verður hann ikki valdur á ting. Tær skapandi kreftirnar eru øðiligar í Føroyum, og teir, sum sita við róðrið vilja ikki vanda hendan fong – vilja ikki gera eina íløgu í tjóðina Føroyar. Teir hava ikki sæð, hvønn [...] esta amboð til at byggja tjóðina við. Hetta er ikki ein meining frá einum kjarrgalnum, ráðaleysum manni – hetta er ein meining frá einum ógvuliga sviknum og skuffaðum manni. Og eg eri ikki einsamallur [...] seg til og fest niður í samgonguskjalið. Ár um ár fær politiski veruleikin skyldina, men eg haldi, at talan er um politiskt dramblæti, har allir sum ein brúka heimsins elstu umbering: Tað var ikki eg,
um ikki túsundtals børn. - Eg má vera væl fyri, um eg skal orka at samskifta við so nógv børn alla tíðina, og er hetta ein orsøk til, at eg altíð finni mær tíð til at renna. Tá eg eri Bubu, eri eg til [...] til fyri børnini. Tá má eg taka mær tíð til at tosa við øll, sum vilja hitta Bubu, sigur Finn Johannessen. Hann nevnir, at tá hann leygardagin hevði tvær framførslur, var eingin tíð til at taka sær av løttum [...] honum. Tær, sum ikki sluppu við í filmin, vera allarhelst nýttar til okkurt annað seinni, sigur hann og rósar toyminum, hann hevði við sær, fyri at filmurin longu er liðugur. Tað er ikki altíð, at børn
teimum heilt góðu skotunum. - Eg havi nokk ongan tíð rakt bóltin so væl, sum eg gjørdi hesaferð. Hatta var ótrúliga stuttligt at síggja, tá bólturin streyk í málið, tók hann til eftir dystin. Men frá 35 metrum [...] lág væl fyri, so eg royndi bara. Onkur sigur kanska, at tað var heppið, men hepnið skal jú eisini uppsøkjast, tók hann flennandi til. Mugu bara royna Men líka mikið hvussu var og ikki við málinum, so helt [...] uppgáva, men vit fara so eftir trimum stigum. Tað var heldur ikki nøkur løtt uppgáva hesaferð, tí EB/Streymur royndi alla tíðina, í øllum førum til 3-0 málið, men tað gekk so hesaferð. Og tað er so tað, sum
foreldrunum, var síðani á Eiði, til hon seinast í fimtiárunum fór til Gøtu at tæna. Har birtist stórur trúskapur húsanna millum, ið hevur hildið sær til henda dag. Mamma kom aftur til Gjáar í 1960 at passa handilin [...] desember 1963, og fingu tey meg. Tað mundi komast av tí, at eg eri einkardóttir, at mamma og eg fingu eitt so serligt inniligt samband - hon var ikki bara mamma, men systir og vinkona samstundis. Hetta ger [...] skilja, men eg sakni hana bara so nógv, tí vit høvdu so nógv saman. Tað fór ikki dagur, uttan at vit tosaðu saman fleiri ferðir – men nú er rødd hennara tagnað. Eitt tað fyrsta, ið rennur mær til hugs í sambandi
framíhjávinning burtur úr einum slíkum hyli, so eri eg vísur í, at tað duga nólsoyingar, soleiðis at svimjihylurin ikki bara verður til gleði fyri børnini í Nólsoy, men eisini gerst ein væl umtókt attraktión [...] kappróðurin sterkt. Nólsoyggin hevur nógv at bjóða bæði til nólsoyingar sjálvar og til vitjandi á hesi vøkru og spennandi oyggj. Nógv vitja tí oynna - ikki minst skúlar og barnagarðar - og fólk vísa áhuga fyri [...] men enn er eingin svimjihylur komin, tí stevnan í sær sjálvum gevur ikki nóg mikið til at fíggja verkætlanina. Her mugu størri tøk til. Tað eydnaðist at gera ein svimjihyl í Hesti, sum eisini er partur
Viku eftir viku verða tey trúliga prentað, keypt og lisin. Ikki er tað oftani, at eg kagi í tey, tíansheldur keypi tey. Men eina ferð um árið unni eg mær tað ótrúliga marglæti, at keypa eitt glæsiligt, danskt [...] sum megnaði at fevna um kristna lesaraskaran, sum annars ikki tókst við at lesa litað bløð. Tey bløð, ið alt síðani hugsanin um tjóðríkið bleiv til í farnu øld, skaptu kjarnhúskið og lýstu verðina, sum hon [...] velur tú sjálvur tín identitet. Eitt náptak, eitt blueprint. Ein til hvørt høvi, tá tú ferðast í markleysa cyberspace. Men trúgvi ikki, at valið er frítt, óheft og fólkaræðisligt. Nei, sigur týskarin Ziehe
góðum felagsskapi og boðskapi. Hetta er kanska ikki alt svarið, men hetta er ein góð byrjan hjá okkara børnum og undómum. Flestu felagsskapir hava eitt til felags, og hetta er tað sjálvbodna arbeiði, sum [...] mong partur av hesum arbeiði, og vit eru mong, sum brúka nógva tíð til venjing saman við børnum og ungum og sum ferðast av oynni til kappingar, bæði summar og vetur. Vit hugsa neyvan so nógv um hetta í [...] er ein vinningur fyri okkara børn og ung. Tá børnini trívast, mennast og hava tað gott í felagsskapi við onnur, hava vit sum foreldur tað eisini gott. Børnini eru okkara dýrgripir. Tey eru tað besta, vit
Gregersen til nærri kanningar. - Eg varð send til eina røntgenkanning, og har sóu tey okkurt. Men av tí, at tað ikki sást so greitt, so varð eg eisini send til MR-skannaran, og fekk at vita, at eg fór at [...] støðuna. - Eg kom til ta niðurstøðu, at beinið ikki hevði eitt serliga stórt virði, um eg skuldi missa lívið av tí. So eg ringdi til læknan og segði, at um hetta var einasti møguleikin, so var eg klár, sigur [...] Drívmegin var fyrst og fremst, at eg vildi sleppa at vera mamma longri enn eg hevði verið. Eg vildi ikki fara frá mínum synum og teimum, ið eru rundanum meg. Eg var bara ikki klár at fara frá teimum, sigur
draga foreldur børnini í kirkju, mangan við tí útsliti, at tá tey hava fingið prestsins hond á høvdið, so síggjast tey ikki aftur. Soleiðis hugsi eg, meðan eg havi hug at ilskast inn á børnini og allan órógvin [...] knappliga kemur tað til mín, at nú eri eg vorðin vaksin og eri komin í miðjan aldur. Also, Mia og Kristina hava verið um sama aldur sum kona mín, fyrst eg kann minnast og eg haldi bestemt ikki, at kona mín er [...] Køkur í missiónshúsinum Og so eru vit til ball í missiónshúsinum. Aftan á gudstænastuna var boðið niðan í Missiónshúsið til drekkamunn. Hevði eg ikki havt syndað síðan eg var seinast her inni. Borðið bognar
internetið at liggja. Tí taki eg als ikki undir við. Tað kann ikki vera meiningin, at umsitingin skal standa til svars fyri hvørt einstaka barn, sum verður tikið inn. Og tað koma ikki fleiri ansingarpláss, um [...] onkur enn tá siga upp, tí tey ikki fáa børnini ansaði. Ei undur í, at tey eru ill, men tey rópa í skeivum stað, sigur Jancy. Hon heldur fram, at tey kunnu rópa frá nú av og til jólar um tey vilja. Tað nyttar [...] tí tað mangla stovnspláss. - Og har fáa vit sum umsiting ikki gjørt nakað annað enn at koma við tilmælum til sosialu nevnd. Jancy tekur tó ikki undir við framferðarháttinum hjá foreldraráðnum í Havn. -