Besta skotið nakrantíð

Sjúrður Jacobsen var sum vera man fegin um óvanliga vakra málið, men legði samstundis dent á, at stigini vóru tað týdningarmesta á degnum

leikaraprát

Einki var at ivast í, hvør dagsins detalja í dystinum mánakvøldið var.
Við drønandi 3-0 málinum úr 35 metrum fekk Sjúrður Jacobsen eisini hópin av rósum og glósum frá mót- og viðleikarum, eins væl og áskoðarum eftir dystin, og tá vit hittu hann á máli eftir dystin, mátti hann eisini viðganga, at hetta var eitt av teimum heilt góðu skotunum.
- Eg havi nokk ongan tíð rakt bóltin so væl, sum eg gjørdi hesaferð. Hatta var ótrúliga stuttligt at síggja, tá bólturin streyk í málið, tók hann til eftir dystin.
Men frá 35 metrum. Er tað nakar, sum hugsar um at skjóta mál so langt útifrá?
- Tað hendir jú viðhvørt. Bólturin lág væl fyri, so eg royndi bara. Onkur sigur kanska, at tað var heppið, men hepnið skal jú eisini uppsøkjast, tók hann flennandi til.

Mugu bara royna
Men líka mikið hvussu var og ikki við málinum, so helt Sjúrður tó eftir dystin, at tað vóru tey trý stigini, sum høvdu størsta týdningin fyri liðið.
- Tað er so einki at ivast í. Tað var tað, sum vit fóru eftir, og við hesum eru vit aftur við í oddinum. Har hava vit dyst á Toftum komandi umfarið, og tá fara vit so aftur eftir stigum. B68 er kanska eisini tað liðið, sum koyrir best í løtuni, so tað er einki at ivast í, at tað verður ein trupul uppgáva, men vit fara so eftir trimum stigum. Tað var heldur ikki nøkur løtt uppgáva hesaferð, tí EB/Streymur royndi alla tíðina, í øllum førum til 3-0 málið, men tað gekk so hesaferð. Og tað er so tað, sum vit mugu royna at gera hvørja ferð, tað sum eftir er av kappingini, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, segði fegni málskjúttin at enda, áðrenn børnini við girðingina aftur sluppu at spyrja um, hvussu hann bar seg at við hasum skotinum.