Oljuleiting
Oljufelagið Føroya Kolvetni, sum er við í leitiloyvi nummar 002 á landgrunninum saman við italska oljufelagnum Agip, hevur framvegis góðar vónir um at kunna økja sín part í komandi boringini. Føroya Kolvetni hevur í dag 7% lut í loyvinum, meðan Agip sum fyristøðufelag hevur 93%.
Sambart avtaluni millum tey bæði feløgini hevur Føroya Kolvetni eina optión at fara upp á 22% í loyvinum. Tvs. at felagið hevur tryggjað sær rætt til meira enn at trýfalda sín part í boringini. Men tað krevur so eisini, at felagið kann leggja á borðið tann neyðuga kapitalin. Og tað er ikki so lítið av peningi, tá hugsað verður um, at ein boring á djúpum vatni við Føroyar er mett at kosta millum 200 og 250 mill. kr.
Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni sigur, at málið framvegis er at brúka optiónina ella rættin til at tekna upp til 22%. Ætlanin hevur verið at fara á London-børsin at tekna partabrøv, men hetta hevur verið útsett tvær reisir av ávísum orsøkum, eitt nú atsóknini í New York 11. september. Niels Sørensen sigur, at teir fylgja væl við gongdini á virðisbrævamarknaðinum. ?Børsurin er ógvuliga vánaligur í løtuni og versnar, men vit liggja og bíða til rætta høvið býðst. Tað skal nokk fara at laga seg. Spurningurin er sjálvandi fyrst og fremst um at fáa pengar til eina boriíløgu, men sjálvandi eisini til hvønn prís tú fær henda pening. Okkara mál er at vera við við 22 prosentum og tað meina vit, at vit fara at klára sigur stjórin í Føroya Kolvetni.
Niels Sørensen sær hetta ikki sum nakran stóran trupulleika, tí enn hava teir tíð til at fyrireika seg til komandi boring, sum skilst er ætlað at vera í juni ella juli næsta ár.
Spurningurin um at tekna nýggjan partapening í Føroyum hevur verið frammi, men bíðað verður eisini við tí. Í hesum sambandi verður eisini bíðað eftir, at føroyski partabrævamarknaðurin skal fara at virka. Óvist er nær tað verður.
Tað hevur annars verið frammi, at Agip roynir at finna sær annað ella onnur oljufeløg at koma uppí loyvið og harvið taka á sær ein part av tí stóra váðanum. Úrslitið av boringini hjá Amerada Hess í grannalagnum kann koma at ávirka ta avgerðina, og tað kann so ganga báðar vegir.
Í løtuni leitar Agip eftir einum hóskandi boripalli til boringina við Føroyar um gott og væl eitt hálvt ár. Ymsir boripallar hava verið nevndir í hesum sambandi, eitt nú Jack Bates, sum er ein av teimum mest framkomnu boripallunum at bora á stórum dýpi á Atlantsmótinum.