Kvinnuhondbóltur
Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini verða leiktir hetta vikuskiftið. Fyrstur av teimum er tann í Vestmanna, har Stjørnan kemur á vitjan, og ivaleyst vóru tað mong, sum høvdu roknað við einum sera spennandi dysti her. Ikki minst tí Stjørnan veruliga tykist hava fingið gongd á eftir eina heldur laka byrjan upp á árið.
Men sum umstøðurnar hava lagað seg, so má VÍF sigast at vera greiður favorittur undan dystinum. Stjørnan noyðist nevnliga at vera leikandi venjaran og toppskjúttan, Daniella Ercevic, fyriuttan. Orsøkin eru boð um sjúku í nærmastu familjuni, og tískil hava klaksvíkingar hildið bestu ráðini vera, at venjarin slapp heim.
- Tað kemur sjálvandi illa við hjá okkum, at so er, heldur Geir Wardum, formaður í hondbóltsdeildini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
- Liðið tykist hava fingið betri tak á spælinum seinastu dystirnar, og sum kappingin hevur lagað seg, so kundu vit flutt okkum heilt langt upp við einum sigri.
- Hinvegin, so fært tú ikki vart teg fyri slíkum, og sjálvandi taka vit menniskjansligu atlini framum, tá so er. Akkurát hvat nú fer at henda, veit eg ikki, men vit vóna, at Natasa Stamenkmovic kann taka við sum fyribils venjari.
Hvussu leingi hetta kemur at standa við í Klaksvík, vita tey enn ikki at siga, men verður hetta nakað, sum partarnir fara at gera av í felag.
Spenningurin í hásætið
Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir um vikuskiftið. Í Vági verður spenningurin helst stórur, tá Kyndil kemur á vitjan. Enn einaferð fekk Kyndil sveiggjað seg upp, tá mótstøðuliði var VÍF, og so er spurningurin, um tær megna at halda ferðini móti VB, sum annars tapti sín fyrsta dyst hetta kappingarárið, tá tær seinasta vikuskifti spældu á Skála.
Og so verður eisini dystur millum Neistan og StÍF í Havn. StÍF hevur nú vunnið seg upp á næst ovasta sessin í deildini, og einki er at ivast í, at tær vilja verja hendan. Hinvegin so eru treytirnar hjá Neistanum purasta greiðar. Tær skulu hava tvey stig, um tær ikki skulu missa oddin heilt burtur, so tað verða tvey lið, sum eru svong eftir stigum, ið fara á vøllin.