líkt er til, at tað verður bæði tungt og trupult hjá H71 og Tjaldri. Hóast øll liðini ikki hava spælt líka nógvar dystir, hevði hálveraða stigatalvan hjá monnunum sæð soleiðis út: StÍF átta stig, VÍF sjey [...] tvey og kanska trý lið Hjá monnunum er StÍF oddalið við trimum stigum fleiri enn VÍF og fýra fleiri enn Neistin. Hetta er ikki so øgiliga nógv, men er kortini ein góður fyrimunur hjá strandingum, nú endaspælið [...] sjey stig, Neistin seks stig, Kyndil fimm stig, KÍF fýra stig og H71 og Tjaldur tvey stig í part. Her er við øðrum orðum ikki sum hjá kvinnunum, har næstan øll kunnu sleppa upp í part, men kortini er munurin
sáttmála. Hann leggur afturat, at europeiskur fótbóltur ikki longur er eitt sjálvtøkuborð hjá spælarunum. FCK venjarin, Hans Backe, sigur, at hann leggur seg ikki út í sáttmálasamráðingar, men eingin ivi skal [...] um plássini á liðnum. Tað havi eg gjørt upp við meg sjálvan at liva við. Tað kann vera, at krøvini hjá mær hava verið stór, men teir hava avvíst teimum sum útgangsstøðið fyri samráðingum, sigur Todi Jónsson [...] tarnar. Men teir eru ikki álvuligir við veruleikan, at FCK ikki hevur tryggjað sær undirskriftina hjá Toda Jónsson um samstarv eftir summarfrítíðina komandi ár. At tað eru fleiri, sum halda nógv um Toda
39. minutti. Í 89. minutti javnaði Farum, og í síðsta minuttinum skoraðu teir sigursmálið, sum venjarin hjá teimum, Christian Andersen, avgjørdur metti, at teir høvdu uppiborið. AaB kiksaði aftur AaB hevur [...] javnaði AB. Hóast gongdin hevur verið hugalig í næstan tveir mánaðir, so er tað ikki víst, at AB venjarin fer at halda fram í felagnum. Norska Lyn, sum í farna kappingarárinum endaði á triðja plássinum
Lítið veiggj var yvir spælinum í fyrra hálvleiki, og hugflog var so at siga einki hjá StÍF. Av tí sama megnaði liðið hjá H71, ið annars ikki hevur víst tað stóra í vetur, at fylgja vertunum líka til hálvleiks [...] Trúgvason 1 H71: Halgir Dahl Olesen 9, Jákup á Borg 3, Tróndur Vatnhamar 3 (1), Niels V. Niclasen 2, Johnny Durhuus 1, Hans J. Jacobsen 1, Esbern Patursson 1 Brotskøst: StÍF 3, H71 1 Útvísingar: StÍF 2, H71 4 Dómarar: [...] vóru toppur og botnur, ið hittust á Skála. Tað vísti seg skjótt, at einasta nevniverda hóttanin hjá H71 er Halgir Dahl Olesen, ið kortini ikki kann vinna dystirnar einsamallur ? í øllum førum ikki, tá
umframt av unglingunum hjá B68. Ingolf Petersen hevði saman við Kjartan Nesá ábyrgdina av 1. liðnum hjá B68 síðstu trý umførini í landskappingini í ár, eftir at danski venjarin Frank Skytte varð uppsagdur [...] undirskrivaður við nýggja venjaran hjá toftamonnum, sum verður Petur Mohr. Hann er ikki nakað ókent navn í B68, har hann eisini var venjari í 1994 og 1995. Hjálparvenjarar hjá Peturi verða Ingolf Petersen og [...] fremmant fyri Petur Mohr og Ingolf Petersen, tí teir báðir vóru ávikavist venjari og hjálparvenjari hjá NSÍ í fjør.
tur Eins og hjá kvinnum, so verður talan um tríggjar mansdystir í hondbólti um vikuskiftið. Tveir teirra verða leygardagin, og í báðum førum er talan um grannauppgerðir. Í Hoyvík tekur H71 ímóti Kyndli [...] átti KÍF heimavøll í Vestmanna, so tað er ikki á nakran hátt fremmant fyri teir, tá teir far á vitjan hjá VÍF leygardagin. Og nógv bendir á, at talan verður um ein spennandi dyst. Søguliga hava dystirnir seinnu
klaksvíkingar hildið bestu ráðini vera, at venjarin slapp heim. - Tað kemur sjálvandi illa við hjá okkum, at so er, heldur Geir Wardum, formaður í hondbóltsdeildini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. - Liðið tykist [...] ovasta sessin í deildini, og einki er at ivast í, at tær vilja verja hendan. Hinvegin so eru treytirnar hjá Neistanum purasta greiðar. Tær skulu hava tvey stig, um tær ikki skulu missa oddin heilt burtur, so
seinastu dystunum, sum eru ímóti ávíkaviust Neistanum og StÍF. Dysturin í tølum H71-Kyndil 25-28 (14-14) Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olsen 13, Niels Viggo Niclasen 5, Tróndur Vatnhamar 3(1), Bárður Brimvík [...] Bendtsen 2, Janus Einar Sørensen 1, Regin Johannesen 1 Brotskøst: H71 2, Kyndil 5 Útvísingar: H71 11, Kyndil 3 Diskvalifikatiónir: H71 2 (báðar 3X2 minuttir) Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal [...] tykist Kyndil hava fingið ferð á aftur. Rokut og javnt Leygardagin leiktu teir grannauppgerð móti H71, hóast talan heldur ikki hesa ferð gjørdist um ta stóru leikligu upplivingina í einum grannadysti,
Manshondbóltur Fult umfar er hjá monnunum í hondbólti um vikuskiftið. Oddaliðið av vestara armi á Skálafirðinum heldur sum einasta lið frí, og hetta merkir so eisini, at onnur lið hava møguleika at vinna [...] førum tvey stig aftan fyri oddin. Hinvegin er nógv, sum talar fyri, at tað hesaferð fer at eydnast hjá Kyndli. Liðið er eftir ein lítlan niðurtúr í november mánaði so smátt farið at sýna tað stórspæl, sum [...] í seinastu dystunum í grundspælinum, og ivaleyst ein smeitur fyri Áka, sum soleiðis ikki er tøkur hjá landsliðnum í januar mánaði. Men hinvegin kann við hesum helst vera tøkur aftur, tá farið verður undir
Kvinnuhondbóltur Eins og hjá monnum, so skulu øll liðini uttan StÍF royna seg í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Oddaliðið VB fer til Klaksvíkar at royna seg, og einki er at ivast í, at VB ætlar sær [...] staðfesta oddasessin. Stjørnan hevur annars havt góð úrslit at vísa á í seinastuni, men nú leikandi venjarin noyddist av landinum, gav hetta at bíta móti VÍF, sum vann ein knúsandi sigur seinasta vikuskiftið