Børn bæði elska og ræðast Bubu

Hóast nógv børn koma rennandi við fjarstýring í hond til foreldrini og rópa Bubu, so er tað ikki altíð, at tey tora at heilsa upp á hann, tá tey møta honum

Farna vikuskifti hevði Bubu fýra framførslur í Klaksvík og Tórshavn, og hevur hann tí heilsa upp á hundraðtals, um ikki túsundtals børn.

- Eg má vera væl fyri, um eg skal orka at samskifta við so nógv børn alla tíðina, og er hetta ein orsøk til, at eg altíð finni mær tíð til at renna. Tá eg eri Bubu, eri eg til fyri børnini. Tá má eg taka mær tíð til at tosa við øll, sum vilja hitta Bubu, sigur Finn Johannessen. Hann nevnir, at tá hann leygardagin hevði tvær framførslur, var eingin tíð til at taka sær av løttum millum framførslurnar, hóast tveir tímar vóru millum tær, tí so nógv børn vildu hitta hann.

- Finn hevur ikki altíð tíð, men Bubu hevur tíð. Onkuntíð má eg so siga frá, at nú fer Bubu avstað, so tey, sum vilja hitta hann, mugu koma nú, sigur hann.

 

Fríggjadagin kom ein nýggj útgáva við Bubu í handlarnar. Bubu upplivir bíbliusøgur – á staðnum eitur útgávan.

 

Seinnu helvt av September var Finn Johannessen í Ísrael saman við einum toymi og gjørdi filmsupptøkur til nýggja filmin.

- Vit filmaðu 14 søgur, og tær flestu av teimum eru við í filminum. Endamálið hjá okkum er at gera góðar løtur við at siga frá góðum søgum, sigur Finn Johannesen. Millum søgurnar, sum Bubu upplivir er tá Jesus og Pætur gingu á vatninum, tá herførarin Na’aman varð frískur, tá hann baðaði í Jordan og um smádreingin, sum gav Jesusi matpakkan hjá sær og sá hann metta 5.000 fólk við honum. Tær, sum ikki sluppu við í filmin, vera allarhelst nýttar til okkurt annað seinni, sigur hann og rósar toyminum, hann hevði við sær, fyri at filmurin longu er liðugur.

 

Tað er ikki altíð, at børn eru heilt álvulig við at hitta Bubu.

- Í nógvum heimum er Bubu vorðið eitt synonym fyri iPad ella fjarstýring, við tað at nógv smábørn renna til foreldrini við iPaddinum, tá tey vilja síggja Bubu. Men onnur børn eru, sum ræðast Bubu. Tey ræðast kanska hørðu ljóðini, hoppini ella stóru armflytingarnar. Tá royni eg at geva teimum tíð at venja seg við meg, at gerast trygg við meg, so tey tora at koma at heilsa upp á, sigur Finn Johannessen.

 

Finn Johannessen skapti Bubu millum annað tí hann helt, at ov lítið føroyskt barnatilfar var.

- Vit vilja gera føroyskt tilfar til føroyskt børn. Alt toymið hjá okkum er føroyskt og alt er á føroyskum, tó at okkurt kanska verður framleitt uttanlands.

 

Finn Johannessen sigur, at hann longu hevur fleiri hugskot til, hvat Bubu kann gera framyvir.

- Ein nýggur jólasangur er yrktur og verður klárar á youtuberásini skjótt. Harumframt arbeiða vit eisini við eini barnabók og okkurt innan aminasjón, men tað eru bara hugskot fyribils. Alt í alt kann eg siga, at tað enn liggja nógvir ógagnnýttir møguleikar í Bubu, sigur Finn Johannessen at enda.