Lítið at frøast um í Hoydølum

Tvær milliónir eru í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 settar av til nýggjan Studentaskúla í Hoydølum, men vánaligu arbeiðsumstøðurnar í Hoydølum, ið Arbeiðseftirlitið hevur staðfest, eiga ongan góðan á fíggjarlógini

MIÐNÁMSSKÚLAR

Ov ringt luftskifti og ov nógv CO2 (koltvísýrni). Soleiðis ljóðaðu boðini frá Arbeiðseftirlitinum, eftir at fólk frá stovnunum høvdu gjørt kanningar í Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum í Hoydølum fyri góðum tveimum árum síðani.
Partar av degnum var luftskiftið í stovunum so vánaligt á skúlanum, at hetta fór um mest loyvda markið.
Hetta gjørdi Arbeiðseftirlitið skúlaleiðsluna varhuga við í 2000. Við boðunum um vánaliga luftskiftið fylgdi eisini eini kravboð um, at umstøðurnar skuldu betrast. Var hetta ikki gjørt, fekk tað fylgjur fyri skúlan.
Arbeiðseftirlitið var seinni noydd at taka kravboðini aftur, tí eftir eina lógarbroyting hevði stovnurin ikki heimild at geva tílík kravboð.
Hendan heimildin er tó komin í rættlag aftur hjá Arbeiðseftirlitið. Í februar mánaði í ár varð skúlaleiðslan í Hoydølum aftur kunnað um, at kravboðini um betri luftskifti standa við.
Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitið, sigur, at kanningarnar hjá teimum greitt vístu, at luftskiftið ikki var á tí loyvda støðinum. Mest upplagda loysnin upp á trupulleikan var ein nýggj útluftingarskipan.
Trupulleikin er tó bert tann, at skúlin ongar pengar eigur at gera eina nýggja útluftingarskipan fyri. Og hesar pengarnir fær skúlin eftir øllum at døma heldur ikki í 2003.
Mads Winther, rektari, sigur, at skal nakað munagott gerast fyri betra um arbeiðsumstøðurnar er neyðugt við tíggju milliónum krónum.
Skúlin í Hoydølum er upprunaliga bygdur til tólv flokkar, men skúlin hevur í løtuni 24. Sigast skal eisini, at skúlin nýtir eisini gomlu kostdeildina ? gamla hospitalið - til skúlastovur, soleiðis at hetta gevur eisini ein nakað øktan kapasitet.
?Luftskiftið er serliga vánaligt seint á degnum í teimum stovum og flokkum, har nógvir næmingar eru, sigur Mads Winther.
Stjórin á Arbeiðseftirlitinum kallar støðuna í Hoydølum fyri ikki serliga sunna, men talan er ikki um nakran yvirhangandi vanda, heldur hann.
Arbeiðseftirlitið hevur givið Studentaskúlanum boð um at koma við einari arbeiðsætlan fyri, hvussu umstøðurnar skulu betrast, men hesa hava teir, sambært Karl Joensen, ikki fingið enn.
Arbeiðseftirlitið kann í ringasta føri velja at lata skúlan aftur, um arbeiðsumstøðurnar framhaldandi eru líka ringar. Tað skal tó ganga ógvuliga illa, um hetta stigið verður tikið, og tá skal dómsvaldi eisini upp í leikin.

Til nýggjan skúla
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 stendur eisini, at ætlanin við at umbyggja verandi skúla í Hoydølum nú er endalig slept. Orsøkin er, at tann verkætlanin vildi verið alt ov kostnaðarmikil.
Ístaðin eru pengar játtaðir til nýggjan skúla í Marknagili. Tað stendur at lesa í fíggjarlógaruppskotini, at hendan ætlanin skal samskipast við útbyggingarætlanina hjá Tekniska skúla í Havn og Føroya Handilsskúla í Havn. Talan er sostatt um tann so nógv umrødda skúlamiðdepilin. Tvær milliónir eru settar av til hetta endamálið í 2003. Pengarnir skulu nýtast til keyp av grundøki og planering av økinum.
?Sjálvur haldi eg, at tað mest umráðandi er, at vit fáa betri umstøður. So er tað ikki so týdningarmikið fyri meg, hvar hann verður, sigur Mads Andrias Winther.

Ikki næmingarnir
Áhugavert er eisini at nevna, at Arbeiðseftirlitið sum so ikki tekur fyrilit fyri næmingunum í Hoydølum. Lærararnir eru settir í starv har av Mentamálaráðnum, og teir eru umfataðir av teimum heimildum og fyrilitum, ið Arbeiðseftirlitið tekur. Karl Joensen sigur, at teirra kanningar sum so ikki snúgva seg um arbeiðsumstøðurnar hjá næmingunum, tí hesir eru ikki nakar settur starvsbólkur, men tað eru lærararnir.
Hvussu nógv vit nú einaferð vildu og royndu, so fingu vit ikki tað minstu viðmerkingina úr Mentamálaráðnum.