Tá ein kirkja fyllir 165 ár

Klokkan fýra seinnapartin sunnudagin, fyri nøkrum fáum sunnudøgum síðan, ringdi kirkjuklokkan í Oyndarfjarðar kirkju, og fólk sóust skundisliga koma gangandi oman Sjóvartún úr øllum ættum. Tað ælaði og gráin í Jarðardali og Vatnsdali boðaði frá, at tað fór ikki at slíta í soleiðis beinanvegin

Klokkan helt á fram at ringja og kirkjan fyltist spakuliga. Hátíðardámur var í luftini, oyndfirðingar eru ikki vanir at ganga í kirkju sunnudagar seinnapartar. Hesa tíðina sunnudagar plaga teir at sita nývaknaðir fram á stokk, aftaná at hava sovið ein góðan døgurða afturum seg. Men í dag ber ikki til, klokkan ringir alsamt og kallar sálir allar heim til hallar, sum tað stendur rist í málmklokkuna, ið er so harðmælt, at hon hoyrist út á Hellur.
Í dag eru 165 ár síðan oyndfirðingar fyri fyrstu ferð sótu í nýggju kirkju teirra, ein katedralur eftir tátíðini, tá bygdin taldi fá fólk, nógv færri enn í dag og í dag er hon lítil. Teir høvdu sitið í øðrum kirkjum frammanundan á sama stað, fleiri guðsstaðir oyndfirðinga hava verið júst á hesum stað, so langt nakar kann minnast. Í miðøld í katólskari tíð hevur okkurt bønhúsið verið aðrastaði í bygdini, men síðan munkurin Luther kollvelti kirkjuna fyri 500 árum síðan, hava oyndfirðingar andsliga sagt heiminum góðandag og farvæl niðri í Sjóvartúni.

Breytnastólurin
Stólarnir fyllast spakuliga. Eg siti í Breytnastólinum vinstrumegin, konufólkamegin. Tað er eisini ein farin tíð, nú sita kynini hvørt um annað og familjurnar hava ikki so fastar benkur longur. Ella tær royna, men tað er ikki so lætt, tí summar familjur hava fingið so vælsignað evni frá Gudi at fjølgast og tey eru so nógv nú, at tey fylla fleiri beinkir. Tað veldst um tú kemur tíðliga í kirkju, um tú sleppur at sita í ættarstólinum. Vit vóru fyrst í dag, eg og bróður við konum og børnum og so var Breytnastólurin fullur. 80 ára gamla fastir mín, sum eisini var í kirkju, tá kirkjan fylti 100 slapp ikki at sita í Breytnastólinum í dag, hon mátti sessast mótsættumegin og eg tók næstan synd í henni eina løtu, soleiðis at hava tikið sessin frá henni. Hugsaði tó, at sat eg ikki her, so sat onkur annar. Tað vóru nógv Breytnafólk, sum vóru í kirkju í dag og sum høvdu eins góðan rætt sum eg at sita her.
Soleiðis er kirkjan broytt. Ættarlið eftir ættarlið hava sessast á teimum ymisku stólunum og í dag fegnist eg um, at okkara kirkja eisini er millum tær smáu trækirkjurnar í bókini hjá Gregoriussen, tí um fá ár minnast fólk ikki, hvussu teir ymisku stólarnir itu.
Ættarlið eftir ættarlið eru komin í kirkjuna, summar familjur vaksa, aðrar doyggja út og eg hugsi hvussu nógv er broytt seinastu 40 árini, eg minnist í kirkjuni. Fyrsti tankin er at her er ongin eftir. Øll eru deyð, men tað kann jú ikki passa, tí stólarnir eru fullir. Nógv eru deyð, nógv fólk sum vit kendu væl. Vit hava sitið til manga jarðarferðina og mangan hevur verið tungt. Men stórarnir eru fullir aftur, nýggj ættarlið hava tikið við. Stuttligt er at sita her og hyggja eftir teimum mongu fittu børnunum. Síggja úrslitið, tá somu familjur eru blandaðar eftir nýggjum uppskriftum og kombinatiónum. Hvussu tartaslagið riggar saman við onkrari fremmandari familju úr Havn. Hvussu Hvanngarðsslagið riggar saman við teimum á Marknagili, ella tá tey í Hálvmørk verða blandað saman við teimum undir Garði. Og sjálvur eri eg í familju við tey allar flestu, nær í familju. Hvussu familjueyðkenni verða undirstrikað og hvussu deyð fólk livna upp aftur í eftirkomarunum. Ein lítil piltur gongur blíður aftur og fram eftir gólvinum, og hóast ongin hevur fortalt mær hvør hann er, so síggi eg tað beinanvegin, hann líkist so akkurát abbanum, sum doyði fyri nøkrum árum síðan, sama smílið, sama gongulag og somu nøs, kanska eitt sindur minni, penari og snøggligari tilevnað í genblandinum nøkur ár frammanundan.

Bleytar stólar
Tað er ikki bara føðingardagur kirkjunnar, sum ger dagin hátíðarligan. Benkrirnir eru broyttir og polstraðir og hetta er fyrstu ferð, at kirkjufólkið roynir teir. Teir gomlu vóru bara ein fjøl, ring at sita á, so ring í summum stólum, at tú hugsaði meira um bakpartin enn um Guð og boðskapin, gjørdist deknur ella prestur ov drúgvur. Men nú er bleytt at sita og fólk sita ófriðaligari enn vanligt, flyta seg eitt lítið sindur av og á fyri at vita um hetta passar, at tú kann sita behagiligt í Oyndfjarðar Kirkju. Mín fyrsti konservativi tanki er, hvar eru teir gomlu, hava teir virkuliga koyrt teir gomlu burtur. Eg føli undir frammanfyri, nei sitifjølin er har framvegis, hon er bara polstrað. Talan er um snøgt handverk sum Jørmund Juul, ein fuglfirðingur í Oyndarfirði hevur staðið fyri. Kirkjan er í dag í fínasta standi, takkað verið hansara kønu hond. Tað er ringt at broyta nakað í eini kirkju tíbetur. Tá eg var smádrongur í Oyndarfirði høvdu tey sum ráddu lítla virðing fyri tí gamla og vóru reglurnar fyri broyting av kirkjuni ikki strangar, so var Oyndfjarðar kirkja tapetserað innan í dag, um hon í heilatikið ikki hevði verið javnað við jørðini og eitt kanska meira nútímans kirkjuhús var komið í staðin.

Dannebrogsklokkari
Klokkarin alla mína tíð, Eivind Petersen, keypmaður hevur hongt Dannebrogsmerkið í jakkan i dagens andledning. Eg fái ikki eyguni av hesum vakra heiðursmerki. Tað er ein fortjenstmedalja, sum hennara hátign, Margreta drotning, hevur givið Eivind, tí hann meginpartin av lívinum trúfast hevur gingið heim í kirkjun at ringja. Nú er hann ikki einsamallur klokkari longur, aðrir loysa av, men í dag stendur hann fyri ringingini, og medaljan riggar so hendinga væl á honum, tí hann er Dannebrogsmaður við lív og sál og hevur ongan politiskar trupulleikar av at bera blanka silvurmerkið. Hann fer eisini higani sum sambandsmaður. Reyðu og hvítu vimplarnir, ið mynda Dannebrog, sum kom dalandi niður frá Gudi, tá danski kongur stríddist í Baltikum á sinni, standa so vakrir á tí svarta klædninginum og teir eru eitt minni um allar teir vátu illveðurssunnumorgnar á vetri, tá Eivind hevur stríðst seg úr songini í Garðamørk og heim á ískalda kirkjuloftið at ringja fyrstu ferð og vekja ta sovandi bygdina ella í hvussu er tey, sum ikki eru morgunfólk. Eivind hevur fortjent hesa medalju fyri trúfesti móti kirkjuni.
Av loftinum hoyrist urgan nerta við streingir langt inni í okkum. Sálmar sum vit altíð hava dugað, og sum geva okkum samleika. Í dag situr Juliann við urguna. Pápin Sigmund er í kirkjuni. Báðir eru organistar og ringt er at hoyra munin millum teir. Tá eg var smádrongur stóð urgan inni í kór, eitt gamalt apparat við bjølgi og tí heila og Sigmund var so stuttur, fyrst hann byrjaði at spæla, at tað var ikki meira enn hann rakk. Nú situr sonurin uppi á loftinum og spælir pípuorgul og tað hevur hann gjørt í fleiri ár. Sigmund er ikki hálvt hundrað enn, men hann hevur verið so leingi í tænastu í Oyndfjarðar kirkju, at hann er næsti kandidaturin til medaljuna hjá Eivind, um hann ikki av politiskum ávum sigur, nei, og tað havi eg onki hoyrt um enn.

Óstill børn
Prædikarin fortelir okkum, at onki nýtt er undir sólini. Og tað er heldur einki nýtt undir sólini. Rundan um meg eru benkrirnir fullur av børnum, og tey tíma slett ikki at vera í kirkju. Tey sita óstill og foreldrini royna at sissa tey. Tú hoyrir alsamt: Sit nú still, nei, nei, ikki so, ikki so, sitið nú still... Og meira andakt kemur yvir teg, meira broytist formanandi rødd foreldranna til eitt sjóðandi ...ssssss.....ssss.....tjetjetje.....tjejeje...sssss..... Hvat hundan hava foreldrini børnini við í kirkju sunnudag eftir sunnudag, tá tey aldrin læra at í kirkjuni situr ein stillur. Og hví draga foreldur børnini í kirkju, mangan við tí útsliti, at tá tey hava fingið prestsins hond á høvdið, so síggjast tey ikki aftur. Soleiðis hugsi eg, meðan eg havi hug at ilskast inn á børnini og allan órógvin, sum heldur meg burtur frá Gudi og presti og tí hann hevur at boða. Eg blíðkist aftur, tá eg komi at hugsa um apostlarnar, sum júst sum eg høvdu hug at ilskast inn á børnini og royndu at halda tey frá Jesusi. Jesus hevði at apostlunum og segði: Latið smábørnini koma til mín, forði teimum tað ikki, tí Guds ríki hoyrir teimum til. Enn einaferð sissaði tann ósjónligi meg og andaktin kom inn aftur. Forrestin, eg keddi meg nakað so grúsomt í kirkju sum barn og kastaði hatur á deknin, hvørjaferð hann valdi ta longru bønina eftir lestur.

Hósvíkingur deknur
Inni í kóri situr javnaldurin Hans Petur, hann er hósvíkingur, góðsligur, gongur í góðum haga, deknur og stovumaður. Hann giftist í Stovuna, og hevur búð størra partin av sínum vaksna lívi í Oyndarfirði. Á knæfallinum við altarið situr sonurin, sjey ára gamli Arnbjørn so fittur. Hann er við pápanum til arbeiðis í kirkjuni og stendur so eygagóður við síðuna av honum, tá hann ger sítt arbeiði á kórsgáttini. Og Arnbjørn letur seg ikki forstýra av presti, sum hevur sítt at takast við undir eini føðingardagsgudstænastu. Arnbjørn reisir seg og setir seg sum hann skal, hvørki meira ella minni. Ein vøkur mynd um lívið her og nú.
Yvir av mær sita systrarnar Mia og Kristina, báðar úr Ansastovu. Tær eru í áttatiárunum og hava verið eldri alla mína tíð. Og knappliga kemur tað til mín, at nú eri eg vorðin vaksin og eri komin í miðjan aldur. Also, Mia og Kristina hava verið um sama aldur sum kona mín, fyrst eg kann minnast og eg haldi bestemt ikki, at kona mín er gomul, enn í hvussu er.
Hátíð er í kirkjuni og umboð eru fyri allar familjur. Yvir av mær situr Louis í Garðshorni og syngur við yndi. Hann umboðar eisini Grundlend, hann er kirkjuvinur og hevur góða rødd. Og nú situr hann og hugsar um hvat hann skal siga. Vit vita einki um hetta enn, men hann hevur gjørt av at taka orðið, tá føðingardagurin verður hildin í missiónshúsinum aftan á. Millum beinini hevur hann ein hvítan beriposa og ongin grunar hvat er í honum.
Frammanfyri mær, stórur, prúður og herðabreiður situr Elinbert, Stóri Bartal, sum vit kalla hann. Hann er javngamal við pápa og hevur longu nú fingið trý ár fleiri enn hann. Væl vóru teir, og eg fái eina peiling av, hvussu pápi hevði sæð út í dag, um hann hevði verið á lívi og frískur, hyggi eg eftir Elinbert og trekki eitt sindur av stødd og ummáli frá.

Køkur í missiónshúsinum
Og so eru vit til ball í missiónshúsinum. Aftan á gudstænastuna var boðið niðan í Missiónshúsið til drekkamunn. Hevði eg ikki havt syndað síðan eg var seinast her inni. Borðið bognar við køkum. Og har stendur hon, træstamman, ein flott køka, sum eg kann minnast við einum smíli frá barnaárunum. Hon varð bara bakað, tá okkurt heilt serligt var á vási, og vit børn sluppu at eta tað sum leyp av tá hon varð snikkað til. Eg setti meg niður og fekk ikki eyguni frá træstammuni, visti akkurát hvussu hon smakkaði, hindbersúltutoy innan í og eitt delikat smørkrem uttaná, evnað við einum gaffli, so tað líktist børki. Høgt blóðsukur ella ikki, hon skuldi roynast og hon smakkaði sum hon altíð hevur gjørt og líka væl.
Oyndfirðingar halda nógv av kirkjuni og kvinnurnar høvdu bakað til dagin so ríviligan, at tað minti næstan um breyðini og fiskarnar í bíbliusøguni. Avlopið var upp í nógvar tægur.
Missiónshúsið er annar halgidómurin í Oyndarfirði, fríkirkjurnar hava ikki rættuliga fingið fótin fastan enn. Talan er um eitt vakurt og vælhildið missiónshús og fyrr var lív í her. Nú siga tey, at næstan einki virksemi er í húsinum. Eg siti og hugsi um missiónsvikurnar, tá eg var smádrongur og bygdin var heilt avbyrgd uttan vegasamband. Missiónsvirkurnar vóru stórhendingar, fremmant fólk tysti til bygdina og í missiónshúsinum var røðað um dóm og eld og plágur, um dýrið, bæði tað á landi og á sjónum og tær sjey basúnirnar, tey sjey seglini og ta stóru skøkjuna Babylon, sum eg ongantíð skilti. Missiónsmenninir elskaðu Opinberingina, helst tann torskildasta bókin í nýggja testamenti, hví tað veit eg ikki.

Pent lík
Forfedrarnir hjá mær hava sett síni spor í andslívið í Oyndarfirði. Teirra navn er rist inn á kirkjuljósastakar, teir tóku stig til ljósakrúnur og altartalvu. Stóraktigir hava vit altíð verið og altartalvan í kirkjuni í Oyndarfirði telist millum tær fremstu í ríkinum og kostaði líka nógv sum kirkjan. Hetta minti skyldmaðurin Petur prest, Petur Andrew á, hann tók orðið í Missiónshúsinum. Hann er so eviga stoltur av at vera hálvur oyndfirðingur. Og akkurát nú siti eg og hugsi um abbabeiggja, Jákup í Skúlanum, sum legði stórt arbeiði í kirkjuna og missiónshúsið við. Hann var ein av teimum um tók stig til missiónshúsið, her vit nú sita og dusa okkum og njóta mjólk og hunang, nú kirkjan fyllir 165. Og minnið eftir Jákup er ikki bara ein keðiligur missiónari, sum elskaði at røða um temaið dóm og undirgang og tornina í holdinum, tann sátans eingil, nei, hann verður nógv meira mintur fyri skemtiliga lyndið og originalitet, sum var eitt av hansara eyðkennum. Agggamal fór hann til Havnar at fáa sær nýggjar handilstenn. Bygdamenninir høvdu hug at smílkast og spurdu hann, hví hann skuldi hava nýggjar tenn, nú hann skjótt skuldi higani allíkavæl. Og søgan er hendan. Jákup hevði verið líkskoðari stóran part av vaksna lívinum og hann hevði sæð so nógv ljót, innanholað, gálvandi og gapandi tannleys lík í Oyndarfirði, at soleiðis vildi hann ikki síggja út, tá hann fór higani. "Eg vil vera eitt pent lík," svaraði hann bygdamonnunum aftur, og vardi rættin til sínar nýggju handilstenn.

JHO Durhuus
í missiónshúsið
Louis hevði ein hvítan beriposa í hondini, tá hann kom í kirkju og dúgliga, um enn ikki hart, varð gitt, hvat mundi vera í posanum. Mundi tað vera ein gáva til kirkjuna. Mannfólk bera ongantíð nakað við sær í kirkju. Men Louis hevði beriposan við sær aftur úr kirkjuni uttan at tað hendi nakað og fólk gjørdust ikki klókari, forvitnið vaks bara meira og meira og Louis lat sum luft, gekk bara og vimsaði við hesum beriposa og ongin fekk at vita hvat var í honum.. Men í missiónshúsinum kom fyri ein dag, hvat var í posanum. Louis reistist, fór upp á talarastólin við tí stóra krossinum omanfyri og tók eina tjúkka, hvíta bók burtur úr hvíta beriposanum.
Tað vóru Yrkingar eftir Janus, skald og brátt ljóðaði máttmikla yrkingin Móses á Sinaifjalli, har Guð tosaði beinleiðis til menniskjuna, so hart og øgisligt, at menniskjan ikki hevur hoyrt hann síðan, so ógvusliga. Louis, ein slitin bóndi við eyðmýkt fyri mentaða orðinum, stóri krossurin aftanfyri og Jahves rødd út í vakra missiónsrúmið var rørandi. Ein sera hóskandi yrking, sum lok omaná ein stóran dag, tá halgidómurin í Oyndarfirði fylti ár.
Kirkjan í Oyndarfirði er 165 ár. Tá hon fyllir 265, kann hendan greinin lesast á onkrum bókasavni kring landið og tá fer kanska onkur annar av Tartaslagnum at hugleiða um halgidómin og lesa andsterkar yrkingar í missiónshúsinum av føroyingum, hvørs yrkingar vit enn ikki kenna til. Onki er nýtt undir sólini og alt hevur sína tíð, heilsar Prædikarin, nú punktum verður sett fyri hesa grein.