Víðkaður sjónarringur
Tað er ikki á hvørjum sinni, at Vinnunmevndin hjá Løgtinginum er og ferðast.
Men Hendan vikan er eitt undantak, tí nú eru limirnir í Vinnunevndini farnir til Skotlands.
So vítt, sum Henrik Old, formaður í vinnunevndini minnist, er hetta bara aðru ferð í lívinum, at vinnunevndin er og ferðast.
Fyrra ferðin gekk til Noregs fyri fleiri árum í sambandi við oljuvinnuna í Føroyum.
?Annars er tað longsta,vit hava verið, ein ferð niðan á Marinustøðina við Hoyvíkstjørn, sigur Henrik Old.
Nú eru fleiri limiri vinnunevndini nýggir og Henrik Old heldur avgjørt, at tað hevur stóran týdning fyri nevndarlimirnar, at teir fáa høvið at víðkað sjónarringin og at síggja og hoyra, hvussu onnur skipa seg og, hvussu onnur samfeløg leggja ymisk viðurskifti til rættis og, ikki minst, hvørjar royndir, tey hava av ymsum viðurskiftum í øðrum samfeløgum.
Á ferðini fara almennu umboðini úr Føroyum at síggja støð og tosað við fólk, sum bæði hava við fiskivinnu, oljuvinnu, alternativar orkukeldur og útjaðaraspurningar at gera, so skráin er rættiliga fjørlbroytt.
Millum sannað fer Vinnunevndin at hyggja at Fiskamarknaðinum í Peterhead og har tey fáa eina frágreiðing um havnina í býnum og um fiskamarknaðin, ið er ein av teimum heilt stóru í Evropa.
Vitjað verður eisini á hjá oljufeløgum, ið hava áhugað í Føroyum og frá teimum fer føroyska sendinevndin at frætta um virksemið hjá teimum vestan fyri Hetland og í føroyskum øki og um virksemið í Norðsjónum annars.
Hetta heldur formaðurin í vinnunevndini eigur at hava serstakligan áhuga hjá nevndarlimunum í Vinnunevndini, nú ein føroysk oljuvinna alsamt nærkast.
Vinnunevndin fer eisini at vitja á eini trygdarvenjingarstøð og hjá einum felag, ið fæst nógv við alduorku.
Henrik Old sigur, at aðrastaðni fáa tey nyttu burturúr alduorkuni og tað eru tey, sum halda, at tað átti eisini at borið til í Føroyum, tí er nakað, vit hava nóg mikið av, er tað alda og streymur.
Útjaðararnum til góðar
Ein týðandi partur av ferðini skal brúkast til at kunna Vinnunevndina um útjaðaraspurningar.
? Nú eru vit so heppin, at tað er sami landsstýrismaður, sum umsitur bæði oljumál og útjaðaramál og hann verður við á ferðini.
À ferðini skulu føroysku gestirnir hoyra um, hvønn sosialan og fíggjarligan týdning, oljuvinnan í Bretlandi hevur havt fyri útjaðaran og, hvørja ávirkan hon hevur havt.
?Í mínari verð, er tað sjálvsagt, at ein føroysk oljuvinna skal koma útjaðaranum til góðar, tí í miðjuni í Føroyum er nóg mikið av virksemi kortini, sigur Henrik Old. Kann ein føroysk oljuvinna ikki gera umstøðurnar betri kring landið, er spurningurin, hvat er vunnið, sigur Henrik Old.
Men nevndin fer eisini at hoyra um aðrar útjaðaraspurningar og um, hvørjar royndir, skotar hava av økismenningarpolitikki.
Við á ferðini eru allir limirnir í vinnunevndini, uttan Gerhard Lognberg, sum mátti geva avboð. Umframt teir seks limirnar í Vinnunevndini, verða eisini ymisk fólk úr umsitingini við, eitt nú Kristina Samuelsen, skrivari hjá nevndini, Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og útjaðaramálum, Herálvur Joensen, aðalstjóri í oljumálaráðnum, John Rajani, føroyskur sendimaður í London og harumframt verður eisini gamli umboðsmaður okkara í Aberdeen, Sofus Poulsen, við ein part av ferðini.









