B68 gamlan stuðul og nýggjan venjara

Toftamenn eru farnir at brynja seg út til komandi kappingarárið í fótbólti, og eingin ivi man vera um, at ætlanin er at røkka hægri enn tað sættaplássið, B68 fekk í ár.
Fíggjarligi stuðulin verður í øllum førum tann sami, sum hann hevur verið síðstu fýra árini, tí seinnapartin í morgin fara formaðurin í B68, Niclas Davidsen, og stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, at skriva undir nýggjan stuðulssáttmála.
Samstundis verður sáttmáli eisini undirskrivaður við nýggja venjaran hjá toftamonnum, sum verður Petur Mohr. Hann er ikki nakað ókent navn í B68, har hann eisini var venjari í 1994 og 1995.
Hjálparvenjarar hjá Peturi verða Ingolf Petersen og Aksel Højgaard, og fara teir tríggir at taka sær av mansliðunum í 1. og 2. deild, umframt av unglingunum hjá B68.
Ingolf Petersen hevði saman við Kjartan Nesá ábyrgdina av 1. liðnum hjá B68 síðstu trý umførini í landskappingini í ár, eftir at danski venjarin Frank Skytte varð uppsagdur.
Men sum skilst, hevur Kjartan ikki stundir at halda fram sum hjálparvenjari næsta ár, og tí er Aksel Højgaard komin í staðin.At samstarva um venjing er ikki fremmant fyri Petur Mohr og Ingolf Petersen, tí teir báðir vóru ávikavist venjari og hjálparvenjari hjá NSÍ í fjør.