Olja
. BP játtaði at lata umleið 40 mill. kr. í seks ár til førleikamenning. Tummas Pauli Mýri fær heitið ?Business Development Adviser?. Hann hevur sjálvur fingið útbúgving frá lærdum háskúlum í Skotlandi innan búskap. Hann hevur gingið á Robert Gordon University í Aberdeen og á Strathchlite University í Glasgow. Hann hevur so eisini starvast hjá BP í Bretlandi í umleið 2 ár. Herfyri varð hann settur í starv hjá kolvetnisskattaumsitingini í Klaksvík. Hjarnar Djurhuus sigur við Sosialin, at tað liggur nógv meira arbeiði í førleikamenningini enn man kanska hevði mett um frá byrjan. Fyri at fáa hetta arbeiði gjørt til fulnar hevur felagið tí sett fólk burtur av at taka sær av hesum. Talan er so ikki bara um BP. Í loyvunum hjá BP er eisini Shell við umleið einum triðingi.
Myndatekstur
Tummas Pauli Mýri her saman við Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum. Mynd Jens K Vang