Bodil Gardner í Norðurlandahúsinum

Hugløg og kenslur koma til sjóndar í teppum

Fríggjadagin klokkan 17 letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum við myndateppum, ið Bodil Gardner hevur seymað. Bodil Gardner er úr Lystrup í Danmark. Umframt at seyma, er hon heimagangandi húsmóðir og hevur 4 børn og mann. Fyrst í áttatiárunum byrjaði hon at seyma litføgur listaverk, ið ofta lýsa gerandisstøður og myndir av móðir og barni. Hon sigur seg ikki skapa eftir tí, hon sær, men tí hon kennir. Hugskotini kveikjast av hugløgum og kenslum hennara, sum so koma til sjóndar í teppum.

Bodil Gardner hevur m.a. sýnt fram á Kvindemuseum í Århus og nú fáa føroyingar høvi at síggja verk hennara.