið hjá Jesusi var, sláa teir báðir, Eivind og Kristin fast.
Samstarv millum samkomur
Føroyska verkætlanin við hesum Jesus-filminum er eitt úrslit av samstarvi millum umboð fyri kirkjur, kristiligar samkomur og felagsskapir í Føroyum.
Hesi fólkini hava skipað seg í eitt umboðsráð undir leiðslu av Poul Jóhan Djurhuus, og við fólki úr Fólkakirkjuni, Brøðrasamkomuni, Hvítusunnusamkomuni, Katólsku kirkjuni, Adventkirkjuni, Samkomuni Immanuel, Frelsunarherinum, Oasuni og Kirkjuligu Heimamissiónini.
Ein starvsnevnd hevur samskipað arbeiðið við filminum og skipað føroysku týðingina. Í hesi nevndini sótu Richard Schwartsson, Uni Næs, Símun Absalonsen og Heini Lützen.
Filmurin fæst til keyps fyri 150 kr. kring alt landið.
Røddir í barnafilminum
Eitt stórt arbeiði er gjørt fyri at fáa tær røttu røddirnar til teir røttu leiklutirnar.
Hetta arbeiðið hevur Elin K. Mouritsen leikstjórnað og Heini Lützen samskipað.
Røddirnar eiga: Edvin Niclasen, Kristin R. Mouritsen, Áki Lützen, Rói Olsen, Astrið Simonsen, Bjørk Breckman og Sjúrður Skaale.
Frásøgufólk eru: Astrid Breckman og Jónsvein Heinesen.
Týtt til føroyskt: Richard Schwartsson