Vil hava at vita hvat vit fáa fyri pengarnar

Seinastu árini er játtanin til tey trý sjúkrahúsini hækkað yvir 50 milliónir og Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat vit hava fingið fyri pengarnar

Heilsuverkið

Hesi seinastu seks árini er játtanin til tey trý sjúkrahúsini í Føroyum hækkað 52 milliónir. Og nú vil Jógvan við Keldu, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin í Norðoyggjum, hava at vita, hvat vit hava fingið fyri peningin.
Tí hevur hann sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Bill Justinussen, nakrar spurningar í tinginum um sjúkrahúsverkið.
Teir 10 spurningarnar, hann vil hava landsstýrismannin at svara, eru hesir:
1. Hvussu síggja bíðilistarnir út ídag fyri hvørt sjúkrahús sær, sammett við 1997 eftir hækking frá 1997 til 2002?
2.Hvat er kostnaðurin fyri føroyska sjúkrahúsverkið fyri hvønn íbúgva, sammett við hini Norðanlondini?
3.Hvussu stórur av er lønarparturin av hækkanini frá 1997 til 2002 á hvørjum sjúkrahúsi sær?
4.Hvussu stórur partur av lønarhækkanini er farin til fyrisiting, sammett við viðgerðarpartin frá 1997 til 2002?
5.Hvat er orsøkin til, at kostnaðurin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar so brádliga er øktur?
6.Er verulig faklig meting gjørd av hvørjum sjúklingi sær, tá teir verða sendir til útlendsk sjúkrahús?
7.Er nøkur yvirskipað ætlan viðvíkjandi býtinum fyri tey trý sjúkrahúsini, hvussu karmarnir skulu fyllast út í sambandi við útbyggingarnar?
8.Fyriliggur nøkur rasjonaliserings- og spariætlan fyri Landssjúkrahúsið eftir útbyggingina? Um so er, hvør er hon, og hvat gevur hon í skerjingum og/ella í betri tænastu?
9.Hvussu er viðgerðartalið økt á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir útbyggingina?
10.Er nøkur eftirmeting gjørd av, at "ferðandi" læknar koma úr Danmark? Og hvussu verður henda útreiðsla goldin sjúkrahúsverkinum?

Bygt út fyri 530 milliónir
Jógvan við keldu vísir á, at hesi seinastu árini er sjúkrahúsið í Suðuroy bygt út fyri 120 milliónir og nú verður bygt bæði út og um á Landssjúkrahúsinum fyri einar 350 milliónir í fyrstu syftu.
Klaksvíkar Sjúkrahús stendur fyri eini útbygging fyri umleið 80 mió krónur Tilsamans er sostatt talan um útbyggingingar fyri 550 milliónir.
Seinastu tíðina hevur verið frammi, at seinastu árini eru útreiðslurnar av at senda sjúklingar á donsk sjúkrahús, helst Ríkissjúkrahúsið, nógv vaksnar og eftir stuttari tíð skulu tær verða øktar 40 milliónir krónur upp í 70 milliónir krónur.
Fyri at bjarga einum parti av hesum, hevur verið tosað um í staðin at fáa læknar úr útlondum til Landssjúkahúsið, tí "bíligari er at flyta ein lækna, enn at senda fleiri sjúklingar til Danmarkar".
Men tað hevur eisini verið frammi, at skulu útendskir læknar fáast hendavegin, skal játtanin helst økjast 40 milliónir krónur afturat til høli og tól, ella kanska meiri.
Jógvan við keldu heldur, at tað er ein spurningur, um tað ikki eigur at vera farið eitt sindur varisliga til verka á hesum øki, og heldur eftirmett tær royndir, ið eru gjørdar í sjúkrahúsverkinum, við at fáa læknar til Føroya, og at Løgtingið fekk eina nærri frágreiðing um, hvussu hetta hevur vignast.
At enda vísir hann á, hvussu játtanirnar til tey trý sjúkrahúsini hava verið síðani 1997:

1997 mió. kr.2002 mió kr.Hækking mió kr.
Landssjúkrahúsið213243 + 13*43
Klaksvíkar Sjúkrahús37425
Suðuroyar Sjúkrahús27325

*+13 mill. krónur av tí at Sjúkrasystraskúlin varð tikin burtur úr roknskapinum hjá Landssjúkrahúsinum.
Hóast hann veit, at bæði lønir og aðrar útreiðslur eru hækkaðar, heldur Jógvan við Keldu, at tað
kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat meira vit hava fingið burtur úr hesum hækkingum, um framleiðslan er økt, um bíðilistarnir eru skerdir, ellaum tænastan er vorðin betri.