Í dag umrøður Føroya Løgting eitt stórt og týdningarmikið mál, nevniliga eina avtalu millum Føroyar og Bretland um landgrunnsmark og fiskimark millum londini bæði. Hetta er eitt mál, sum hevur staðið óloyst [...] spurningur um at krevja og geva. Tað er greitt, at í slíkari støðu vil mangan standa í botni. Tá er tað aftur upp til leiðararnar í slíkum samráðingum at brúka sítt sunna vit og skil. Og at hava eitt gott politiskt [...] fáa avtaluna samtykta í løgtinginum, danska fólkatinginum og tí bretska parlamentinum. NÚ vilja samráðingar millum tvey lond um so álvarsligt og stórt mál sum ásetan av einum framtíðar marki altíð vera
seyma, er hon heimagangandi húsmóðir og hevur 4 børn og mann. Fyrst í áttatiárunum byrjaði hon at seyma litføgur listaverk, ið ofta lýsa gerandisstøður og myndir av móðir og barni. Hon sigur seg ikki skapa [...] hon kennir. Hugskotini kveikjast av hugløgum og kenslum hennara, sum so koma til sjóndar í teppum. Bodil Gardner hevur m.a. sýnt fram á Kvindemuseum í Århus og nú fáa føroyingar høvi at síggja verk hennara
við. Og talan er um tónleik av øllum slag. Klassiskur tónleikur hevði stóran áhuga, eins og allur tónleikur við føroyskum teksti. Bæði sjómansrímur og rocktónleikur. Savnfløgurnar "Grót føroyskt" og "Rock [...] skreyt og tónlist, spratt úr kreppuni, ið legðist á Føroyar fyrst í nítiárunum. Handlarnir samstarva um t.d. skrivstovu og bókhald. Samstarvið riggar væl, sigur Gissur við Morgunblaðið. Gissur og 3'arin [...] Guð, fagurskrivarin og rockserfrøðingurin, sum vitjaði í Føroyum í heyst, umboðar Tutl í Íslandi. Bæði Kristian Blak og Rakul Petersen frá samtakinum NORA, ið eisini var á stevnuni, og sum dagliga samstarvar
100, 120, 140, 150 og 180 kilo. Teir báðir tyngstu av hesum steinunum eru rundir og tískil torførari at lyfta. Tað ræður um at lyfta so nógvar av hesum steinum so skjótt sum gjørligt, og Regin verður seinasti [...] kappast teir báðir, sum eru nummar sjey og átta, síðani seks og fimm, fýra og trý, áðrenn kappingin endar við, at teir báðir fremstu luttakararnir kappast ímóti hvørjum øðrum. Regin er væl fyri Í mun til [...] seg undan honum. Næsta kappingargreinin er deadlift, og hendan kappingin verður niðri á støðni í Hoyvík. Her er Regin næstseinastur at royna seg, og hetta er eisini sera heppið fyri hann, tí tá kann hann
dystir ? og teir skulu avgreiðast eftir bert fimm døgum, so tað kann gerast rættiliga strævið. Men tað eru so somu treytir fyri øll liðini. Í flogbólti í oyggjaleikahøpi verður fyrst og fremst tosað um [...] Mikkelsen, sum seinasta árið hevur verið við á liðnum hjá Fortuna úr Odense og hevur staðið seg væl, og so Sigmund av Teigum og Heini Weihe, sum hava vant við Skt. Jørgen í seinastuni. ? Vit kenna væl álendska [...] teirra spælistílur víkir eitt sindur frá tí, vit kenna her á okkara leiðum. Og so eru tað Gotland og Guernsey, sum vit eiga at vinna, og Jersey, sum hevur tikið seg nógv fram, men sum vit eisini eiga at kunna
ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Móti kvøldi upp í andøvsgul av suðri og landsynningi og samdrigið, men turt. Veðrið sunnudagin: Fyrst upp í andøvsgul av suðri og landsynningi og támut veður [...] strúk og regn av útsynningi. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi og sirm ella mjørki í støðum. Hitin millum 8 og 12 stig [...] fer norðureftir og dýpist og kuldabrúgvin haðani fer um Føroyar seinnapartin. Aftaná kemur ein lítil hátrýstryggur. Í dag: Eitt lágtrýst við New Foundland fer móti Kappanum og dýpist og hitabrúgvin haðani
sær, at bæði HJ og RN eru á sama fundi í Portugálinum. Hann fer inn í fundarhølið og biður RN og HJ møta hjá sær ávíkavist kl 13.00 og 14.00 sama dag. Orsakað av tíðarætlanunum hjá HJ og RN, verður tað [...] gsstovnin og Vinnumálastýrið og segði, at hann fór at arbeiða fyri hesum. 2. Fundur fyrst í juni 98 Á hesum fundi kemur tað eftir FA´sa fatan fram, at viðurskiftini millum Vinnumálastýrið og HJ er sera [...] Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni verða fyrisitin á einum og sama stovni, og at hetta helst eisini var ein gongd leið í Føroyum. HJ ógvaðist stórliga av hesum hugsanum landsstýrismansins og mælti harðliga
miðvallari í flestu av dystunum í ár, sendi hart og flatt innfyri úr høgru síðu. Bjarni Johansen kláraði ikki at halda bóltinum, og so var Carl Høgnesen á honum og trokaði hann inn. Tað bleiv 2-0 tíggju minuttir [...] afturlegging. Hann royndi at krússa, men misti bóltin, og knappliga vóru tveir VB-arar púra leysir. Ungarski málverjin feldi annan, og so var brotsspark og reytt kort til Timar. Øssur Hansen, sum serliga í [...] tikin út, og nýggi verturin hjá Atlantic Radio, Tróndur Vatnhamar, kom inn. Janus Kjærbo sendi útvarpsvertin annan vegin og bóltin hinvegin, men tíverri fyri VB rakti bólturin á stólparótina og endaði síðani
samvinnuna alt ov leingi, og tí eri eg sera fegin um, at vit kunnu kunnu arbeiða við meira konstruktivum og ítøkiligum uppgávum. Hann leggur aftrat, at fólk teirra á sendistovunum og í uttanríkisráðnum hava [...] Hann starvaðist í fleiri ár á bretsku sendistovuni í Danmark og var har ein av undangongumonnunum fyri at økja um samvinnuna millum Føroyar og Bretland. Seinastu tíðina hevur hann verið á høgum støði í [...] kravið, sum rakk langt inn á landgrunnin - og fasthalda, at tað var órímuligt, sigur Anthony Layden, at hetta skuldi skiljast sum teirra boð uppá eitt mark og var tað eftir teirra tykki í tráð við fleiri
var væntandi, at B68 fór at herja mest á, meðan B36 fyrst og fremst vildi verja leiðsluna. Øssur Jacobsen varð skiftur inn í hálvleikssteðginum, og hann setti ferð á úti í vinstru álopssíðu hjá heimaliðnum [...] Thorsteinsson, sum krøkti Øssur, og so var brotsspark. Jan Petersen sendi brotssparkið á stongina og í netið, og sostatt var stongin ikki í parti við B36 hesaferð, eins og hon var í steypadystinum móti VB [...] B68 og B36 ongantíð nøkur serlig fótbóltsuppliving. Tað hava sjáldan verið so nógv fríspørk innan 90 minuttir, sum tað vóru á Svangaskarði sunnudagin, og tí var langt millum samanhangandi spælið og mál