Í sambandi við, at tað í hesum døgum eru áleið 50 føroyingar ávegis til Paris á gulum súkklum, til frama fyri krabbameinsraktar familjur, fara vit komandi dagarnar at endurgevna nakrar søgur her, sum Sosialurin seinastu árini hevur skrivað um óhugnaligu sjúkuna, krabbamein. Her er tað Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, leiðari fyri FarGen, sum skrivað verður um. Samrøðan varð prentað í Sosialinum 15/12 – 2016.
Tað mundu ikki vera nógv í Føroyum, ið kendust við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, tá hon á heysti 2015 tók við starvinum sum leiðari fyri framsøkni FarGen verkætlanini, tá ferð av álvara skuldi setast á arbeiðið aftur.
Innan føroyska granskingarumhvørvið hevði hon tó longu gjørt vart við seg, tá hon fyrr á árinum vardi ph.d. ritgerð sína við Aarhus Universitet. Ritgerðin hevði heitið ”Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder”, og viðgjørdi tær genetisku orsøkirnar handan panikangist, og hvønn týdning ættarbregði hevur í menningini av sjúkuni.
Tveir mánaðir eftir, at hon ognaði sær ph.d. heitið, fekk hon starvið at standa á odda fyri einum av mest spennandi verkætlanunum í føroyska samfelagnum.
Í dag kennast flestu føroyingar við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sum leiðara á FarGen og ein av Føroya fremstu kvinnuligum granskarum.
Kom óvart á
Talan var sostatt um eitt hendingaríkt ár hjá Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið setti punktum fyri útbúgvingina, flutti heim til Føroya og fekk eitt nýtt starv alt innan eitt ár.
Men hjá nýútnevnda leiðaranum kundi lívið hava útvikla seg á ein heilt annan hátt.
Smá tvey ár frammanundan fekk Noomi Oddmarsdóttir Gregersen nevniliga boðini, ið nokk flest øll fólk óttast. Læknakanningar vístu, at hon hevði krabbamein í mjødnini, og tað var óvist, hvussu umfatandi sjúkan var. Í ringasta føri kundi talan standa um lív.
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen var um hetta mundi væl fyri, rann 5-10 kilometrar um dagin, var mamma at trimum børnum og var um at leggja síðstu hond á ph.d. ritgerðina. Seinastu árini hevði hon stríðst við onkra pínu í mjødnini, men tað hevði aldrin fallið henni inn, at talan var um eina lívshóttandi sjúku.
- Eg rann nógv, og sjálvt um eg hevði pínu í mjødnini, fekk hetta meg ikki at gevast. Tað var ein pína, ið kom og fór, so eg hugsaði ikki so nógv um tað, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið metti at pínan kom av onkrum meira óskyldigum.
- Eg gekk bara út frá, at tað antin var tí, at eg rann ov nógv, ella bara ein fylgja av, at eg hevði átt trý børn og var ikki so ung longur, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Skuldi renna hálvmarathon
Tað var tá hon setti sær fyri, at renna eitt hálvmarathon í Aarhus, at hon lurtaði eftir eini vinkonu og lat seg kanna.
- Hon segði við meg, at um eg skuldi renna hendan langa teinin, so var best, um eg fyrst kannaði, hvat tað var fyri ein pína, ið eg hevði í mjødnini, tí tað var ikki gott at venja so nógv, um man var í pínu, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá.
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen fór til læknan, sum í fyrstu atløgu ikki metti, at skaðin hevði tað stóra uppá seg, men av tí, at hon ikki fekk flutt annað beinið á sama hátt sum hitt og pínan hevði verið har so leingi, sendi hon kortini Noomi Oddmarsdóttir Gregersen til nærri kanningar.
- Eg varð send til eina røntgenkanning, og har sóu tey okkurt. Men av tí, at tað ikki sást so greitt, so varð eg eisini send til MR-skannaran, og fekk at vita, at eg fór at fáa svarið einar tveir til tríggjar dagar seinni, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá.
Tað gekk tó ikki leingi, áðrenn læknin aftur var í telefonini.
- Eg var ikki meira enn komin aftur til arbeiðis, tá læknin ringdi og bað meg koma aftur í viðtaluni dagin eftir at taka nakrar blóðroyndir. Har var okkurt á myndunum, ið hon mátti tosa við meg um, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Fekk deyðadóm
Sjálv var Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sannførd um, at talan ikki var um nakað meira enn bruna í vøddunum, ið var komin frá allari renningini, men nú fór hon at ivast.
- Eg kom inn í viðtaluna til læknan, ið bað meg seta meg niður. Síðan fortaldi hon mær, at kanningin vísti, at eg hevði metastasis í beininum, minnist Noomi Oddmarsdóttir Gregersen aftur á.
Fyri flestu fólk sigur eitt slíkt orð neyvan tað stóra, men hjá einum ph.d lesandi innan í molekylær lívfrøði er einki at taka feil av.
- Eg visti beinanvegin hvat tað merkti. Eg hevði krabbamein í mjødnini. Tað var sum at fáa ein deyðadóm. Eg fekk meg ikki at trúgva tí, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Tað var Noomi Oddmarsdóttir Gregersen ikki einsamøll um. Læknin var eisini ivasom til úrslitið, ið hon metti ikki kundi lesast út frá einari skanning. Men diagnosan kravdi fleiri kanningar.
- Av tí at illgruni var um, at eg hevði krabbamein, so varð eg koyrd í krabbameinsbólkin, ið tey hava í Danmark. Tað upplivdi eg sum nakað øgiliga ógvusligt. Frá at halda, at okkurt lítið var á vási, til brádliga at vera partur av hesum krabbameinsbólkinum, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Deyðin bara ein spurningur um tíð
Tungu boðini frá læknanum settu gongd á tankarnar hjá smábarnamammuni. Tað var ikki bara hennara lív, ið varð kollvelt av tíðindunum, men eisini lívini hjá hennara manni og teirra trimum børnum.
Allir framtíðardreymar og ynskir vórðu sett á pausu, meðan Noomi Oddmarsdóttir Gregersen stríddist sín lívs kamp móti sjúkuni.
- Man missir eitt sindur trúnna uppá, at man hevur eina framtíð og steðgar at leggja ætlanir fyri framtíðina. Man tekur lívið dag fyri dag. Í eini slíkari sjúkralegu stendur tíðin still. Eg hugsaði, at eg eri ikki deyð enn og doyggi nokk ikki innan teir næstu tríggjar mánaðirnar. Men man torir ikki at hugsa longri fram enn tað, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá.
Sjálv upplivdi hon boðini frá læknanum sum ein deyðadóm.
- Tá man fær staðfest, at man hevur krabbamein, so fær man kensluna av, at man fer at doyggja. Tá er deyðin bara ein spurningur um tíð. Í mínum huga, so hevði eg eitt sindur av tíð eftir, og ynskti at brúka hana so gott sum gjørligt, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Órættvíst fyri børnini
Hóast deyðin var ein reellur møguleiki í hennara huga, so lat Noomi Oddmarsdóttir Gregersen aldrin beiskleikan fáa eitt tak yvir hennara lív.
- Eg lat aldrin beiskleikan taka ræðið á mær. Eg spurdi aldrin hví hetta skuldi henda fyri meg. Tí slíkt kann líka væl henda fyri meg sum fyri nakran annan, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá.
Men heima við hús vóru børnini, og hjá teimum helt Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, at talan var um eina vanlukkuliga lagnu.
- Eg helt tað vera ræðuliga órættvíst fyri mínar dreingir, at teir skuldu missa mammu sína. Ikki tí, at tað var eg, men tí at teir mistu mammu sína. Tað var tað mest ræðuliga. At eiga ein drong upp á trý ár, ið fór at missa mammuna. Eg kláraði ikki tankan, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen og leggur afturat.
- Eg hevði tað gott. Eg var 35 ára gomul, hevði ferðast, hevði eina útbúgving, hevði búð uttanlands og hevði fingið mann og trý børn. Eg fór kanska at doyggja nakað tíðliga, men eg hevði havt eitt gott lív. Men eg kláraði ikki tankan, at dreingirnir skuldu missa mammuna.
Fleiri kanningar
Eftir at fyrstu kanningar høvdu víst, at Noomi Oddmarsdóttir Gregersen hevði metastasis í mjødnini, vóru fleiri kanningar gjørdar fyri at staðfesta hvussu umfatandi sjúkan var. Upprunaligu kanningarnar vístu seg at vera rættar, tó at sjúkan ikki var so umfatandi sum fyrst mett.
- Kanningarnar vístu, at eg hevði krabbamein, men at talan ikki var um metastasis. Metastasis merkir, at krabbameinið spreiðir seg, men hjá mær var tað isolera til einans at vera í mjødnini, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Næsta stigið í viðgerðini var at finna út av, hvat kundi gerast við krabbameinið, og har fekk Noomi Oddmarsdóttir Gregersen at vita, at einans ein møguleiki var.
- Eg mátti leggjast undir skurð, tí einasti mátin var at skera sjúkuna burtur. Men teir søgdu samstundis, at teir bara gjørdu tað, um teir kundi tryggja sær at teir fingu skorið alt burtur, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá og heldur fram.
- Tað merkti, at teir máttu skera annað beini av mær. Eg trúði ikki mínum egnum oyrum. Tað vóru eini øgiliga tung boð at fáa, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Ein útvegur
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen fekk at vita, at hetta var tann einasti møguleikin, og at fleiri læknar høgdu hugd eftir hennara støðu og vóru samdir. Hon slapp tó at fara heim og hugsa um støðuna.
- Eg kom til ta niðurstøðu, at beinið ikki hevði eitt serliga stórt virði, um eg skuldi missa lívið av tí. So eg ringdi til læknan og segði, at um hetta var einasti møguleikin, so var eg klár, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Men meðan Noomi Oddmarsdóttir Gregersen hevði grundað yvir sína støðu, høvdu læknarnir tosað við verkfrøðingarnar, ið framleiða protesurnar. Teir mettu, at tað var møguligt, at seta protesuna inn á ein slíkan hátt, at beinið kundi sparast.
- Tað var ein lætti og tað gav mær vónina aftur. Tað vísti seg, at hetta lat seg gera, so eg fekk eina protesu, ið fer at halda í umleið tjúgu ár uttan, at tað verður neyðugt at skera beinið burtur, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Stutt eftir varð Noomi Oddmarsdóttir Gregersen lagd undir skurð og fekk eina nýggja mjødn. Eftirfylgjandi kanningarnar hava staðfest, at skurðviðgerðin eydnaðist væl, og krabbameinið er nú burtur.
Synirnir vórðu kunnaðir
Tá Noomi Oddmarsdóttir Gregersen fekk staðfest krabbamein søktu hon og maðurin serkøna hjálp í hvussu man skuldi handfara støðuna sum familja.
- Vit ráðførdu okkum við ein sálarfrøðing frá Kræftens Bekæmpelse í Danmark, ið mælti okkum til, at hava børnini við í allari tilgongdini. Vit valdu at fortelja teimum beinanvegin, hvat var á vási, at mamma teirra var sjúk av krabbamein og skuldi leggjast undir skurð, greiðir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá.
Serliga metti sálarfrøðingurin, at tað var týdningarmikið, at synirnir fingu at vita um støðuna frá foreldrunum heldur enn, at tað hoyrdist aðrar vegir.
- Synirnir vóru við í allari tilgongdini og fingu alt at vita. Á tann hátt, so hoyrdu teir ikki um sjúkuna frá onkrum í skúlanum ella í barnagarðinum, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Hóast talan var um tung boð at fáa hjá børnunum, so heldur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, at teir dugdu væl at handfara støðuna.
- Tann elsti var eitt sindur bangin fyri, at eg skuldi doyggja. Hann spurdi inn til tað, og vit tosaðu nógv um tað. Men vit vissaðu hann um, at læknarnir dugdu væl. Dreingirnir koma sum heild væl burturúr tí. Eisini í dag duga teir væl við tí, at eg beri eitt brek, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen og leggur afturat.
- Tað er vorðið vanligt í okkara gerandisdegi. Teir hava enntá lyndi til at gloyma, at eg ikki klári at røra meg eins væl sum áður.
Var ikki klár at fara
Tað var eisini júst synirnir, ið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen nevnir sum høvuðsorsøk til, at hon megnaði at vinna á sjúkuni og koma so væl fyri seg aftur.
- Drívmegin var fyrst og fremst, at eg vildi sleppa at vera mamma longri enn eg hevði verið. Eg vildi ikki fara frá mínum synum og teimum, ið eru rundanum meg. Eg var bara ikki klár at fara frá teimum, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Harumframt setti hon sær fyri, at hon skuldi fullføra útbúgvingina, ið hon var byrjað uppá.
- Eg hevði brúkt so nógv ár upp á mína útbúgving og manglaði bara tað síðsta. Eftir átta og eitt hálvt ár skúlagongd restaði bara eitt hálvt ár til, eg kundi fáa mítt ph.d. heiti. Tað var bara ov keðiligt at hugsa sær, at eg ikki megnaði endan, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen og heldur fram.
- So saman við familjuni var tað eitt slag av drívmegi. Ein treiskleiki kom í mær, ið segði, at eg skuldi vinna á sjúkuni, tí eg hevði nøkur ting eftir at avrika.
Men hóast Noomi Oddmarsdóttir Gregersen var bjartskygd, so vóru tað eisini truplar tíðir, har veruleikin tyngdi smábarnamammuna. Tá fann hon troyst í trúnni.
- Sjálvandi vóru tíðir har tað var svárt og ringt. Men tá hevði eg hesa vónina, ið man hevur sum trúgvandi, umframt at eg visti, at fólk bóðu fyri mær. Tað hevur hildið lív í vónini, so at eg ikki fall í fátt og misti mótið, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Gongulagið tarnað
Trý ár eftir, at Noomi Oddmarsdóttir Gregersen varð løgd undir skurð og fekk eina nýggja mjødn, er gongulagið ikki vorðið tað sama aftur. Men tað er ein lítil prísur at rinda, metir Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
- Eg má nú ganga við stavi, men í mun til tað, ið man fyrst væntaði, so eri eg takksom fyri, at eg enn havi bæði beinini og eri á lívi, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.
Tað at gongulagið ikki er tað sama, ið tað einaferð var, hevur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen valt ikki at síggja sum eina forðan, men hevur lært seg at liva við tí.
- Mítt brek noyðist ikki at vera eitt størri hindur enn tað, ið eg geri tað til. Í FarGen fara vit mangan uttanlands á ráðstevnur, og setist eg ikki aftur vegna hetta. Eg skal klára ting sjálv. Fólk eru røsk at hjálpa, men merkja eisini á meg, at eg vil royna sjálv og ikki takast av ræði. Men av tí sama má eg eisini vera góð at biðja um hjálp, tá tørvur er á tí, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen og leggur afturat.
- Eg føli ikki, at eg eri sjúk. Eg havi eitt handikapp, men føli tað ikki sum eina forðing. Eg kann ikki hoppa ella renna sum eg einaferð gjørdi, men havi í staðin lært, at leggja dagin betri til rættis.










