Oddurin kann takast

Tvær grannauppgerðir verða leiktar í Havn um vikuskiftið, og í Runavík skal VÍF royna at toga seg upp at strandingum

Manshondbóltur

Fult umfar er hjá monnunum í hondbólti um vikuskiftið. Oddaliðið av vestara armi á Skálafirðinum heldur sum einasta lið frí, og hetta merkir so eisini, at onnur lið hava møguleika at vinna seg heilt nær, og enntá fram um strandingarnar.
Hetta seinasta er eisini tað, sum VÍF hevur í hyggju, tá teir fara til Runavíkar at spæla sín seinasta dyst í grundspælinum. Við einum sigri her kunnu vestmenningar at kalla eisini tryggja sær, at teir eru fremstir, tá farið verður undir endaspælið. Hóast strandingar við sigri í sínum seinasta dysti koma upp á 18 stig, og VÍF í mesta lagi kann fáa 17, so merkir hálveringin av stigunum við ársskiftið, at bæði oddaliðini hægst kunnu hava 9 stig. Og tá er tað so málmunurin, sum verður avgerðandi.
Og vestmenningarnir eru favorittar at vinna dystin. Tjaldur gjørdi ein lítlan vørr herfyri við sigrum á bæði StÍF og Kyndli, men hóast hetta prógvar, at dugur er í liðnum, so er illa hugsandi, at teir skulu taka VÍF. Vestmenningarnir hava havt sínar trupulleikar við serstakliga StÍF, men hinvegin er sjáldan, at liðið tapir teir á pappírinum løttu dystirnar, og bara tann dygdin í sjálvum sær átti at verið nóg mikið til at tryggja sigurin.

Skerdir neistamenn
Í Havn verða ikki minni enn tvær lokaluppgerðir á skránni hetta vikuskiftið, og hava hesir stóran týdning fyri, hvussu støðurnar eru í ávíkavist toppi og botni á stigatalvuni.
Fyri at taka ovara endan fyrst, so er talan longu upp á forhond mest sum um ein gysara, tá Kyndil og Neistin fara at takast fyri aðru ferð í ár. Fyrru uppgerðina vann Neistin, og megna teir at endurtaka hendan sigurin, eru teir ájavnir strandingum á øðrum plássi, meðan Kyndil so má lata sær lynda at byrja endaspælið í øllum førum tvey stig aftan fyri oddin.
Hinvegin er nógv, sum talar fyri, at tað hesaferð fer at eydnast hjá Kyndli. Liðið er eftir ein lítlan niðurtúr í november mánaði so smátt farið at sýna tað stórspæl, sum fólkið á liðnum átti at verið borgan fyri, og hartil noyðist Neistin at vera ein av týdningarmestu leikarunum fyriuttan komandi vikurnar. Einasti landsliðsleikarin á liðnum, Áki Mørk, varð í vikuni lagdur undir skurð, soleiðis at eymu fótliðirnir skulu fáa tað lættari í framtíðini, og hetta merkir í øllum førum, at hann ikki verður tøkur hesumegin jól. Ivaleyst ein smeitur fyri Neistan í seinastu dystunum í grundspælinum, og ivaleyst ein smeitur fyri Áka, sum soleiðis ikki er tøkur hjá landsliðnum í januar mánaði. Men hinvegin kann við hesum helst vera tøkur aftur, tá farið verður undir endaspælið.
Seinna lokaluppgerðin í høvuðsstaðnum verður í Hoyvík, har tey bæði heimaliðini, KÍF og H71 fara at takast. Tað er mest sum greitt undan dystinum, at hvussu víkir og vendur, so verða kollfirðingarnir helst á fimta plássinum, tá farið verður undir endaspælið, men tað hevur tó nógv at siga, hvussu nógv teir kunnu nærkast teimum fremru undan hesum, og tí fara teir helst at leggja nógv fyri í royndunum at fáa ein sigur.
Hoyvíkingar skulu hinvegin royna at fóta sær, eftir átta tap á rað, og avrikini í seinastuni hava eisini víst, tað kanska ikki skal so nógv afturat til, áðrenn vend kemur í. So tað verður ikki givið nakað fyri einki í Hoyvíkarhøllini leygardagin.