Útreiðslurnar til málsøkið Almannamál eru í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár mettar til 1.229 milliónir krónur. Harumframt eru tilsamans 25 milliónir krónur settar av til íløgur á økinum, 20 milliónir til eldrasambýli og fimm milliónir til bústovnar til serforsorgina. Í ár, eins og undanfarin ár, hava Almanna- og heilsumál verið eitt málsøkið, men sum kunnugt eru hesi øki nú býtt upp í tvey, við hvør sínum landsstýrismanni.
Nú tað er greitt, at landsstýrismenninir komandi mánaðirnar skulu finna sparingar fyri tilsamans 50 milliónir krónur, er Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, greiður yvir, at hansara økið eisini kann verða rakt av sparingum.
- Tað er greitt, at almannamál er eitt stórt og tungt málsøki, sum fer við stórum parti av fíggjarlógini, og tí kann væntast, at partur av pengunum til skattalætta skal finnast her, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir tó samtíðis á, at eitt samt landsstýri hevur sett sær fyri at raðfesta almannamál, og serliga eldraøkið og serforsorgina, hægri næsta ár, sammett við undanfarin ár.
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ikki stórvegis hug at gera viðmerkingar til, hvørt hann heldur kundi hugsað sær at varðveitt játtanina, hann hevur fingið í fíggjarlógaruppskotinum, heldur enn at framt sparingar, so skattalættin kann gerast veruleiki.
- Eg haldi ikki, at tað er rætt at samantvinna uppraðfestingina av almannaøkinum við spurningin um skattalætta, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at sjálvandi fer tað at merkjast, verður neyðugt at fremja sparingar á almannaøkinum, men hann vil tó ikki siga, hvar spariknívurin fyrst fer at raka, gerst tað neyðugt. Páll á Reynatúgvu sigur, at arbeitt verður í løtuni við rationaliseringum, m.a. í samband við at alt eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar næsta ár. Men hesar rationaliseringar eru tó ikki so langt ávegis, at tær gera nakran mun í samband við fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár.