skjótt, at okkurt varð fingið í rættlag, og klokkan níggju sunnukvøldið lótu dyrnar í HB-húsinum upp til gullveitslu. Nær tær vórðu afturlatnar, er ilt at siga, men tað er lítið at ivast í, at nakrir tímar [...] orðið á, tá tað loksins varð staðfest, at HB er meistari í ár. Eitt er, at felagskassin fær eina góða millión frá UEFA afturfyri, men formaðurin helt eisini, at meistaraheitið var so nógv meira enn tað [...] eru tað nú fýra ár síðani, at vit vunnu nakað, og fyri eitt felag sum HB er er hetta long tíð. So tað lyftir sjálvandi okkum øll, at vit nú endiliga hava fingið gullið. - At tað hevur gingið longri tíð
Vinnumálaráðnum heimild til tess, fingið loyvi at binda í frárenslið frá tunlinum til gagnnýtslu í Lopra. Tað er annars langt síðan, sumbingar bóðu um at fáa vatnið til bygdina í Lopra. Men tað hevur drigið [...] í krananum. Men enn er eingin endalig støða tikin til, um tey sleppa at brúka hetta vatnið eisini í framtíðini. Bíðað verður við at taka ta støðuna, til ein úrskurður er komin frá Landsrættinum. [...] Vatnleiðing Eftir drúgva viðgerð hevur Sumbiar Kommuna nú fingið loyvi at brúka av tí góða vatninum úr Sumbiartunlinum, sum annars hevur runnið á sjóvgv øll hesi árini, síðan tunnilin varð boraður. Talan
haldi ikki, at tað er rætt at samantvinna uppraðfestingina av almannaøkinum við spurningin um skattalætta, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at sjálvandi fer tað at merkjast, verður neyðugt at fremja sparingar [...] um hevur ikki stórvegis hug at gera viðmerkingar til, hvørt hann heldur kundi hugsað sær at varðveitt játtanina, hann hevur fingið í fíggjarlógaruppskotinum, heldur enn at framt sparingar, so skattalættin [...] ikki siga, hvar spariknívurin fyrst fer at raka, gerst tað neyðugt. Páll á Reynatúgvu sigur, at arbeitt verður í løtuni við rationaliseringum, m.a. í samband við at alt eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar
um, at ein boring á djúpum vatni við Føroyar er mett at kosta millum 200 og 250 mill. kr. Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni sigur, at málið framvegis er at brúka optiónina ella rættin til at tekna [...] Føroya Kolvetni eina optión at fara upp á 22% í loyvinum. Tvs. at felagið hevur tryggjað sær rætt til meira enn at trýfalda sín part í boringini. Men tað krevur so eisini, at felagið kann leggja á borðið [...] føroyski partabrævamarknaðurin skal fara at virka. Óvist er nær tað verður. Tað hevur annars verið frammi, at Agip roynir at finna sær annað ella onnur oljufeløg at koma uppí loyvið og harvið taka á sær ein
føroyski venjarin, Johan Nielsen, at hann var av tí áskoðan, at føroyska fótbóltsárið átti at verið forskotið, soleiðis at tað varð farið undir fótbóltin seinni enn nú, og at tað varð hildið fram longri út [...] teir at vera, tí avgerandi umfør í landskappingini stóðu fyri framman. Leygardagin var síðsta umfarið á skránni í landskappingini. Spælararnir eiga at vera væl fyri kropsliga, og eg ivist ikki í, at teir [...] Steypakappingin eigur at vera á skránni, men hon verður altíð órógvað av kava og illveðri. Hvat skal so gerast? ? Tað hevði verið vert at umhugsað sjónarmiðið hjá Johan Nielsen. Kvígur tú fyri, at landsliðsspælararnir
eg, at tað mest umráðandi er, at vit fáa betri umstøður. So er tað ikki so týdningarmikið fyri meg, hvar hann verður, sigur Mads Andrias Winther. Ikki næmingarnir Áhugavert er eisini at nevna, at Arbe [...] sigur, at kanningarnar hjá teimum greitt vístu, at luftskiftið ikki var á tí loyvda støðinum. Mest upplagda loysnin upp á trupulleikan var ein nýggj útluftingarskipan. Trupulleikin er tó bert tann, at skúlin [...] skúlin ongar pengar eigur at gera eina nýggja útluftingarskipan fyri. Og hesar pengarnir fær skúlin eftir øllum at døma heldur ikki í 2003. Mads Winther, rektari, sigur, at skal nakað munagott gerast fyri
hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið í lag samstarv við aðrar, ið hava ekspertisu á økinum. Hann setir seg í samband við Kloosterboer-brøðurnar og bjóðar einum teirra til Føroya at kunna [...] byrjaði í mars. Ætlanin var, at Kollafjord Pelagic skuldi koma í gongd í februar, soleiðis at virkið fekk um endan av makrelvertíðini. Teir, sum hava latið útgerðina, góvu lyfti um, at maskinur og annað, sum [...] fiskivinnuna. Kollafjord Pelagic eigur at kunna skilja, frysta og pakka heili 1000 tons av uppisjóvarfiski um samdøgnið, men til tess krevst, at rávøran er hin rætta, og at lítil íblanding er av øðrum fiskasløgum
við Sosialin, at tað liggur nógv meira arbeiði í førleikamenningini enn man kanska hevði mett um frá byrjan. Fyri at fáa hetta arbeiði gjørt til fulnar hevur felagið tí sett fólk burtur av at taka sær av [...] Olja . BP játtaði at lata umleið 40 mill. kr. í seks ár til førleikamenning. Tummas Pauli Mýri fær heitið ?Business Development Adviser?. Hann hevur sjálvur fingið útbúgving frá lærdum háskúlum í Skotlandi
70 milliónir krónur. Fyri at bjarga einum parti av hesum, hevur verið tosað um í staðin at fáa læknar úr útlondum til Landssjúkahúsið, tí "bíligari er at flyta ein lækna, enn at senda fleiri sjúklingar til [...] um tað ikki eigur at vera farið eitt sindur varisliga til verka á hesum øki, og heldur eftirmett tær royndir, ið eru gjørdar í sjúkrahúsverkinum, við at fáa læknar til Føroya, og at Løgtingið fekk eina [...] krónur av tí at Sjúkrasystraskúlin varð tikin burtur úr roknskapinum hjá Landssjúkrahúsinum. Hóast hann veit, at bæði lønir og aðrar útreiðslur eru hækkaðar, heldur Jógvan við Keldu, at tað kundi verið
limiri vinnunevndini nýggir og Henrik Old heldur avgjørt, at tað hevur stóran týdning fyri nevndarlimirnar, at teir fáa høvið at víðkað sjónarringin og at síggja og hoyra, hvussu onnur skipa seg og, hvussu onnur [...] fer eisini at vitja á eini trygdarvenjingarstøð og hjá einum felag, ið fæst nógv við alduorku. Henrik Old sigur, at aðrastaðni fáa tey nyttu burturúr alduorkuni og tað eru tey, sum halda, at tað átti eisini [...] ferðini fara almennu umboðini úr Føroyum at síggja støð og tosað við fólk, sum bæði hava við fiskivinnu, oljuvinnu, alternativar orkukeldur og útjaðaraspurningar at gera, so skráin er rættiliga fjørlbroytt