Fiskivinna
Tað eru serliga tvær bygdir í Føroyum, sum hava verið fyri veldugari menning innan fiskivinnuna seinastu árini. Henda menning sæst við berum eygum. Havnaløgini í báðum bygdunum er fullkomiliga broytt. Tær myndir, sum tiknar eru á havnaløgunum fyri 5-10 árum síðan ? ella minni enn tað, eru als ikki at kenna aftur.
Bygdirnar, vit sipa til, eru Kollafjørður og Toftir.
Í hesum báðum bygdunum hevur verið ein ótrúlig vinnulig menning, sum hevði verið óhugsandi í sváru kreppuárunum fyri bara 10 árum síðan.
Søgan aftanfyri
Hósdagin skipaði nýggja og stóra virkið í Kollafirði, Kollafjord Pelagic, fyri tíðindafundi og framvísing av virkinum í samband við stjóraskifti. Tíðindafundurin varð eisini fyriskipaður, tí virkið nú hevur verið royndarkoyrt síðan í mars og at makrelvertíðin, sum bíðað hevur verið eftir, nú stendur fyri durum.
Søgan aftanfyri Kloosterboer, sum er frysti-og kølihúsið og Kollafjord Pelagic, sum er framleiðandi virkið, er áhugaverd.
Í báðum førum kemst ikki uttan um hvalbingin, Janus Norðberg, sum er nevndarlimur í báðum feløgunum og hevur sitið sum stjóri á báðum virkjunum, til Jóhan Dahl nú tekur yvir á Kollafjord Pelagic.
Eftir at Janus hevði søkt um og fingið byggiloyvi til stórt frysti-og kølihús í Kollafirði, kemur hann í samband við stóra felagið, Kloosterboer í Hálandi, sum er ein familjufyritøka, ið hevur røtur heilt aftur til 1925. Tað eru fýra brøður í triðja ættarliði, sum nú eiga felagið, ið hevur fýra stór frysti-og kølihús í Hálandi og eitt í Ålesund í Noregi. Virksemið hjá hesum fýra brøðrunum byggir í fyrsta lagi á ?logstik?, sum tað eitur á fremmandum máli.
So hvørt, sum tankin hjá Janusi um stórt frysti-og kølihús búnast, heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið í lag samstarv við aðrar, ið hava ekspertisu á økinum.
Hann setir seg í samband við Kloosterboer-brøðurnar og bjóðar einum teirra til Føroya at kunna seg um ætlaninar og umstøðurnar.
Tað tók sína tíð, men at enda spurdist samstarv burtur úr, og frysti-og kølihúsið, Kloosterboer í Kollafirði, verður bygt við føroyskum og útlendskum peningi.
Men Janus og Kloosterboer steðga ikki her.
Tankin um, at einki virki í Føroyum virkar pelagisku fiskasløgini, makrel, sild, gullaks og svartkjaft, til matna, búnast, og úrslitið verður, at Kloosterboer ger av at byggja Kollafjord Pelagic til skiljing, pakking, frysting og útflutning av hesum fiskasløgum.
Byrjaði í mars
Kloosterboer og Kollafjord Pelagic eru tvey ymisk feløg. Kostnaðurin av nýggja virkinum er 160 milj. krónur og partapeningin, sum er 75 milj. krónur, eigur Kloosterboer allan, sum hann er fyribils. Hvussu eigaraviðurskiftini verða í framtíðini, veldst um, hvør vil verða við til at byggja hetta nýggja og stóra virksemi upp.
Janus Norðberg hevur verið projektleiðari, meðan Kollafjord Pelagic hevur verið bygt, og hann hevur verið stjóri í felagnum, síðan royndarvirksemið byrjaði í mars.
Ætlanin var, at Kollafjord Pelagic skuldi koma í gongd í februar, soleiðis at virkið fekk um endan av makrelvertíðini.
Teir, sum hava latið útgerðina, góvu lyfti um, at maskinur og annað, sum fylla ein stóran part av virkinum, skuldu verða klár til royndarkoyringar um miðjan januar, men hesar kundu ikki takast í brúk fyrr enn ein mánaða seinni - og tá var makrelvertíðin liðug. Ætlanin var, at virkið skuldi royndarkoyrast við makreli og ikki svartkjafti. Tí hevur higartil verið trupult at royndarkoyrt virkið í tann mun, eigararnir ynsktu, síðan virksemið byrjaði.
Kollafjord Pelagic hevur nýggjastu maskinurnar á marknaðinum, og tað er eingin loyna, at virkið hevur rent seg í nógvar trupullleikar og nógvar fløskuhálsar í royndini at náa teirri framleiðslunøgd, sum lagt er upp til.
Og soleiðis er við øllum, sum er nýtt og partvís óroynt, ikki minst innan fiskivinnuna.
Kollafjord Pelagic eigur at kunna skilja, frysta og pakka heili 1000 tons av uppisjóvarfiski um samdøgnið, men til tess krevst, at rávøran er hin rætta, og at lítil íblanding er av øðrum fiskasløgum.
Hendan dagin, vit vitjaðu, var væl av sild uppi í makrelinum, og tað tók sína tíð at fáa sildina, sum fór til Fuglafjarðar, burtur úr rúgvuni.
Skiljingin, frystingin og pakkingin gongur nú betur, og kapasiteturin er eini 500 tons um samdøgnið, tá ið alt gongur væl.
Við 50.000 tonsum um árið av makreli, sild og gullaksi fæst virksemið á Kollafjord Pelagic at hanga saman.
Hetta er málið hjá nýggja og stóra virkinum í Kollafirði fyri komandi ár.
Sosialurin fer at venda aftur til Kollafjord Pelagic.